Skriva út

Árni Dahl

Árni Dahl
deknur
Hattarvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hvussu klaksvíkingurin Árni Dahl, ættaður úr Funningi í faðirlegg, gjørdist fugloyingur er ein eitt sindur tilvildarlig søga og hon ljóðar soleiðis:

-Vit hildu saman við eini aðrari familju og ferðaðust í egnum landi. Kelduhúsini í Hattarvík vóru til leigu og vit fóru út til Fugloyar í 1975 fyrstu ferð. Vit vóru í oynni í tvær vikur. Síðan tá, fóru vit á hvørjum sumri og leigaðu Kelduhúsini. Stundum tvær vikur og stundum fýra vikur, sigur Árni Dahl, sum er føddur 31. juli í 1946.

-Vit fór at hugsa um at byggja. Eg fekk eitt stykkið frá Hanus Suna í Útistovu og vit bygdu í 1987. Beiggi mín er timburmaður og uttan hann vóru ongi hús. Í tíðarskeiðnum 1987-2010 búði vit í 12 ár í Hattarvík. Einaferð búðu vit í fýra ár samanhangandi, tað var í tíðarskeiðnum 1996-2000. Eg var heppin, tað eydnaðist mær at fáa verkætlanir, sum eg kundi skriva í Hattarvík og á tann hátt var eg til arbeiðis heima, sigur hann.

-Eg hevði nógv samband við Útistovu og Útistova hevur tænt kirkjuni í Hattarvík mest. Øll størvini vóru í hesum húsi, meðan vit vóru í Hattarvík. Onkuntíð kom tað fyri, at Hanus Súni í Útistovu skuldi inn á land, og tá avloysti eg hann sum deknur.

-Á jólum 1999 var Hanus Súni burtur. Fyrsta jóladag var eg deknur, klokkari og sang fyri. Vit vóru trý fólk í kirkju, Mikkjal Petur, kona mín Marianna og eg.

-Vit fóru suður aftur til Havnar í 2000 og út aftur í 2005. Vit búðu fast í Hattarvík frá 2005-2010. Nú eru vit lítið í Hattarvík, sonurin hevur yvirtikið húsini, sigur hann.

Snøgga altartalvan í kirkjuni hevur Oggi Lamhauge, ella Kartin Olgar Lamhauge úr Søldarfirði tilevnað. Hon varð hongd upp í samband við 100 ára føðingardagin hjá kirkjuni í 2018.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.