Skriva út

Arne Jensen

Arne Jensen
deknur
Skúvoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg plagdi at lesa fyri pápa, tá íð honum barst frá. Hann kallaðist Janus Joensen úr Skúvoy og doyði í 2002. Eg giftist í 1974 við Guðrið Rubeksen úr Havn. Vit fluttu til “Skyviar”, sum oyggin verður nevnd lokalt. Hon var lærari. Eg var eisini læraraútbúgvin og fekk nakrar tímar, tí har var ein tungur næmingur. Eg var bóndi í Skúvoy tá. Vit fingu tveir synir, annar doyði av vanlukku, sigur Arne Jensen, deknur, sum nú er búsitandi í Leirvík. Hann er føddur 16. juli 1949. Hann skrivar seg Arne fyri ikki at vera blandaður saman við Árni.

-Eg giftist aftur í 1987 við Ingu, sum var ættað av Nesi. Vit hava fingið fimm børn. Vit giftust í Keypmannahavn og síðan beina leið til “Skyviar”. Vit flutt av aftur oynni í 2002. Eini eldri hús vóru til sølu í Leirvík og vit keyptu tey. Inga er lærari í Klaksvík. Eg eri pensioneraður í dag, eg tók prógv í 1974 og var í trý ár lærari á specialskúlanum. Eg var eisini í fimm ár lærari í Gøtu skúla og seinni aftur í Klaksvík. Eg gavst, tá íð eg fylti 68 ár, Arne Jensen.

-Eg havi fingið sjey børn tilsamans og barnabørnini eru eisini komin. Eina dótturin eigur tríggjar synir heima og ein niðri í Danmark.

-Pensionistatilveran gongur við at putlast heima, hetta eru eini eldri hús og eg havi gjørt nógv við tey. So haldi eg meg í form í einum venjingarhøli, sum kommunan eigur. Eg havi gingið nógv og eg plagi at fara í lugarið í Leirvív, har menn møtast, at fáa mær kaffi og práta. Urtagarðurin krevur eisini sítt, vit hava dyrkað grønmeti í mong ár, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.