Skriva út

Ari Hammer Joensen

Ari Hammer Joensen
orgnistur
Argja kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Ari Hammer er ein av okkara yngstu organistum og hann er ein at teimum dugnaligu eisini. Hann er føddur 7. juni í 2004.

-Eg byrjaði sum organistur í Argja kirkju á sumri í 2019 og fyrsta gudstænastan eg spældi til var í katolikkakirkjuni. Gudmund Mortensen, sum er mín lærari í orgulspæli, bað meg avloysa til eina brúarvígslu í Havnar kirkju. Og á sama hátt her á Argjum. Heri Tróndheim, sum er organistur í Argja kirkju var burturstaddur, og Gudmund bað meg avloysa. Tað er stuttligt at spæla í Argja kirkju, tó urgan er dekan og lítil, sigur Ari Hammer Joensen.

-Undanspælið ella preleudium er tað ringasta at spæla í kirkjuni, tá eri eg nervøsur. Og tað gongur lættari aftan á fyrsta sálmin, sigur hann

-Eg gangi í Eysturskúlanum. Byrjaði í Adventistaskúlanum, síðan Sankta Frans. Eg venji tríggjar tímar um dagin, mest í Vesturkirkjuni, síðan í Havnar kirkju og nú eisini á Argjum. Eg fekk eitt elektroniskt orgul heima, fyrst eitt keyboard, og vit hava eisini flygel heima. Tað er nógvur tónleikur í familjuni hjá mammu, sigur hann.

-Eg byrjaði við klaver, vit høvdu tónleik í skúlanum. Sum 12 ára gamal hevði eg ongan áhuga, men so byrjaði tað at gerast spennandi. Eg eri vísur í, at eg fari at lesa tónleik einaferð, sigur hann.

Ari er sonur Fríðu Hammer og Jan Gert Næs Joensen og tey búgva í Vesturbýnum í Havn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.