Skriva út

Aref Tórsson Olsen

Aref Tórsson Olsen
deknur
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Aref er hósvíkingur og hann er í skrivandi løtu 60 ára gamal. Hann er føddur 2 august 1955 og starvast sum lærari. Og hann hevur verið kirkjutænari ein stóran part av lívinum, hann er deknur í Hósvíkar kirkju.

-Eg eri útbúgvin lærari og byrjaði sum lærari í fólkaskúlanum. Men seinastu 21 árini havi eg verið lærari á Handislsskúlanum í Havn og tað eri eg enn.  Øll ganga í skúla í dag, tað hoyrir til. Fólk vilja hava útbúgving og tað er ringt at klára seg í okkara samfelag uttan útbúgving. Samfelagið er nú skipað soleiðis, sigur Aref.

-Eg gjørdist deknur í nítiárunum í farnu øld. Tað manglaði ein deknur og Asmund Olsenm sum var kirkjuráðsformaður kom og bað meg. Eg segði ja og havi hingið í síðani. Nú eri eg vorðin 60 og havi sagt upp, men eg lesi enn.

-Tann kirkjan eg vaks upp við er so at siga burtur i dag. Vit vóru grannar við kirkjuna. Hetta var eitt gott umhvørvi at vaksa upp í. Kirkjan í Hósvík er ikki gomul. Hon er frá 1928.

-Eg havi verið virkin í kirkjuni. Var nøkur ár kirkjuráðsformaður eisini. Vit fingu kirkjuna í blóðið ella í móðurmjólkina. Áhugin fyri kirkjuni hevur altið verið har og er enn, hóast eg havi sagt upp sum deknur. Eg fari helst av avloysa, tá ið øllum hinum berst frá í framtíðini, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”