Skriva út

Ansgar Lenvig

Ansgar Lenvig
klokkari
Hests kirkja
Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Eitt heilt lív, hevur Ansgar Lenvig borið eitt skeivt eftirnavn. Tað skuldi vera Lemvig, men av eini ella aðrari orsøk broyttist navnið til Lenvig og nú verður einki gjørt við tað. Eftirnavnið stavar frá einum donskum presti á Sandi, og tað var abbi Ansgars, Rasmus, sum tók sær navnið sum eftirnavn. Ansgar er føddur 13 februar 1935.

-Pápi mín Hans Frederik Lenvig tók við sum klokkari eftir abba. Í 1956 tók Kristian Osvald Viderø við sum prestur á Sandi og hann innskrivaði meg sum klokkara. Eg var tá 21 ára gamal.

-Eg kom til skaða á eini motorsúkklu um aldarskiftið. Eg breyt økslina og fekk ikki ringt meira, síðan hava fleiri onnur ringt, sigur Ansgar Lenvig.

-Eg havi nógv at gera sum pensionistur. Eg geri formar, sum verða nýttir til keigerð, har fríholdini skulu hanga. Hetta geri eg fyri Tórshavnar havn. Eg havi verkstað í kjallaranum. Eg havi verið húsasmiður. Eg fór til skips sum 15 ára gamal og sigldi í 10 ár. Tá fór eg í land og fór út til Nólsoyar at læra til bátasmið.

-Tað var ikki ringt at skifta frá bátasmíði og til húsasmíð. Talan er framvegis um handverk og tilfarið er tað sama. Tíðin fór eisini frá føroysku træbátunum. Eg var við til at smíða svimjihøllina í Hesti og eg eri framvegis timburmaður, eg njóti at arbeiða í kjallaranum, sigur hann.

Ansgar hevur eisini roynt seg sum alara, hetta var undir Fiskaaling.

-Vit aldu í Hestfirði og høvdu ein katamaran sum arbeiðsbát. Eg var í hesi vinnu í 20 ár fram til 2008.

-Kona mín var ættað úr Gøtugjógv. Hon kallaðist Carolina Hansen, tá ið vit komu saman, búði hon í Norðagøtu. Hon kom út í Hest við eini venindu, sum hevði tilknýti til Hest. Vit møttust í 1954. Vit fingu fimm børn, 15 barnabørn og tað er vorðið til átta langbarnabørn.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”