Skriva út

Annika Svabo Jørgensen

Annika Svabo Jørgensen
deknur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Annika Svabo Jørgensen hevur eitt skiftið verið deknur í Miðvágs kirkju. Hon er ung og er fødd 31. januar 1985 og er ikki deknur í løtuni.

-Tað var ikki heilt foreiniligt við mítt arbeiði, at vera deknur. Eg arbeiddi sum gongsgenta á føðideildini og tá var eg ofta til arbeiðis sunnudagar. Eg gavst, tá ið eg hevði verið deknur í eitt ár.

-Mær dámdi væl at vera deknur. Onkuntíð hugsaði, at man hevði ovlítið at siga, saknaði, at tað var ein dialogur. Kanska at ein sjálvur hevði eina andakt. Eg hevði slíka kenslu, tá ið eg var deknur, at eg hevði hoyrt tað sum eg læs frá barnsbeini, at eg hevði hoyrt tað fyrr. At eg læs tað sama umaftur og umaftur, sigur Annika Svabo Jørgensen.

-Eg haldi, at størsta avbjóðingin hjá einum dekni í dag er at finna lestrar. Tað eru so nógvir at velja í millum. Onkrar sunnudagar vóru allir so deprimerandi, at eg hugsaði, at hetta fer man ikki í kirkjuna at hoyra.

-Eg lesi til lærara. Eg flutti vestur til ein ommubeiggja hjá mær at búgva, hann er nú á Ellisheiminum. Eg koyri í skúla hvønn dag. Mín sterka síða er at skriva, tað fellur mær heilt natúrligt. Og eg haldi eisini, at eg dugi at leiða fólki. Eg eri rættuliga spent uppá at blíva lærari. Eg havi ætlanir um at undirvísa í nøkur ár og síðan lesi eg Master og at enda PHD.

Eg vil gjarna arbeiða í Vágunum, her er mín familja kring meg og her hoyri eg heima, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.