Skriva út

Anni á Hædd

Anni á Hædd
klokkari
Hoyvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anni á Hædd er fødd og uppvaksin í Klaksvík og er klokkari í Hoyvíkar kirkju. Hon er fødd 4. apríl 1970.

-Eg búgvi í grannalagnum við kirkjuna eins og fleiri aðrir kirkjutænarar her í kirkjuni. Vit eru vorðin góð við Hoyvíkar kirkju, sum kom í 2007. Hon er mín andaligi heimstaður. Tá eg varð spurd, um eg vildi vera klokkari ivaðist eg ikki og segði ja, sigur Anni á Hædd.

-Fyri meg er tað ikki nøkur tyngjandi uppgáva at vera klokkari. Vit eru fýra og tað vil siga, at eg eri tænari eina viku um mánaðin og vit hjálpast annars at, tá tørvur er á tí. Fyri meg er tað ein heiður, at vera kirkjutænari, sigur hon.

Sum klokkari geri eg mest tað praktiska arbeiði. Eg lati kirkjuna upp, tendri, seti kirkjusilvurið fram, geri klárt til dóp, um slíkur er, syrgi fyri bókum til kirkjuliðið o.t.  - Og so passi eg sjálvandi klokkuna og lati lúkurnar í torninum upp, tá veðrið er til tað. Undanfarni klokkari segði mær, at klokkan í Hoyvíkar kirkju er næststørsta í landinum. Hon vigar eitt tons og 10 kilo og tað eru tíggju kilo minni enn klokkan í Fríðrikskirkjuni á Nesi. Klokkan er stór og flott og so ljóðar hon væl.

Um summarið er kirkjan eisini opin fyri vitjandi, og tá eru onnur sjálvboðin fólk í kirkjuni, sum taka ímóti.

Í 1998 flutti Anni heim aftur til Føroya eftir lokna útbúgving sum løgfrøðingur. Hon býr í Hoyvík saman við Niclas Hovgaard. Anni arbeiðir innan almenna fyrisiting.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.