Skriva út

Anne Sofie Nordendal

Anne Sofie Nordendal
deknur
Bíggjar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Sofía er gift Nordendal. Pápi verpápan hjá henni var ættaður av Eiði og hann tók við sær eftirnavnið Norðuri á dal, sum kirkjubøkurnar týddu til Nordendal. Anna Sofía er deknur í Bíggjar kirkju og hon er fødd 12. mai 1952.

-Eg eri uppvaksin í Bø og eri avloysaradeknur. Pápi mín Steingrim var deknur alt sítt lív her. Mikkjal á Ryggi var eisini deknur her. Eg eri fødd í Sandavági, mamma fór til systrina at eiga. Pápi og abbi vóru deknar, eg eri fjórða ættarliðið, sum lesur í kirkjuni. Mær dámar væl at lesa, eg njóti tað og ein fær nógvar ferðir meira burtur úr einum lestri, tá ein lesur sjálvur, heldur enn at lurta, ella soleiðis er tað fyri mær, sigur Anna Sofie Nordendal.

Maður Onnu Sofíu eitur Jógvan og er úr Sandavági. Tey fyrstu árini búðu tey í Sandavági.

-Men so gjørdist pápi mín sjúkur og kláraði seg ikki sjálvur . Vit fluttu út til Bíggjar í 1999 og hann doyði í 2001. Mamma doyði av blóðtøppi, tá ið eg var 20 ára gomul. Hon var einans 62 ára gomul. Hon gjørdist sjúk, fór til Havnar og doyði sama dag. Tað var ein ordans smeitur fyri okkum.

-Vit hava fingið trý børn, tveir dreingir og eina dóttir. Tað er vorðið til sjey barnabørn og áttinda er á veg, sigur hon smílandi.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.