Skriva út

Anne-Marie Hammer

Anne-Marie Hammer
deknur
Fámjins kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anne Marie Hammer var 12 ára gomul, tá hon flutti heim til Føroyar og til Famjin. Foreldur hennara vóru skild framman undan og hon flutti heim saman við mammuni. Anne-Marie er fødd 26. august 1958 og er deknur í Famjins kirkju.

-Mamma mín var ættað Undir Rygginum í Famjin. Mær dámdi at flyta. Eg minnist at tá vit komu til Famjins, stóðu børnini uttanfyr, har vit hildu til og bóðu meg koma út at spæla. Eg var væl móttikin beinanvegin. Og eg var heldur ikki heilt ókend í Famjin, tí vit høvdu verið og vitjað árini framman undan, tá ið eg var minni. Eg kendi børnini, sigur hon.

-Eg gekk bara hálvt ár í skúla í Famjin. Tað var í sætta flokki og síðan fór eg í sjeynda flokk á Tvøroyri saman við hinum børnunum í bygdini. Eg tók eisini real á Tvøroyri og síðan fór eg at læra til sjúkrasystur. Eg havi arbeitt øll árini sum sjúkrasystir á Tvøroyrar Sjúkrahúsi.

-Maður mín eitur Heðin Hammer og er eisini fáminingur. Vit eiga tvey børn. Og tað er langt í millum tey, tað gongur ikki altíð sum man ætlan. Tey eru sum tvey einabørn. Dótturin er 32 og sonurin er 21 ár.

-Eg gekk ikki og hugsaði um at gerast deknur. Tað kom bara so knappliga. Kirstin sum var einsamallur deknur spurdi meg, um eg kundi hjálpa til. Og eg helt, at eg skuldi ikki siga nei, tí eg hevði altíð gingið í kirkju.

-Fyri meg var tað ein stór avbjóðing, ti eg var ikki von at taka orðið og nú skuldi eg lesa fyri øllum kirkjufólkinum. Men eg vandi meg við tað og nú fellur tað lætt. Tað er ikki altið, at vit hava organist, og tí er neyðugt at syngja fyri, og eisini tí stendur deknurin fyri, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.