Skriva út

Annbritt Toftegaard

Annbritt Toftegaard
deknur
Miðvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Annbritt Toftegaard er fuglfirðingur og hon er gift til Miðvágs. Hon er deknur í Miðvágs kirkju og hon er skúlastjóri í nýggja skúlanum á Giljanesi. Hon er fødd tann 30. desember 1974.

-Fyri meg var tað lætt at flyta til Miðvágs, kanska havi eg lætt við at fella til.  Eg gjørdist deknur í august 2007. Hetta var 10. sunnudag eftir trinitatis. . Eg bleiv ordliga blakað út í tað og tað tók eitt sindur av tíð at kenna mannagongdirnar. Eg var sætt at siga, eitt sindur stressað og var bangin fyri, um eg nú gjørdi rætt ella ikki. Tíbetur vóru vit nógvir deknar, og tí kendist uppgáva ikki so bundislig.

-Eg kenni, at kirkjan hevur virði. Omma og abbi vóru altíð í kirkju í Fuglafirði, og eg kendi, at hetta varð ført yvir á okkum. Áðrenn eg gjørdist deknur, hevði eg verið virkin í missiónshúsinum og var eitt sindur von við at standa fram. Í dag verður støði tikið í tí einsaka, eisini innan andslív.

-Maðurin arbeiðis sum tyrluskipari og hevur sín gerandisdag á flogvøllinum. Hann er miðvingur. Eg flutti vestur og øll familjan var eftir í Fuglafirði, og hetta merkir, at eg eri nógv í Fuglafirði eisini. Vit eiga fýra børn og hini systkinni eiga 16 børn og vit eru nógv saman í míni familju.

-Eg keði meg ikki, eri rættuliga virkin og skúlastjórastarvið fer eisini við nógvari tíð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.