Skriva út

Annbjørg Selma Abrahamsen

Annbjørg Selma Abrahamsen
deknur
Kunoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Annbjørg býr í Fuglafirði,  har hon hevur keypt hús. Eitt skiftið búði hon í Kunoy og tá var hon deknur í kirkjuni Annbjørg er fødd 9. apríl 1980.

-Eg var gift við Jógvan á Høvdanum, sála. Hann hevði hús í Kunoy. Tí fluttu vit til Kunoyar. Eg flutti har á sumri 2012 og vit giftust í 2013. Eg flutti úr aftur Kunoy í 2018, sigur Annbjørg Selma Abrahamsen.

-Eg gjørdist deknur og eg brúkti ikki nógva tíð at umhugsa meg í, tá íð eg varð spurd. Vit vóru fleiri deknar og tí var uppgávan ikki so bundislig.

-Nú búgvi eg Á Brúnni í Fuglafirði, eg havi keypt eini gomul hús, har elsti parturin er frá 1907. Mær dámdi væl at vera deknur í Kunoy. Tað var deiliga sosialt og góður felagsskapur. Tað var næstan bara lív í kirkjuni sunnudagar og so føstugudstænastur og okkurt tónleikatiltak, sigur hon.

Annbjørg hevur eina master í arbeiðspsykologi. Í løtuni skrivar hon eina PHD ritgerð um umstøður hjá sjómonnum, tá íð teir eru burtur. Annbjørg er knýtt at Almanna og Heilsudeildini og Pál Weihe er høvuðsvegleiðari. Høvuðsuppgávan hevur ført við sær, at Annbjørg hevur verið til skips og gjørt kanningar umborð.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.