Skriva út

Anna Marna Holm

Anna Marna Holm
deknur
Nólsoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Marna er hálvur nólsoyingur og hálvur dalbingur. Pápin er úr Nólsoy og mamman er úr Dali. Anna Marna er eisini dekur í kirkjuni í Nólsoy og er fødd 10. august 1962.

-Vit systkinni eiga enn barndómsheimið hjá mammu í Dali. Eg  gekk upp til 8. flokk í Meginskúlanum á Sandi, sigur Anna Marna Holm.

-Eg var vikarur í mong ár í Nólsoy. Í 2007 fór eg á læraraskúla og varð liðug í 2011. Tað er besta gerð eg havi gjørt. Tað er stórur munur at vera lærari aftaná at man hevur lært. Nú hevði eg nakað at hava tað í. Sum vikarur var ringt at hava eina fakliga meining, tí hini høvdu lært, sigur hon.

Anna Marna er gift við Terja Holm. Hann er nólsoyingur. Tey eiga tríggjar synir og eitt ommubarn.

-Áðrenn eg gjørdist deknur, havi eg verið við til at vaska kirkjuna saman við Maluni. Eg var rættuliga ósikkur, tá eg byrjaði sum deknur, í veruleikanum fyritrekki eg at lurta eftir einum lestri. Í kirkjuni tiga kirkjufólkini. Í eini skúlastovu spyrja næmingar. Tað er stóri munurin. Og kirkjutænarar eru ikki ofta útskiftir í Nólsoy, teir eru trúgvir tænarar, sigur hon.

-Vit eiga tvillingar. Hendan eginleikan havi eg arvað úr Dali. Teir eru vaksnir nú. Tann eini hevur vøddasvinn. Hann er merktur av tí, men klárar seg í einum vardum starvi, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.