Skriva út

Anna Klein Olsen

Anna Klein Olsen
deknur
Svínoyar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Kleiv Olsen er ættað úr Svínoy, ella rættari sagt, pápi hennara Poul Sivar Olsen er ættaður í Svínoy og hon er uppvaksin í Hvannasundi. Men Poul Sivar hevur altíð havt tætt tilknýti til Svínoy og tí hevur Anna verið nógv í Svínoy sum barn. Anna er fødd 25. oktober 2004.

-Eg havi lisið onkuntíð og eri fús aftur at gera tænastu í kirkjuni, um havi møguleika. Babba er deknur í Svínoy og tað er ígjøgnum hann, at eg eri biðin. Eg var eitt nú deknur, tá íð minnisvarðin varð avdúkaður. Vit hava verið nógv í Svínoy og eg føli, at eg havi tilknýti til oynna. Eg kenni eisini øll tey ungu, sum hava tilknýti til Svínoyar, sigur Anna Klein Olsen.

-Eg helt tað vera spennandi, tá íð eg var spurd um deknatænastuna og ivaðist ikki í, at siga ja. Kanska eg verið deknur í Svínoy í framtíðini, men fyrst má eg fáa eina útbúgving, sigur hon.

Anna gongur á eftirskúla í Hedemølle við Bjerringbro í Jútlandi. Hon hevur verið heima síðan á jólum. Hetta kemst av coronutiltøkunum, men nú er hon á veg niður aftur og vit skriva marts 2021.

-Eftirskúlin er spennandi. Vit eru átta føroyingar, sum ganga har. Vit vera liðug í summar og síðan fari eg á Kambsdal, har eg havi valt hugbreyt, ella málsliga deild, sum tað varð kallað fyrr. Og talan er um studentaskúla, sigur hon.

-Eg tími ikki rættuliga, at eftirskúlin skal enda, men tað verður spennandi at fara til student, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.