Skriva út

Anna Katrina Johansen

Anna Katrina Johansen
organistur
Sandvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna Katrina hevur seinasta árið búð á sambýlinum í Hvalba. Hon hevur sítt egna kamar, og tað er innrættað við nøkrum av hennara egnu lutum, so hon kennir seg heima. Anna Katrina situr og bindur upp á tey mongu langommubørnini. Nú eru eyguni farin at bila, men hon er ágrýtin. Anna Katrina er fødd 13. september 1926 og er 90 ára gomul.

-Gud hevur latið meg behalda forstandin, og eg havi góðan humør, sigur hon, tá ið hon hevur kannað og vant seg við fremmanda mannin.

-Vit vóru 13 systkin, og tað eri bara eg eftir. Tríggir brøður hvíla á havsins botni. Ein sonur, Leon, doyði bert 36 ára gamal. Hann átti ein son, Eyðstein, og Eyðstein orkaði ikki meira. Elsti beiggi mín fór við Hans Hedtoft. Her hevur verið nógvur mótgangur í lívinum.

-Eg eri uppvaksin í Sandvík. Maður mín kallaðist Kjartan Johansen, ein róligur og avhildin maður. Hann doyði fyri 15 árum síðan. Sorgin fær ein nærri Gudi. Mann kann ikki bara hava følilsir fyri sær sjálvum, man følir eisini fyri hinum. Prestur búði hjá okkum, og pápi var deknur, hann kallaðist Jákup á Hólum, sigur Anna Katrina Johansen.

-Vit fingu fimm børn, eina dóttir og fýra synir. Eg eigi eina rúgvu av ommubørnum og ikki færri enn 18 langommubørn. Eg kenni meg nærri teimum, sum eru undan mær, og her hugsi eg serliga um tey smáu, um eg bindi upp á tey.

-Her er gott at vera í mínum nýggja heimi, ónatúrliga gott. Heilsan hevur verið vánalig seinastu árini. Vit fáa góðan mat, og eg royni at bremsa, annars verið eg ov rund.

-Eg trívist og klári meg mest sum sjálv, onkuntið missi eg skilið.

-Eg lovaði olmussu, tá ið maðurin var sjúkur. Eg lovaði, at eg ikki aftur vildi binda sunnudag, um hann slapp at liva. Tað hjálpti, hann fekk hálvt annað ár afturat, sigur Anna Katrina Johansen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.