Skriva út

Anna-Karin Kjeld

Anna-Karin Kjeld
deknur
Bønhúsið í Funningsfirði

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anna-Karin Kjeld er norsk og hon hevur búð í Funningsfirði meginpartin av lívinum. Í millum høg svørt fjøll hevur hon uppalt trý børn og eigur nú fimm barnabørn. Og hendan søgan byrjaði við, at hon arbeiddi á einum alibrúki í Noregi. Har møtti hon manninum John Kjeld, hann lærdi seg at ala fisk. Tey settu seg niður í Funningsfirð. Hann var í alivinnuni. Seinni vóru brotasjógvar í vinnuni og John er ikki longur alari. Men hann hevur árræði og hevur lagt lunnar undir plattavirkið í Funningsfirði og teir lata plattar til føroyska marknaðin, sum eru gjørdir á einum nýmótans virki.

-Gudstænastan er ikki gomul í Funningsfirði. Fyrr í tíðini hava tey sjálvandi lisið lestur, men tað var Olofson prestur sum skipaði gudstænastuna við presti. Hetta komst av, at fólk í Funningsfirði vóru ikki so fegin um at fara til Elduvíkar í kirkju. Tí verður skipað fyri gudstænastu við altargongd í skúlanum. Eg gjørdist kirkjutænari fyri 10 árum síðani, sigur Anna-Karin Kjeld, sum er fødd 15. apríl í 1962.

-Tað ganga ikki nógv fólk í kirkja, og talið er minkað tey 10 árini eg havi verið deknur.

-Eg eri von at búgva, har fá fólk eru og eg trívist í Funningsfirði, her vit eru fáment. Eg eri bóndadóttir og eri uppvaksin á einum lítlum plássi beint norðanfyri Bergen. Tað var ikki ringt hjá mær at flyta til Føroyar. Tað hevur týdning, tá íð tú flytur í annað land, at tú lærir teg siðirnar og ikki minst málið.

Ætlar tú at gerast gomul í Føroyum?

-Eg veit ikki, kundi hugsað mær at flutt heim aftur, men børnini eru her, tey eru flutt til Havnar. Men hóast eg búgvi í Føroyum er sinnið og kenslurnar ofta á ferð til mín heimstað í Noregi og tað er gott at koma heima til Noregs hvørja ferð, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.