Skriva út

Anna Hvannastein

Anna Hvannastein
deknur
Skúlin í Haraldsundi

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Hvannasteinur stendur í Fugloy og orsøkin til, at Anna ber hetta eftirnavnið er, at verpápin er av Kirkju, men Anna sjálv er úr Haraldsundi. Anna er fødd 24 juli 1958.

-Eg tók við eftir Símin Petur Rasmussen, sum hevði verið deknur í áratíggjur. Hetta var í 1997. Hann doyði í 2000.  Eg og Hanna Klettskarð tóku yvir, tá íð hann fekk fortjenstmedaljuna frá hennara hátign, Margretu, drotning. Tá var hann vorðin dekoreraður. Seinastu fýra árini hevur ongin deknagudstænasta verið hildin í Haraldsundi, men prestur er framvegis av og á.

-Eg eri frá Haraldsundi, men havi búð í Klaksvík í mong ár. Eg flutti norður aftur í 1989. Eg eri uppvaksin í Haraldsundi og fór til Klaksvíkar sum 14 ára gomul at ganga í skúla. Pápi mín doyði av blóðtøppi, tá ið eg var smágenta.

-Eg eri gift við Marna Hvannastein og vit eiga trý børn, tríggar synir. Vit hava fingið tvey barnabørn og tað triðja er á veg.

-Eg arbeiddi í 17 ár á Dr. Margretu barnagarðinum í Klaksvík. Men heilsan hevur ikki verið eftir vild og í 2006 varð eg fyritíðarpensionerað.

-Hóast vit hava lagt deknagudstænastuna á hyllina í Haraldsundi, eri eg framvegis deknur. Eg eri deknur í Kunoyar kirkju. Síðan tunnilin kom, eru báðar bygdirnar bundnar heilt saman landafrøðiliga og tær hava altíð verið knýttar tætt saman í aðrar mátar, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”