Skriva út

Anna Hentze

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Bygdirnar Skipanes og Søldarfjørður eru næstan samanbygdar og báðar hoyra undir Runavíkar kommunu. Innanfyri Skipanes er bygdin undir Gøtueiði og hon er eisini samanvaksin við Skipanes og hendan bygdin hoyrir undir Eysturkommunu og hevur altíð verið roknað sum ein partur av Gøtu. Og meðan børnini í hesum báðum smáu bygdunum hava gingið í tveimum fólkaskúlum, er tey meira sameind í andslívinum.

-Eg eri altíð komin í Missiónshúsið í Søldarfirði, hóast eg eri uppvaksin á Skipanesi, heilt frá tí eg var lítið barn. Tá varð húsið bara kallað missiónshúsið. Í 1986 varð virksemið í missiónshúsinum víðkað til eisini at fevna um bønhús og í dag virkar húsið sum missiónshús og bønhús, sigur Anna Hentze, sum er fødd tann 30. juli 1959.

-Prestur hevur altíð veri her og hildið gudstænastu. Munurin á missiónshúsinum og bønhúsinum í sama húsi er einans altarið og knæfallið og at vit fáa ein part av kirkjuskattinum.

-Og hvør eri eg? Eg eri av Skipanesi, gift til Søldarfirðar, vit keyptu hús í Søldarfirði og maðurin er av Sandi og eitur Jógvan Hentze.

-Eg eri altíð komin í missiónshúsið saman við mínum foreldrum og sum tíggju ára gomul gekk eg eisini í sunnudagsskúla. Tá byrjaðu Clara og Hans Erik at halda sunnudagsskúla. Eg eri annars komin so líðandi inn í arbeiðið í missiónshúsinum. Eg byrjaði í sjeytiárunum við at halda møtir. Síðan havi eg hjálpt forsangarunum, tá vit ikki hava havt organist.

-Eg haldi, at missiónshúsið hevur havt stóran týdning fyri bygdirnar. Nú er sunnudagsskúlin dottin niður fyri og vit tosa um at byrja aftur. Her er skiftandi við uppmøting.

Anna og Jógvan eiga tvey børn og enn er einki barnabarn komið. Anna er undir útbúgving sum lærari og hon er ikki komin á mál enn, tí sjúka hevur verið uppí. Ætlanin er seinkað, men hon ætlar sær á mál.

-Um tað var ein røtt avgerð at flyta til Søldarfjarðar. Eg veit ikki. Eg havi í hvussu er følt meg nógv knýtta at bønhúsinum, sum er mín andaligi heimstaður, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.