Skriva út

Ann Kristin D. Hansen

Ann Kristin D. Hansen
organistur
Norðskála kirkja

Ein sunnudag um mánaðin situr ein svii og leikar á urguna í Norðskála kirkju. Tað er Ann- Kristin D. Hansen, sum er ættað úr Lund. Hon er fødd tann 5. oktober 1968 og er búsitandi í Leirvík, har hon er gift við Anker D. Hansen.

-Dagliga undirvísi eg í Musikkskúlanum kring alla Eysturoynna. Eg undirvísi i klaverspæli. Sum nýbyrjari hevur tað ongan týdning, um tú byrjar at leika klaver ella orgul. Grundstigini eru tey somu. Tað er ikki fyrr enn tú er komin longur, at tey gerast til hvørt sítt ljóðføri og tá er munurin stórur og hann liggur serliga í, hvussu tú brúkar fingrarnar.

-Eg eri útbúgvin í klaveri og sangi frá konservatoriinum í Lund. Eg eri ikki útbúgvin organistur, men tók eitt summarskeið hjá dómorganistinum i Lund.

-Í 1991 var eg liðug á konservatoriinum og har var einki arbeiði at fáa í Svøríki. Ólavur Hátún, sum tá var stjóri á musikkskúlanum, søkti eftir einum til sang og klaver og eg søkti og fekk starvið. Eg roknaði við, at eg fór at vera eitt til tvey ár í Føroyum. Nú eru tað vorðið til 23 ár.

-Eg byrjaði á Sandi og síðan fór eg til Vágs. Tá fór eg aftur at spæla orgul. Eg spældi eitt hálvt ár í Vágs kirkju. Hetta var í 1999-2000. Og síðani í eitt ár á Tvøroyri og longur norður til Hvalba. Nú eri eg avloysari í Norðskála kirkju ein dag um mánaðin. Hetta havi eg gjørt seinastu tvey árini.

-Eg havi altíð verið trúgvandi og ikki limur í nakrari kirkju. Mær dámar væl hugtakið hjá Bahái, sum sigur, at allar religiónir eru frá sama Gudi. Eitt hús, sum tilbiður Gud, er eitt heilagt hús.

-Eg og Anker giftust í 2006. Vit høvdu kent hvønn annan leingi, møttust miðskeiðis í nítiárunum í farnu øld. Nú hava vit bygd í Leirvík, og har trívist eg væl, sigur Ann-Kristin D. Hansen.