Skriva út

Anita Hilduberg

Anita Hilduberg
deknur
Hans Egede Kirke

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Anita hevur verið avloysaradeknur í Sankta Ólavs kirkjuliði í Keypmannahavn í mong harrans ár. Hon er ættað úr Vági og eftirnavnið Hilduberg er navnið hjá manninum, Andrias Hilduberg úr Fuglafirði. Anita er fødd Jacobsen og ættað av Oyri í Vági. Pápi hennara kallaðist Jákup á Oyri og hann sigdi nógv við Óla Horn. Anita er fødd 7 mars í 1938 og hevur búð í Danmark størsta partin av lívinum, har hon hevur verið partur av útisetalívinum í Keypmannahavn.

-Tað tynnist í ættini heima í Føroyum, eg eigi eitt systkinnabarn eftir í Vági. Ommurnar vóru báðar farnar, tá íð eg var barn, men eg átti tveir góðar abbar, sigur Anita Hilduberg.

-Eg og maðurin gjørdist par í dansi í Sjónleikarhúsinum í Havn. Men vit kendust áðrenn, bæði høvdu verið í Íslandi, hann sigldi og eg arbeiddi. Andrias doyði fyri nøkrum árum síðani.

-Eg fór niður at lesa til sjúkrasystir á Lukas Stiftilsinum í Keypmannahavn og vit giftust, tá íð eg var liðug. Vit fingu tríggjar døtur. So fann eg uppá at fara at læra til heilsusjúkrasystir og her máttu umleggingar til. Útbúgvingin gekk fyri seg í Århus. Maðurin fór út at sigla og eg sendi døturnar heim til mammu í Vági, meðan eg tók hesa eykaútbúgving. Eg havi arbeitt innan heilsuverkið síðan, sigur Anita Hilduberg.

-Maðurin var nógv burtur fyrstu árini. Hann sigldi øll sekstiárini í danska handilsflotanum sum stýrimaður og onkuntíð var hann 14 mánaðar burtur. Døturnar duga føroyskt, hóast tær hava búð niðri alt lívið.

-Hvussu gjørdist eg deknur? Eg var fastur partur av kirkjuliðnum og ein dagin seinast í sjeytiárunum til eina ólavsøkugudstænastu, eg var í kirkju, heitti presturin, Martin Restorff Jacobsen á meg um at vera deknur. Har var ongin umráðingartíð, tað var her og nú undir somu gudstænastu. Eg avloysti sum deknur heilt frá hesi gudstænastu og fram móti aldarskiftinum. Eg sat eisini í mong ár sum formaður í meinigheitsráðnum, sigur Anita Hilduberg.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”