Skriva út

Anfinn Clementsen

Anfinn Clementsen
klokkari
Elduvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Katrina Clementsen er mamma Anfinn. Hon hevði biðið Dánjal Martin um at vera klokkara, men hann var í starvi í Havn og kundi ikki koma norður beinanvegin og tí heitti hon á sonin, um at taka tørn. Hon var formaður í meinigheitsráðnum. Og tað var júst soleiðis at Anfinn gjørdist klokkari. Tað eru mong ár síðan nú, hann ringdi fyrstu ferð 29. oktober 1978 og skuldi tað hent aftur, at drotningin kemur á vitjan í Elduvík, man mestur ein fortjenstmedailja verða fest jakkan hjá Anfinni fyri trúgva tænastu, nú hann skjótt hevur verið kirkjutænari í 40 ár. Hann er føddur 7. oktober 1948 og var 30 ára gamal áðrenn hann fór at kalla elduvíkingar í kirkju.

-Tað var nokkso bundið at vera klokkari einsamallur. Her er so lítið fólk eftir og tað er stressandi at ringja aðrastaðni eftir deknum og organistum. Nú eru vit tveir klokkarar og tað er munandi betri, sigur Anfinn Clementsen.

-Eg fór í smiðjulæru á Skála Skipasmiðju sum 15 ára gamal. Johan Lervig var smiðjumeistari og hann var ein maður, sum segði sína meining. Ein góður maður, sum vit høvdu virðing fyri. Fyri meg var tað ein óalmindiliga góð tíð á skipasmiðjuni. Eg var har í yvir 20 ár, sigur hann.

-Men eg bleiv bundin heima sum tíðin leið. Vit hava havt ein seks marka garð og tað krevur sítt. Systursonurin er nú bóndi og eg hjálpi honum. Hagin liggur á eystara armi á Funningsfirði.

-Man troyttast ikki av seyði, mann blívur við. Og seyðahald kann eisini vera keðiligt, serliga um tú er í arbeiði. Tað er keðiligt at fara frá, men eg tími seyðin eisini, sigur hann.

-Vit eru seks systkin og eg eri einsamallur eftir í Elduvík. Tann mittasti beiggin er nógv í Elduvík, tá ið hann er heima. Men heilt einsamallur eri eg ikki. Tá ið eg var farin av 40, møtti eg Eydnu úr Sandavági og hon er nakað her norðuri.

-Eg haldi, at tann besta tíðin fyri meg í Elduvík var, tá ið vit gjørdu vegin. Tá fingu allir menn løn, men ein vegur bjargar ongari bygd. Elduvík hevur ongantíð verið ein stór bygd sum Oyndarfjørður, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.