Skriva út

Andrias Magnussen

Andrias Magnussen
klokkari
Fríðrikskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Tað stutta av tí langa er, at eg eri føddur inn í eina klokkarafamilju. Tað byrjaði í gomlu Nes kirkju. Eg byrjaði sum tiltaksklokkari. Vit avtalaðu at ringja, Ólavur, pápi og eg, sigur Andrias Magnussen, klokkari. Hann er føddur 19. november 1983.

-Til dagligt starvist eg sum aðalskrivari hjá heimamissiónini og vit hava skrivstovu í Nesvík. Hetta var ikki nakað nýtt fyri meg at vera klokkari, eg havi óformelt verið klokkari í mong ár, sigur hann.

-Eg varð eisini spurdur, um eg vildi vera aðalskrivari. Hetta er avgjørt eitt starv, sum gevur meining. Eg havi verið nógv í missiónshúsinum og verið virkin leiðari á legum. Aðalskrivarastarvið er ein heilt nýggj avbjóðing, eitt leiðarastarv burtur av og pláss er fyri at mennast í uppgávuni. Starvið kann gerast eitt lívsstarv, men tað er ikki siðvenja í Føroyum. Síðan heimamissiónin var yvirtikin í 1990 eri eg tann fimti aðalskrivarin seinastu 30 árini, sigur hann.

-Heimamissiónin er mitt í fólkakirkjuni og tá er ikki stórur munur á eisini at vera kirkjutænari, hvat andaliga heimstaðnum viðvíkur, sigur hann.

Andrias er giftur við Elsbet Ellingsgaard Magnussen. Tey eiga ongi børn. Tey búgva í Saltnesi, men fara at byggja á Nesi. Tey hava fingið eitt grundstykki á Gaddavegnum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.