Skriva út

Andras Sólstein

Andras Sólstein
trompetblásari
Christianskirkjan

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Maðurin aftanfyri vakra trompetspælið í Christianskirkjuni eitur Andras Sólstein. Og hann hevur spælt trompet undir gudstænastum leingi, ja upp móti 40 árum. Andras hevur eisini verið virkin í hornorkestrinum í Klaksvík. Andras er føddur 24. juni í 1962.

-Hjørleif Waag Høgnesen var organistur í sjeytiárunum og tað var hann sum vildi hava trompetina í kirkjuna. Eiler Rasmussen spældi trompet fyrstu árini. Hann byrjaði seinast í sjeytiárunum og nakað seinni kom eg upp í leikin. Tað var soleiðis, at pápi mín, Alex Sólstein, skrivaði út nótar fyri Hjørleif, har trompetin eisini var við, sigur Andras Sólstein.

-Vit spæla trompet, tá íð vit vera bidnir. Í byrjanini var tað bara til høgtíðir. Sonurin Páll Klettskarð spælir ofta, um hann ikki er upptikin av fótbólti. Nú er trompetin at hoyra til øll størri tiltøk í kirkjuni. Onkuntíð til konfirmatiónir, jarðarferðir og brúdleyp. Eg eri vorðin eitt slag av kirkjutænara, sigur hann.

-Tað er okkurt grundleggjandi musikalskt við sálmum og hetta hugtekur meg. Eisini at løgini skifta við kirkjuárinum. Eg plagi at venja sunnumorgun ella leygardag. Jóhanna, sum nú er organistur, útsetir eisini nótar, eisini til eitt lítið kór, sum stuðlar undir sálmasanginum, sigur hann.

-Eg haldi, at eg gerist meira sentimentalur við árunum. Tá íð eg var ungur, rørdi tað meg ikki at spæla trompet til jarðarferðir, nú stendur javnan á mær, sigur hann.

Andras hevur verið savnsvørður á Norðoya Fornminnasavni seinastu 20 árini. Hann er giftur við Óluvu Klettskarð og tey eiga tveir vaksnar synir. Fyrsta barnabarnið er ávegis.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.