Skriva út

Amalia í Frammistovu

Amalia í Frammistovu
forsangari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Amalia í Frammistovu er kend fyri at fylgja tí hon innast inni kennir fyri at vera rætt. Og hóast hon var gift í Hvannasundi, valdi hon at búgva á Kirkju og maðurin, sum framvegis búði í Hvannasundi ferðaðist í millum.

-Eg var gift í Hvannasundi, men dámdi betur á Kirkju og tá íð børnini vildu ganga í skúla á Kirkju, var ikki so ringt at velja. Mamma og maður mín, Jústinus í Frammistovu doyðu mest sum í senn og síðan hava eg og pápi verið saman, sigur Amalia í Frammistovu, sum er fødd 27. januar 1959.

-Eg eri forsangari í kirkjuni á Kirkju og fylgi við presti til Hattarvíkar, tá íð hann er og vitjar, sigur hon.

-Eg byrjaði, tá íð Dánial Eli í Hjøllum var lærari. Hann var organistur. Eg sang fyri, tá íð hann hevði feriu og tað geri eg enn, sigur hon.

-Eg fari at búgva á Kirkju so leingi heilsan loyvir tí. Eg havi altíð trivist í bygdini og tað er bara heilsan, sum kann fáa meg at flyta.

-Eg og maður mín, Jústinus í Frammistovu, sáli, fingu fimm børn, tríggjar synir og tvær døtur og tað er vorðið til seks barnabørn, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.