Skriva út

Alexia Hentze

Alexia Hentze
deknur
Sørvágs kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Tey manglaðu ein dekn og Ingun Joensen varð spurd og hon segði, at um eg vildi eisini gerast deknur, so vildi hon og soleiðis gjørdist eg deknur í Sørvágs kirkju. Orðini eigur Alexia Hentze, sum er ættað úr Fuglafirði og býr í Sørvági.

-Eg havi altíð verið kirkjufólk og eri trúgvandi og havi altíð ynskt at tæna Gudi og tað var kanska av tilvild, at eg gjørdist deknur, eg veit tað ikki. Maður mín, sum er sørvingur, vildi heldur búgva í Havn og eg vildi búgva á bygd og nú eru vit her. Tey, sum eg komi saman við eru tilflytarar, bygdafólkið er blítt og eg komi ikki so nógv út, sigur Alexia, sum er uppkallað eftir abba sínum í Fuglafirði, Alexandur, sum var kavari.

-Eg droymdi um at koma út at sigla og eg sigli. Eri annar stýrimaður við Norrønu. Havi eisini verið í frálandavinnuni. Dreymurin er at fara í heitari lond við trúboðaraskipi, eitt nú við Duolos ella Logos Hope, sum er gamla Norrøna. At sigla og samstundis vera í Guds tænastu sum trúboðari er ein dreymur fyri meg.

-Sjálv eri eg av kirkjutænaraætt og tí var tað einki, sum talaði í móti, tá ið eg var spurd um eg vildi gerast deknur. Eg lesi, tá ið eg eri heima og lesi vanliga tríggjar ferðir uppá áðrenn eg fari í kirkjuna. Og viðvíkjandi valinum av lestrum, er tað rættuliga einfalt. Eg velji teir lestrar, sum siga mær nakað. Eg trúgvi ikki, at eg kann bera ein lestur víðari til kirkjufólki, um hann einki sigur mær sjálvum, sigur hon.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.