Skriva út

Agnar Olsen

Agnar Olsen
klokkari
Hósvíkar kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Agnar Olsen er giftur til Hósvíkar og eisini er hann hálvur hósvíkingur. Hann er uppvaksin á Válinum hjá eini mostir. Tey áttu ongi børn. Mamman var í Hósvík. Agnar er føddur 20. desember 1957.

-Eg var nógv í Hósvík sum barn og gekk eisini í skúla har ein yvirgang. Eg var ikki adopteraður, men hevði tvær mammur og ein pápa. Pápa mín kendi eg ikki tá, mamma fekk meg, áðrenn hon varð gift. Eg hitti ikki mín veruliga pápa fyrr enn fýra ár áðrenn eg doyði. Tá lærdi eg pápa at kenna og fekk trý nýggj systkin í Danmark. Man følir seg meira heilan, tá ein veit, hvør ein er.

Agnar eru í frálandavinnuni og er dekkari hjá Skansa offshore í Norra. Hann hevur í samfull 10 ár siglt við frálandaskipum hjá Simon Møkster í Norra sum dekkari. Agnar er giftur við Sólgerð Olsen úr Hósvík og tey eiga ongi børn.

-Eg loysi av sum klokkari. Eg byrjaði í 1995 og var í einum næstu 15 árini í hesum starvinum. Tað passaði til vaktina og eg var klokkari, tá ið eg var heima. Eg havi eisini sitið í mong ár í kirkjuráðnum í samfull 16 ár. Fyrr var tað soleiðis, at kirkjutænararnir vóru einsamallir og sótu leingi í starvinun. Men tað passar ikki heilt til nútíðina. Vit eru í dag fleiri kirkjutænarar, sum skiftast. Alt má lagast til nútíðina, eisini kirkjan, sigur Agnar Olsen.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.