Skriva út

Absalon Lydersen

Absalon Lydersen
deknur
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Absalon Lydersen er gamal maður í dag. Hann er 89 ár, nú eg hitti hann í mars 2021 og hann hevur verið fastur gravari í kirkjugarðinum á Kirkju í mong ár. Og hann hevur eisini gjørt tænastu inni í kirkjuni sum deknur. Absalon er føddur 15. desember 1932.

-Eg havi verið nakrar ferðir deknur og hetta var meðan Esla Funding var prestur á Viðareiði. Hon rósti mær fyri at hava so klára stemmu. Elsa Funding kom aftaná Meinhard Bjartalíð, sigur Absalon Lydersen, deknur í kirkjuni á Kirkju.

-Eg havi flotið alt lívið ella eg havi siglt alt lívið. Fóru sum ungur til skips við Viðoynni. Havi verið við Polarfarinum og Skálaberg. Eg havi verið vitni til, hvussu liviumstøðurnar batnaðu umborð á skipi gjøgnum mína virknu tíð á sjónum. Eg var við týska Skálaberg frá 1964 og trý ár fram, tað var eitt gott skip, sigur hann.

-Og tað var liviligt á Kirkju, meðan eg var ungur. Eg fleygaði nógvan havhest og stutt var á fiskileið. Eg hevði eitt seksmannafar og royndi í fjørðinum og kring oynna. Eg plagdi at avreiða í Hvannasundi. Tað var eitt knoss, men hugaligt var tað. Fyrstu tíðina eg avreiddi við egnum báti tók Kjølbro í móti fiski í Hvannasundi.

-Kona mín kallaðist Laura og tað hevur fruktað væl hjá okkum. Vit fingu sjey børn, eitt doyði einans tríggjar dagar gamalt. Vit hava fingið 15 barnabørn og 28 langbarnabørn, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.