Skriva út

Absalon í Buð

Absalon í Buð
deknur
Hvannasunds kirkja

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

Absalon í Buð er ikki í millum okkara longur, men hann var á lívi, tá íð hendan samrøðan varð gjørd og hann var gløggur neyvur, eins og hann hevði verið nógvar ferðir framman undan, tá vit høvdu prátað saman. Ein klókur maður, sum hevði skil fyri nógvum innan okkara samfelag. Absalon var føddur 1. januar 1948.

-Pápi mín og ommara vóru millum tey fremstu at fáa kirkjuna bygda. Hon stóð liðug í 1949. Pápi mín var deknur frá byrjan. Hann var eisini deknur í skúlanum, har gudstænasta var hildin, áðrenn vit fingu kirkju, sigur Absalon í Buð.

-Eg læs útgangsbøn fyrstu ferð fyrsta jólakvøld í 1968. Eg læs nakrar ferðir í sjeytiárunum í farnu øld, eisini í áttatiárunum, men eg var nógv burtur hesi ár. Í nítiárunum var eg meira heima og tá fór eg at avloysa deknarnar regluliga. Eg mann hava lisið lestur einar 500 ferðir í Hvannasunds kirkju, sigur hann.

-Okkara hús hevur havt rættuliga nógv við kirkjuna at gera og tætt samband hevur verið við prestarnar. Tað hava verið eini 15 prestar í Ónagerði á Viðareiði í mínari tíð og viðareiðisprestur er eisini prestur hjá okkum.  Av hesum 15 prestunum havi eg staðið á kórsgáttini og lisið  hjá teimum 11, sigur hann.

Absalon hevði fleiri álitisstørv innan okkara høvuðsvinnu og hann var skipari á føroyskum línubátum í fleiri ár. Hansara gløgga vit kom mangan til kennar, tá almennir fundir vóru um fiskivinnuna. Hann dugdi at seta viðkomandi spurningar. Og so var hann ein politiskur taktikari av Guds náði, sum var hentur sitandi fiskimálaráðharrum úr øllum flokkum.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á telefon 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.