Skriva út

Absalon Esbern (Ebbe í Frammistovu)

Absalon Esbern (Ebbe í Frammistovu)
klokkari
Kirkjan á Kirkju

Eftir Jústinus Leivsson Eidesgaard

“Eg var 12 ára gamal, tá íð eg byrjaði sum klokkari. Eg varð skrivaður sum kirkjutænari tann 15. desember 2002. Eg minnist, at abbi hevði føðingardag, júst hendan dagin. Tá vóru kirkjutænararnir Jóannes Christiansen, deknur, Ola Jacobsen, organistur og eg var klokkari. Eg standi skrivaður sum klokkari enn,“ sigur Ebbe í Frammistovu, sum er føddur 17. apríl í 1989.

-Eg varð eisini konfirmeraður í kirkjuni á Kirkju. Elsa Funding var prestur og eg var einsamallur konfirmantur, sigur hann.

-Eg og Svanhild skiftust um at vera klokkarar. Men so hendi tað at eg flutti. Hevði meira hug at útforska verðina og eri ikki so nógv longur á Kirkju. Eg havi siglt í Norra og verið við føroyskum línubátum. Eg var við Morgunstjørnuni til hon var løgd, tá fór manningin umborð á Sigmund, sum hoyrir heima á Eiði, sigur hann.

-Seinastu árini havi eg smíðað. Verfaðir hevur eina byggifyritøku og nú havi eg lært í hálvt annað ár. Vit búgva á Toftum. Eg eri giftur við Helgu í Frammistovu, hon er ættað av Toftum og vit eiga tveir dreingir. Vit hava uppkallað báðar abbarnar, sigur hann.

-Vit búgva í húsunum hjá Judith Johannesen, fotografi á Toftum. Hon er nær í ætt við konuna og er flutt á Ellisheim, hon klárar seg ikki sjálv longur. . Hon brúkti húsini til sítt vinnuliga virksemi og her er rúmligt og tey liggja væl fyri við góðum útsýni út á sjógv, akkurát sum á Kirkju, sigur hann.

"Viðmerkingar kunnu sendast til Jústinus Leivsson Eidesgaard á tel. 22 31 43 ella í T-posti: justinus(at)olivant.fo”.