Skriva út

Funktiónsprestar

Fólkakirkjan hevur fleiri prestar í starvi, sum hava uppgávur innan ávís økir.


Ann Hermansdóttir er studentaprestur á miðnámsskúlum kring landið. 
Hon er at hitta á ymsu skúlunum soleiðis: 

Glasir: Týsdag og fríggjardag kl 9.30 til 14.00
Kambsdalur: Hósdag kl 9.30 til 14.00 ( uttan fyrsta hósdag í hvørjum mánað)
Miðnám Vestmanna: Fyrsta mánadag í hvørjum mánað.
Tekniski skúli Klaksvík: Fyrsta mikudag í hvørjum mánað
Miðnám og Heilsuskúlin í Hovi: Fyrsta hósdag í hvørjum mánað

Ann hevur tel. 23 73 34, og er eisini at hitta á ann@kirkjan.fo 
faldara um studentaprestin.
Studentapresturin á sosialu miðlunum:  studentapresturin    studenta_presturin

 


Hanus á Gørðum er sjúkrahús og varðhaldsprestur. 
Arbeiðsstaður er á Landssjúkrahúsinum og í Varðhaldinum í Mjørkadali.


Sverri Steinhólm er diakonprestur. 
Uppgávan er at virka millum teirra, sum hava avbjóðingar í gerandisdegnum og gerast sosialt viðbrekin, eitt nú í mun til arbeiðsloysi, bundinskap ella heimloysi, og skal hann virka í  samspælinum millum tað einstaka menniskjað og samfelagið.


Theodor Eli Dam Olsen er orlogsprestur. 

 


Ólavur Rasmussen, sálarrøktari (konsulent)
Tel. 21 30 13

Uppgávan er at vera sálarrøktari hjá teimum, ið fáa longrivarðandi dóm, og sita dómin í donskum fongslum. 
Vitjað verður í donsku fongslunum nakrar ferðir árliga, har bjóðað verður persónlig samrøðu á føroyskum máli um eitt nú andaligar, kensluligar og vitbornar (intellektuellar) avbjóðingar. Sálarrøktari lurtar og brúkar ástøði og royndir sínar at hjálpa við avbjóðingunum. 
Tilboðið um sálarrøkt er eisini galdandi til avvarðandi. Les grein um evnið og uppgávur her.