Skriva út
Dómpróstaembætið
Dómprósturin er sóknarprestur við dómkirkjuna og er próstur í biskupsdøminum. Harumframt er dómprósturin varamaður hjá bispi. Dómprósturin er fastur limur í próstadømisráðnum og limur í nevndini hjá føroyskum kirkjumáli. Hann er eisini umsitingarligt millumlið millum biskup og kirkjuráð.
3. hvørt ár hevur dómprósturin sýn av kirkjum.