Skriva út

Føroya biskupur

25. november 2007 varð Jógvan Fríðriksson biskupsvígdur. Tað var Hans J. Joensen, biskupur, ið vígdi eftirmann sín.

Jógvan er føddur og uppvaksin á Strondum. Føddur 19. februar 1957 sum elstur av trimum systkjum. Foreldrini eru Frederik og Elsebeth Malena Johansen.


Í 1977 varð Jógvan nýmálsligur studentur. Hann las gudfrøði á Fróðskaparsetur Føroya í 1978-80. Síðani helt hann fram við lestrinum við lærda háskúlan í Århus og tók prógv haðani á sumri 1985.

Áhugin til sjógvin dró øll ungdómsárini, og Jógvan hevur siglt eitt fitt tíðarskeið. Í 1982 var hann sjómaður burtur av og hevði farloyvi frá lestrinum. Náttúran á landi og sjógvi myndar bæði hugsan og gudfrøði.

Í 1980 vórðu Maria Eiriksdóttir og Jógvan hjúnavígd í Skála kirkju. Børnini eru fýra í tali.  Fróði (79), Anna (82), Elsa (86) og Kristian (93).

Hin 1. februar 1986 tók Jógvan við kallinum sum sóknarprestur í Norðoya Eystara Prestagjaldi. 1. mars 1992 tók hann við kallinum sum sóknarprestur í Sjóvar prestagjaldi.

Jógvan hevur hildið hópin av fyrilestrum, ið onkursvegna nema tilveruna og fólksins gerandisdag. Eyðkennið fyri fyrilestrarnar er tilvitanin um tilverunnar kor sum avgerandi fyri lívsdygd og góðsku.

Hin 1. desember 2007 tók Jógvan Fríðriksson við embætinum sum biskupur Føroya. Fólkakirkjan og evangeliið um Jesus eru stavnhald og ástøði, - kjølfesti lívsins.

Jógvan Fríðriksson
Vís meira