Treytir og dátuverndarkunning

Kjatt skipanin goymir ikki kjatt samrøðuna ella upplýsingar frá tær. Tá samrøðan er endað, verður hon sjálvvirkandi strikað.
Tekniskir upplýsingar sum IP-adressur verður ikki goymt.

Kjatt skipanin goymir hagtøl fyri bíðitíð, nær samrøða byrjar, og hvussu leingi hon varðar.

Eftir samrøðuna skrásetur presturin heitið á umrødda evninum við endamáli at savna inn hagtøl. Tað kann vera sorg, parlag, angist, einsemi, misbrúk, trúgv ella annað.

Ongir persónsupplýsingar vera skrásettir.