Skriva út

Dópur



-Føðing, dópur og navnagáva
Tá ið barn verður føtt, sendir ljósmóðirin føðifráboðan til sóknarprestin / kirkjuskrivstovuna, í tí prestagjaldi har móðirin býr. Sóknarpresturin / skrivstovufólkið sendir síðani føðifráboðan til Landsfólkayvirlitið og Fólkayvirlitið í tí kommunu, har móðirin býr.

Barnið skal hava fingið navn í seinasta lagi 6 mánaðir eftir føðingina.

Tá ið barnið skal hava navn, venda foreldrini sær til sóknarprestin / kirkjuskrivstovuna við fráboðan um navnið. Navnið skal vera samsvarandi galdandi reglum. Navnabræv verður síðani latið, og sóknarpresturin / skrivstovufólkið sendir navnafráboðan til Landsfólkayvirlitið, Fólkayvirlitið í tí kommunu, har móðirin býr, og Navnanevndina.

Eru foreldrini ikki gift er neyðugt at hava fingið greiði á faðirskapssakini frammanundan.

Skal barnið umframt navnagávu eisini doypast, venda foreldrini sær somuleiðis til sóknarprestin / kirkjuskrivstovuna við fráboðan um navn og faddrar.

Undan dópinum hava foreldrini samtalu við sóknarprestin og / ella tann prestin, ið doypa skal.

Eftir dópin verður dópsbræv latið og sóknarpresturin / skrivstovufólkið sendir umframt navnafráboðan eisini dópsfráboðan til Landsfólkayvirlitið, Fólkayvirlitið í tí kommunu, har móðirin býr, og Navnanevndina.

Verður eitt barn doypt aðrastaðni, enn tað er skrásett, boðar sóknarpresturin / skrivstovufólkið skrásetingarstaðnum frá. Foreldrini kunnu tá fáa dópsbræv bæði í tí prestagjaldi, har barnið varð skrásett, og har tað varð doypt.

Navnagáva má fara fram á skrásetingarstaðnum.

Vilja foreldur, ið búgva í Danmark, hava barn sítt doypt í Føroyum, mega tey lata prestinum, ið doypa skal, viðkomandi skjøl við upplýsing um barn og foreldur. Hesi skjøl fáast á kirkjuskrivstovuni í tí kirkjusókn, har foreldrini hoyra heima í Danmark.

Við tað at danski navnalistin yvir góðkend nøvn ikki samsvarar við hin føroyska, kann tað vera skilagott at navngeva barnið áðrenn komið verður til Føroya til tess at sleppa undan stríði um nøvn.

Búgva foreldur aðrastaðni enn í Danmark, mega tey somuleiðis hava tey neyðugu skjølini við, sum galdandi eru í tí landi, har tey búgva.

Fólkakirkjan doypir bæði børn og vaksin.

Tá ið talan er um vaksnamannadóp skal presturin veita honum / henni, ið doypast skal, frálæru undan dópinum.

Dópurin er eitt sakramenti, tað merkir: ein heilag gerð innsett av Jesusi sjálvum undir sjónligum tekni, sum er vatnið.

Dópsboðið
“Og Jesus steig fram og talaði til teirra og segði: “Mær er fingið alt valdið í himli og á jørð. Farið tí og gerið øll fólkasløgini til lærusveinar mínar, við tað at tit doypa tey til navns faðirsins og sonarins og hins heilaga anda, og við tað at tit læra tey at halda alt tað, ið eg havi boðið tykkum. Og sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda.”” Matt. 28,18-20.

“Men tá ið góðska og mannakærleiki Guðs, frelsara várs, vórðu opinberað, frelsti hann okkum, ikki fyri rættferðar gerninganna skuld, sum vit høvdu gjørt, men av miskunn síni, við baði endurføðingar og endurnýggjanar í heilagum anda.” Tit. 3,4-5.

Í dópinum verða vit endurfødd og fáa fyrigeving syndanna og Heilaga Andan.
“Men Pætur segði við teir: ”Vendið um, og ein og hvør tykkara lati seg doypa í navni Jesu Krists til fyrigevingar syndanna, og tit skulu fáa gávu heilaga andans.”” Áps. 2,38.

Soleiðis gerast vit limir ikki bert í fólkakirkjuni, men eisini á likami Krists, sum er heilaga kirkja hansara bæði á jørð og á himni.

Neyðugt er at trúgva og at liva í tí, sum dópurin gevur.
“Vit eru tí grivin við honum við dópinum til deyðans, til tess at eins og Kristus varð vaktur upp frá deyðum við dýrd faðirsins, soleiðis skulu vit eisini ganga í nýggjum levnaði.” Róm. 6,4.

Hvør kann vera faddur?
Til tess at standa faddur krevst, at viðkomandi er doyptur við kristnum dópi. Tað merkir sostatt, at fólk úr øðrum kristnum kirkjum og samkomum kunnu standa faddur. Vegleiðandi kann sigast, at fólk um fermingaraldur kunnu standa faddur.

Tala til foreldur, faddrar og kirkjulið í sambandi við barnadóp:
“Tit, ið eru foreldur og faddrar at hesum barni, kunnu nú vitna, at tað er doypt til navns Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans og er vorðið limur í hinum heilaga samfelagnum - kirkju Jesu Krists.

Vár Harra Jesus Kristus hevur boðið okkum bæði at doypa og læra tey doyptu at halda alt tað, ið hann hevur boðið okkum. Tá ið børnini tí verða doypt í tí væntan, at tey verða lærd upp í hinum kristna barnalærdóminum og læra trúfesti ímóti kirkjuni, hava tit foreldur við at lata barn tykkara doypa, átikið tykkum hesa heilagu ábyrgd. Biðið fyri barni tykkara og lærið tað at biðja. Lærið tað at ganga í kirkju og at koma til Harrans máltíð, so at tað kann koma at kenna seg heima í tí kirkjuliði, sum tað nú er ein partur av og læra at elska Gud, tilbiðja hann, og tæna næstanum í kærleika. Verið bæði í hesum og í dagliga lívi tykkara barninum eitt gott fyridømi.

Tit faddrar, stuðlið foreldrunum í hesum gerningi teirra. Havið umsorgan fyri tí barni, sum tit eru faddrar at, og biðið fyri tí.

Um so verður, at foreldrini doyggja ella missa førleikan, áðrenn barnið er tilkomið, skulu tit, um tit eru har hjá og hava møguleika til tess, hava umsorgan fyri, at tað verður lært upp í hini kristnu trúnni.

Saman við foreldrum og faddrum hevur eisini kirkjuliðið sína ábyrgd og eigur at vísa umsorgan við at gera sítt til, at hetta barn verður leitt fram á trúarleið, so at tað má vaksa og búnast í kristnari trúgv og verða verandi í Kristi, eins tað nú við dópinum er gróðursett í honum.

Til tess veiti Gud okkum hjálp sína og signing.”

Tala til hin doypta, ið kann svara fyri seg (stór børn, ung og tilkomin), faddrar og kirkjulið:
“Tú ert nú í heilagum dópi vorðin endurføddur / endurfødd til at vera Guds kæra barn og limur í hini heilagu kristnu kirkjuni - kirkju Jesu Krists.

Tæna tí Harranum Gudi tínum í trúgv, tilbiðjan og tænastu. Les og hoyr orð hansara hugaliga, kom til hina heilagu kvøldmáltíðina og liva síðani sum tað sømir seg einum sonnum kristnum menniskja.

Tit, faddrar, sum nú kunnu vitna, at N er doyptur / doypt til heilaga navn hins tríeinda Guds, eiga í kærleika og umsorgan at stuðla og hjálpa honum / henni og biðja fyri honum / henni, at hann / hon má styrkjast í trúnni og liva eitt kristiligt lív.

Eisini kirkjuliðið hevur sína ábyrgd og eigur at vísa umsorgan við at gera sítt til, at N, ið nú er doyptur / doypt verður leiddur / leidd fram á trúarleið, so at N má vaksa og búnast í kristnari trúgv og verða verandi í Kristi, eins hann / hon nú við dópinum er gróðursettur / gróðursett í honum.

Til tess veiti Gud okkum hjálp sína og signing.”

Set teg í samband við prest
Vís meira
Góðkend fólkanøvn

Vitja Málráðið

Vís meira