Skriva út

Brúðarvígsla



Tá ið kvinna og maður vilja ganga saman í hjúnalag, skulu tey venda sær til prestin, ið hevur ábyrgd av vígslukirkjuni, at verða innskrivað og skrivað undir skjalið ”Hjúnalagsváttan”. 

Bústað í Danmark ella øðrum norðurlondum
Býr brúðarparið í Danmark og ynskir at vígast í Føroyum, mugu tey hava ”Prøvelsesattest” við. Hetta fæst á kommunuskrivstovuni í tí kommunu, har brúðarparið býr. 
Tær luthersku kirkjurnar í Norðurlondum samstarva sínámillum. Tí er nøkulunda sama mannagongd galdandi fyri pør úr Finnlandi, Svøríki, Noregi, Grønlandi og Íslandi, sum eisini kunnu verða vígd í fólkakirkjuni.

Onnur lond
Pør úr øðrum londum enn Norðurlondum kunnu verða vígd í føroysku fólkakirkjuni treytað av, at annar parturin upprunaliga kemur úr Føroyum ella hevur / hevur havt uppruna her.

Kirkjulig brúðarvígsla
Eru bæði limir í fólkakirkjuni, hevur parið rætt til at verða vígt í fólkakirkjuni. Er einans annar parturin limur í fólkakirkjuni, kann parið verða vígt í fólkakirkjuni. Hin einstaki presturin tekur sína egnu avgerð.

Kirkjulig brúðarvígsla fer vanliga fram í kirkjuni; tó kann vígslan eisini fara fram í prestagarði ella heima. Undir serligum umstøðum, t.d. vegna sjúku, kann vígslan fara fram á sjúkrahúsi ella øðrum stovni.
Áðrenn brúðarvígsluna hevur brúðarparið samtalu við prestin, ið víga skal, og samstundis gevur hann teimum vegleiðing um, hvussu brúðarvígslan fer fram. 
Brúðarparið finnur tvey vitni til brúðarvígsluna. Eitt vitni til brúðrina og eitt til brúðgómin. 

Uppafturgifta
Tey, ið hava verið gift áður, hava rætt til at verða vígd í fólkakirkjuni. Í slíkum føri má skilnaðarbræv verða latið prestinum og viðurskiftini í fyrra hjúnalagnum vera uppgjørd ella ávegis uppgjørd.
Hin einstaki presturin hevur rætt til at bera seg undan at víga fráskild, men skal í slíkum føri vísa á annan prest. 

Giftast í samkomuhúsi ella borgarliga
Brúðarvígsla kann eisini fara fram í samkomuhúsi hjá kristnum samkomum, sum hava vígslumyndugleika. Somuleiðis kann eitt par velja at giftast borgarliga, og venda tey sær tá til hin borgarliga myndugleikan, ið hevur giftimyndugleika. 

Løgfrøðiliga eru kirkjulig brúðarvígsla, brúðarvígsla við samkomuleiðara og borgarlig gifting javnsett. Men í kirkju og samkomu verður eins stórur dentur lagdur á heilagleikan í hjúnalagnum, Guds fyriskipan og signing.

Vígslumyndugleikin boðar Fólkayvirlitinum og Navnanevndini frá brúðarvígsluni.

Støðið undir kristna hjúnalagnum er at finna í Guds skapanarskipan.
”Og Gud skapaði menniskja eftir síni mynd, í Guds mynd skapaði hann tað, sum mann og konu skapaði hann tey, og Gud vælsignaði tey.” 1. Mós. 1,26-28a.

”Og Jesus sigur um heilagskap og friðhalgi hjúnalagsins: ”Hava tit ikki lisið, at Skaparin frá upphavi skapaði tey mann og konu og segði: ”Tí skal maður fara frá faðir sínum og móður síni og halda seg til konu sína, og tey tvey skulu verða eitt hold?” So eru tey ikki longur tvey, men eitt hold. Tað, sum Gud tí hevur saman komið, má maður ikki sundur skilja.” Matt. 19,4-6.

Set teg í samband við prest
Vís meira