Skriva út

Morgunstjørnan yvir Wittenberg (1)



Morgunstjørnan yvir Wittenberg
- Søgan um Katharine von Bora - kona Martin Luther. 

Tjúkkar bøkur eru skrivaðar um Martin Luther, men tað er ikki fyrr enn í nýggjari tíð, at áhugi er fyri hjúnabandinum og konu hansara Katharine von Bora, ið var nunna og giftist Luther 24 ára gomul. 

Katharine var tann, ið “ráddi fyri borgum”, hon stóð fyri øllum tí fíggjarliga og sigst at hava verið ómetaliga dugnalig at fyriskipa. Sambandið teirra millum gjørdist fyridømi hjá modernaðu lutherska hjúnabandinum. 

Luther elskaði sína Kæthe, og í brøvum kallar hann hana: “Mín hjartans kæra”, “Morgunstjørnan yvir Wittenberg” og í spølni eisini: “Mín Harra Kæthe.” 

Fyrsta framførslan verður 6. oktober kl. 19.30 í Posthúskjallaranum í Klaksvík. 

Til ber at bíleggja sýning á eymaleikur@gmail.com 
ella á www.facebook.com: Eymaleik.