Skriva út

Kristi himmalsferðardagur

Tekstur: Lukas 24,46-53. Seinna tekstarøð

- Prædika - Tvøroyrar kirkja hundrað ár í 2008

Bøn:Kæri himmalski faðir! Takk fyri kirkjuna, grið- og hvíldarstaðin. Takk fyri kærleika tín, at vit eru elskað við einum ævigum kærleika. Tær, sum ikki tørvar rúm og rúmd, gev okkum at hýsa hvørjum menniskja í húsi tínum. Gev okkum við anda tínum at virka tær til æru og medmenniskjum okkara til signingar. Amen.
                                   
2. tekstarøð : Lukas 24,46-53.

Stimbrandi er tað fyri sálina, at dagar eru, ið eru størri enn aðrir. Ikki so at skilja, at vit skulu undirmeta tað dagliga. Men, kveikjandi er at varnast, at júst vit eru partur av eini alheims gleði, ið røkkur frá jørðini inn í Guðs æviga himmal.

Hátíðardagur mikil er runt Trongisvágsfjørð, nú Tvøroyrar kirkja fyllir hundrað ár. Kærleikin til halgidómin saman við ynskinum um góðar karmar føddi ta hugsan, at nýggj kirkja skuldi byggjast kirkjuliðinum til gagns og signingar og Guðs navni til heiðurs og æru.

Hátíðardámur, tí kærleikin til fedranna kirkju er hin sami í dag, nú kirkjan sum bygningur rundar eina øld. Trúfastir tænara, ið kendu kallið at gera tænastu. Kirkjuráð, ið løgdu sær nær og gingu um kirkjuna við kærleika. Fólkið, kirkjuliðið, sum gerandis og heilagt, í gleði og sorg, møtti lívsins Guði á heilagum staði. Og júst hetta, at møta Guði í orði og sakramentum, gav styrki til dagin og vegin.

Á ein hátt er tað nakað merkisvert og spennandi í hesum, at kirkjan er vígd Krists himmalsferðardag. Í kirkjuárinum er hesin dagurin til minnis um Krists himmalsferð, at tíð Jesu á foldum er runnin, og at hann fer heim aftur til faðirsins dýrd.

Júst í hesum veruleika liggur alt kirkjunnar virksemi. Tíðarbilið  ímillum Krists himmalsferð og hansara afturkomu á himmalsins skýggjum er tíð kirkjunnar. Í hesi tíð verður evangeliið prædikað til umvendingar og fyrigevingar syndanna. Kirkjusøgan byrjar á ein hátt við Krists himmalsferð, og byrjanin verður staðfest á hvítusunnu, tá heilagur andi sum talsmaður Jesu fylti húsið, sum lærusveinarnir sótu í, og síðani vórðu allir lærusveinarnir fyltir av hinum heilaga anda.

Í hesum tíðarbili fram til Jesu afturkomu virkar hin kristna kirkjan. Sagt hevur verið, at lærusveinar Jesu væntaðu Guðs ríkis komu við tað sama, men ístaðin fingu teir eina kirkju. Í hesi løttu málisku liggur ein stórur sannleiki, at kirkjan er himinsins forgarður á jørðini. Við Jesu afturkomu er søgan hjá tí kristnu kirkjuni skrivað, og dagar hennara á jørð taldir.

Men júst hetta bæði ásetur og avmarkar kirkjunnar støðu. Kirkjan skal prædika evangeliið um Jesus, prædika umvending og fyrigeving syndanna. Tann staðbundna kirkjan er partur av alheimskirkjuni, samfelag teirra, sum eru í Kristi Jesusi. Í  samfelag teirra heilagu er uppgávan at prædika í orði og verki, gera tænastu og útinna miskunnarverk.

So greið uppgávan er, so sjónlig er hennara avmarking. Kirkjan er ikki himmalin, hon er himinsins forgarður. Kirkjan er staðið, har menniskju søkja tað himmalska, tí her er Guð at finna, her býr hann mitt í fólkinum. Guð hevur eina adressu á jørðini, har hann er at finna í orðinum, baðnum og borðinum. Tó, so er Guð størri enn alt gjørt við manna hond. Hann býr ikki einvíst  í templum gjørdum við hondum, og sum eru evnað úr jarðiskum tilfari. Guð hevur bústað á himni og á jørð.

Tá templið í Jerúsalem varð vígt, grundar Sálomon kongur yvir Guðs stórleika, at bústaður Guðs er tvíliðaður. Kongur spyr henda spurningin : “Men man Guð veruliga búgva á jørðini? Sí himnarnir, ja himnanna himnar taka teg ikki; hvussu nógv minni tá hetta húsið, sum eg havi bygt?”

Ein stórur spurningur, ið er torførur at svara, torførur at fata. Men Guð kom konginum til hjálpar. Tá templið varð bygt liðugt, birtist Harrin fyri kongi og segði : “Eg havi hoyrt bøn og bønligu ákallan tína, ið tú hevur borið fram fyri ásjón mína; eg vil halga hetta húsið, ið tú hevur bygt, og lata navn mítt búgva har um ævir, og eygu míni og hjarta mítt skulu dvølja har allar dagar.” (1. Kongabók 9,3)

Júst Guðs egna útsøgn, ið sigur frá, at navn hansara býr um ævir í templinum, er teim kristnu eitt dýrabart lyfti. So vita vit frá Guði sjálvum, at navn hansara hevur ein bústað á jørðini. Har navn Guðs býr, har er Guð sjálvur til staðar livandi og hjástaddur.

So týdningarmikil er kirkjan, halgidómurin, hin heilagi staðurin. Áhugavert er at síggja, at evangeliið eftir Lukas byrjar og endar í halgidóminum. Byrjanin er vøkur, har hoyra vit t.d. sagt frá um Sakarias og Elisabet, sum í høgum aldri fingu sonin Jóhannes, ið er betur kendur undir navninum doyparin.

Meðan Sakarias gjørdi prestatænastu í templinum, bar ein eingil honum hesi tíðindi : “Óttast ikki, Sakarias, tí at bøn tín er hoyrd, og Elisebet, kona tín, skal føða tær ein son, og tú skalt lata hann eita Jóhannes.” (Lukas 1,13)

Ikki minni vøkur er frásøgnin um Jesu føðing og tann løtan, tá Jesus átta dagar gamal varð borin niðan í templið og umskorin. Í templinum møta foreldur Jesu tveimum aldrandi fólkum, Símeoni og Annu Fanuelsdóttir.

Tey vøkru orðini hjá Símeoni lýsa missión uttan landamørk. Frelsa Guðs er fullkomin, og hon fevnir øll. “Harri, nú letur tú tænara tín fara í friði eftir orði tínum; tí at eygu míni hava sæð frelsu tína, sum tú hevur búgvið til fyri øll fólkasløg, eitt ljós at lýsa fyri heidnum monnum og eina dýrd fyri Ísrael fólk títt.” (Lukas 2,29-32)

Í hesum sambandi stendur skrivað, at hin gamli Símeon vælsignaði tey. Samstundis boðaði hann frá, at lívsverk Jesu fór at verða bæði til fals, uppreisingar og eitt mótmælismerki.

Tað er í hesi profetisku útsøgn hjá Símeoni, at evangeliið kemur til sjóndar. Í skilnaðartalu síni tekur Jesus afturíaftur, og  sagt verður at Kristus eigur at líða og rísa upp frá deyðum triðja dagin. Jesu líðing og deyði, hansara sónandi offur staðfest við uppreisn páskamorgun, er innihaldið í signingini. Í signingini hjá Símeoni og tí vælsignilsi, ið Jesus lýsir yvir lærusveinarnar, er grundarsteinurin lagdur til alla missión bæði úti og heima.

Templið í Jerúsalem var útgangsstøðið fyri tí missión, ið lærusveinarnir byrjaðu stutt eftir Jesu himmalsferð. Á sama hátt er kirkjan á staðnum - sum partur av samfelagi teirra heilagu - kallað at bera tey gleðiboð heima og úti í heimi, at vit í trúnni á Jesus eru arvingar til ævigt lív og eiga lut í himmiríkisins sælu um ævir.

Nú Jesus hevur kunnað lærusveinarnar um skriftina, boðið teimum at prædika fyri øllum fólkasløgum og givið teimum lyfti um kraft frá tí høga, tekur hann samanum. Hann lyftir upp hendur sínar og vælsignar teir.

Og tað hendi, í tí at hann vælsignaði teir, skildist hann frá teimum og varð lyftur upp til himmals.

Henda frásøgnin er ómetaliga rík. Tað er tað vakrasta hugsast kann, at vælsigna og lýsa signingina. Signingin skapar ein Guðs ríkis veruleika mitt í tí tímiliga. Hon letur ævinleikan nema jørðina. Um eg einki annað kann avrika sum prestur, so er tað mær dýrabart at lýsa signing Harrans.

At hevja hendurnar, vælsigna og lýsa signingina er kirkjunnar fremsta uppgáva. At prædika evangeliið um Kristus, umvending og fyrigeving syndanna. Evangeliið er ein Guðs kraft til frelsu fyri hvønn tann, sum trýr. Umvendingin er ein nýggjur møguleiki at liva eitt nýtt og óspilt lív. Fyrigeving syndanna er ein opin hurð út á fríar fløtur í frælsi. Í trúnni á Jesus sum Harra og frelsara eru møguleikar til eitt gott og innihaldsríkt lív.

So mangan er signingin lýst yvir Trongisvágs fjørð. Í hundrað ár úr somu kirkju á sama staði. Í sama umhvørvi á øðrum staði langt aftur í søguliga tíð er signingin lýst yvir fólkið, ið her búði og býr. Har signingin ljóðar er Guðs navn virki og skapar frið og sælu. Hin kristna trúgvin er ein veruleiki, ikki einans ein áskoðan. Hin kristna trúgvin heldur, tá á stendur. Í trúnni á Jesus sum harra og frelsara verða vit borin. Borin heim og inn í himmalin, har vælsignandi hendur taka ímóti, lýsa frið og sælu.

Meðan vit eru foldum á eru vit støðugt í halgidóminum. Í Jesu navni og sum sendiboð Guðs hevjar presturin hendur sínar og lýsir signingina. Tá hon ljóðar, fyllast tómar hendur, og friður nemur óttafult hjarta.

Signingin er tað ríkasta. Hon gevur alt, føðir øll og fyllir hin signaða við fylling Guðs. Sum skrivað stendur : “Harrans signing, tað er hon, ið ríkar, og egin møði leggur einki afturat.” (Orðtøkini 10,22)

Tey komandi hundrað árini kunnu vit grunda yvir, hvussu nógv vantar í, har signing Harrans verður lýst. Vit kunnu samstundis spyrja, hvussu nógv veruliga er til staðar, har Harrans signing ikki krýnur verkið?

“Harrin vælsigni teg og varðveiti teg! Harrin lati andlit sítt lýsa yvir teg og veri tær náðigur! Harrin lyfti upp ásjón sína yvir teg og gevi tær frið.

Amen.