Skriva út

4. sunnudagur í advent



Tekstir: Fil 4,4-7 og Jóh 1,19-28

Sálmar: 614-90/609-131

Prædika: Gleði tykkum! Harrin er í nánd!
Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans! Amen.
Gleðið tykkum í Harranum altíð! Eg sigi uppaftur: Gleðið tykkum! Harrin er í nánd! Fil 4,4
Í dagsins epistli talar ápostulin Paulus um gleðina og tað at gleðast.
Og sum kristin menniskju hava vit góða orsøk at kenna okkum sum eitt fegið og eydnuríkt fólk, tí føðingardagur frelsarans er í nánd. Koma Harrans inn í henda heim er nærri í dag, enn hon var í gjár, og tí fyrireika og stákast vit, stór sum smá, til jólahøgtíðina stóru.
“Harrin er í nánd!”, minnir dagsins epistul okkum á.
Tað man kortini vera so ymiskt, hvussu fyrireikað vit eru til jólahøgtíðina.
Tað eru kanska ikki øll, sum hava eins lætt við at finna inn til ta gleði og frøi, sum ápostulin her talar um. Kanska tí at jólafriðurin og jólagleðin, sum eigur at valda í hjørtum okkum, ikki er eins atgongiligur og lættur at finna hjá teimum, sum leita í hesum døgum.
Meg minnist serliga eina jólaaftan í Danmark. Eg var undur lestri um hetta mundið og skuldi til próvtøku á skúlanum beint eftir nýggjár. Skotbráið var stutt, og hevði eg tískil gjørt av at halda jól einsamallur í Danmark. Hevði í staðin valt at taka á meg starv í Mariukirkjuni á Vesterbrogade í Keypmannahavn jóladagarnar. Jólaaftan kom ein einslig, ung kvinna, sum var rúsevnismisnýtari og heimleys. Hon spurdi, um hon kundi læna telefonina, til tess at ringja heim. Ynskti at spyrja foreldur síni, um hon kundi koma heim sama kvøld at halda jól saman við teimum og systkjum sínum. Løtan var henni lagalig, tí tokið koyrdi um stutt bil niðan hagar, ið foreldrini búðu, og bar hon seg skjótt at, so mundi tað fara at eydnast henni at vera við. Eg vísti henni inn í eitt rúm, har ein telefon stóð, sum hon kundi brúka.
Men skjótt skiltist á telefonsamrøðu kvinnunnar og foreldranna millum, at ikki var alt, soleiðis sum tað átti at vera. Stundum hoyrdust róp, stundum grátur, og stundum var long tøgn.
Eina løtu seinni kom kvinnan út aftur úr rúminum. Við tárum í eygunum og gráturødd takkaði hon fyri, at hon var sloppin at læna telefonina og ynskti mær gleðilig jól. Eg ynskti henni somuleiðis eini gleðilig jól.
Nakrar mánaðar seinni var jarðarferð úr Mariukirkjuni. Tað var unga kvinnan, sum hevði roynt at biðja um innivist og friðskjól heima hjá foreldrunum jólini fyri, men til fánýtis. Nú stóð hon undir børu.
Tey, sum møtt vóru upp til jarðarferðina, vóru hvørki glæsilig ella fín á at líta. Har vóru rúsevnismisnýtarir og heimleys, tjóvar og landastrok. Hesi fyltu kirkjuna tann dagin. Men hesa signaðu løtu vóru tað tey, ið vóru nærmastu skyldfólk hennara, ið farin var. Hon var gloymd av sínum egnu; kortini var hon ikki gloymd av teimum heimleysu og hjálparleysu, tjóvum og landastrokum.
Og tað er hetta, ið gleðiboðskapur í adventini hevur at týða fyri øll tey, sum vænta komu Harrans.
Jesus segði: “Andi Harrans er yvir mær, av tí at hann hevur salvað meg, til at bera fátækum gleðiboð. Sent hevur hann meg út til at boða fangum frælsi og blindum sjón, til at sleppa neyðstøddum leysum, til at kunngera eitt Harrans náðiár!” Luk 4,18
Kongur okkara er á veg, til tess at boða okkum øllum, uttan mun til hvørji vit eru og hvussu vit síggja út, eitt Harrans náðiár.
Adventin er tíðin, tá ið vit tora at vóna og vænta, at vit ganga fram móti nýggjari og betri tíðum.
Og øll vænta vit nakað av lívinum. Vænta at fáa sum best burtur úr lívsins viðurskiftum undir teimum korum, vit nú einaferð eru fødd og sett at liva og starva undir. Vit vóna tað besta fyri okkum sjálvi, at vit mega fáa tað starv, sum vit altíð droymdu um, og at tað má gerast eitt hugtakandi yrki. Vit vóna eisini tað besta fyri tey, sum vit hava rundan um okkum, maka, vinir og øll tey menniskju, sum vit annars møta í dagligum lívi og verki.
Somuleiðis vóna vit eisini tað besta fyri børn okkara, at lív teirra má fara at eydnast og gerast ríkt og fullkomið, ynskja og vóna at teimum má verða eitt langt lív lagað við miklari gleði og framburði.
Men so vita vit eisini, at vónir og væntanir kunnu bresta. Starvið, sum vit við treysti fóru undir, vísti seg kanska at verða alt annað enn hugtakandi og spennandi. Tey, vit hildu vera vinir okkara, kanska sviku okkum, so at vónin í staðin gjørdist eitt satt vónbrot. Vón og væntan ganga ikki altíð hond í hond.
Soleiðis eru korini.
Kortini ber adventin boð um vón. Her er kortini ikki talan um eina og hvørja tilvildarliga vón, men um vón trúarinnar, har sum vit seta vón og álit okkara á Guð og vænta komu hansara sum eitt líti barn, reivað og liggjandi í krubbu í einum fjósi. Hesa sælu vón og væntan kunnu vit trygt og óttaleyst byggja álit okkara á, tí hann svíkur ikki.
Dagsins heilaga evangelium sigur frá Jóhannesi Doyparanum og vitnisburði hansara. Honum var fingin tann lutur upp í hendur at vera boðberi gleðinnar. Jóhannesi varð litið upp í hendur “at rudda veg Harrans og gera beinar leiðir hansara...”
Hansara uppgáva var tískil at fyrireika fólkið til komu Jesu inn í henda heim við boðskapinum um, at nakað einastandandi var um at henda. Ein hending, ið fór at spreingja alla vanliga menniskjansliga hugsan og fatan og broyta heimin.
Men Jødarnir misskiltu boðskap Doyparans, hildu Jóhannes sjálvan vera tann, ið koma skuldi, og spurdu tískil: “Ert tú Kristus“ Men Jóhannes svaraði teimum og segði: “Eg eri ikki Kristus... men eg eri rødd á einum, sum rópar í oyðimørkini: Gerið beinan veg Harrans... Mitt ímillum tykkara stendur hann, sum tit ikki kenna, hann sum kemur aftan á meg, sum eg ikki eri verdur at loysa tveingirnar hjá.“
Jóhannes Doyparin setti seg sjálvan til viks og peikaði á ein annan, ið var størri og máttmiklari enn hann sjálvur, Jesus Kristus.
Og tað er hetta í dagsins heilaga evangelium vil læra okkum hesi jólini: at vit øll, tú og eg, mega duga at seta okkum sjálvi til viks eina løtu, til tess at gera rúm fyri nøkrum betri og størri í hjørtum okkara.
Latum okkum tí hvør í sínum lagi leggja allan menniskjansligan errinskap og sjálvsøkni til síðis, og heldur lata dyrnar upp til hjørtu okkara, til tess at veita rúm fyri jólafriðinum og jólagleðini, sum kemur til okkara sum líti barn, reivað og liggjandi í krubbu.
Latum okkum ikki sýta nøkrum menniskja innivist ella friðskjól, sum bankar á dyr okkara.
Dagurin í dag er stytsti dagur í árinum og tískil eisini hin myrkasti. Hetta er samstundis seinasti sunnudagur í advent, og vit hava tendrað fjórða ljósið í adventkransinum. Vit tendra meira ljós til merkis og áminningar um, at Guðs sonur er í nánd.
Hitt heilaga ljósið, sum lýsa skal alla verøld upp, er um at koma í heimin.
Ljós vónarinnar lýsir longu nú í adventini, tí kongur okkara er á veg. Kongur okkara, sum er vónin borðin í hold. Hann, sum skapað hevur allan mannaheimin og alheimin, hann sum heldur øllum lutum uppi og dag frá degi endurskapar alt við endurnýggjandi kraft síni, er á veg til okkara. Og hann kallar okkum ikki við verðsligum kongadømi, men við kongadømi hjartans, sum er innan í okkum.
Latum okkum tískil lata dyrnar upp og bjóða Jesusi vælkomnum inn í hjørtu okkara, til tess at reinsa alt tað, sum býr innan í okkum.
Lat tað verða bøn okkara í dag, lat tað verða støðugu vón og trúgv okkara, at kirkjuárið, sum vit eru farin undir, má fara at gerast eitt Harrans náðiár fyri hvønn einstakan av okkum, bæði teg og meg.
Latum okkum tí biðja saman við sálmaskaldinum, sum syngur:
Mín hjartahurð skal opnast tær,
kom, Jesus mín, og gist hjá mær.
Lat tað av náði verða svá,
at eg tín kærleik ognast má.

Æraður veri faðirin og sonurin og heilagi andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir! Amen.