Skriva út

2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima) (3)



Tekstur: Lukas 8, 4-15. Fyrra tekstarøð

(Innsetingarprædika í Viðareiðis kirkju 3. februar 2013)

“Men tann góða jørðin, tað eru tey, sum tá ið tey hava hoyrt orðið, goyma tað í einum vøkrum og góðum hjarta og bera frukt í tolni”.

Tolni er vísdómsins fylgisveinur verður sagt. Tolni er neyðugt, og ein kann ikki beinanveg heysta tað, ið sáað er, sigur Søren Kierkegaard.

Tolni, ella tað at vera tolin, er nakað, okkara samtíð hevur fingið skotið í skógvarnar, at hava gloymt. Og kanska av røttum. Tolni sigst at vera ein dygd, og kann lýsast sum evni, ella máttur, at útseta gleði eina løtu ella í óavmarkaða tíð. Tolni er ein dygd, ikki í sær sjálvum, men tí tolni peikar frameftir, hevur ta ókendu framtíðina fyri eyga, hevur framtíðar virðir og úrslit í huganum.

Tað sigst, at vit liva í, ella hava skapað okkum eina mikro-ovnsmentan. Hetta rámandi heitið sigur ikki so lítið um hvussu vit brúka og skipa okkara tíð. Tað skal ganga skjótt fyri seg – og tað ger tað eisini. Dentur verður lagdur á effektivitet, skjótleika, og vinning. Og hetta ikki bert tá ið tað snýr seg um okkara arbeiði, um okkum sum arbeiðarar. Nei, hetta rákið setur eisini síni spor á onnur lívsins umráði. Fyri summi av okkum verður tað ringt at geva sær tíð... ja, til nakað sum helst. Vit hava so nógv at takast við og so nógv sum skal gerast. Mikroovnsmentan – heitið, okkara samtíð hevur fingið, og ákæran, at vit hava gloymt, ella skúgva tolni til síðis, er ein álvarsom blanding. Tí, sum John Lennon sigur, so er lívið tað, ið hendir, meðan vit hava úr at gera at leggja ætlanir, meðan vit skunda okkum at vera til. Vit eru kalkulerandi menniskju, vit investera sum oftast við skili, vit gera sum oftast íløgur har vinningur er vísur – vit hava ikki tíð til annað.

Men í dagsins teksti møta vit sáðmanninum...og hann kastar sáðið allastaðni. Hann goymir ikki alt til ta góðu jørðina, men sáar eisini har, jørðin ikki sær fruktagóð og lovandi út. Sáðmaðurin oyðslar! Hann ger íløgur, har tað ikki sær út til at geva úrslit. Eftir okkara málistokki mugu vit siga, at sáðmaðurin ikki investerar við skili, at hann ikki nýtir sáðið optimalt, ikki kastar har, jørðin tykist at vera góð.

Tí hann sparir ikki uppá tað, hann hevur. Nei, hann vónar og í vónini oyðslar hann. Og tað er sama sáð, sum verður sáað allastaðni – hellubotnurin far somu viðferð sum tann jørð, ið vísir seg vera góð. Sáðmaðurin sáar ikki í blindum, sum tað kanska kann tykjast, men heldur í vón um, at tað hesaferð fer at eydnast, at eisini tann turra og niðurtraðkaða jørðin fer at bera frukt. Kanska, bara kanska situr okkurt fast, kanska festur sáðið røtur, kanska ber tað frukt. Hjá sáðmanninum er vónin størri enn tað eyðsýnda, trúgvin á, at sáðið kann bera frukt sterkari enn tað, sum vísir seg fyri okkara eygum. Sáðmaðurin sær hvussu jørðin sær út – eingin ivi um tað – men hóast tað, so trýr hann og vónar hann. Og í tí anda verður sáðið sáað.

Sáðið er Guðs orð, og jørðin er vit. Vit hoyra um fýra ymisk sløg av jørð – tann niðurtraðkaða við vegin, hellubotnurin, millum tornirnar, og so tann góða jørðin. Spurningurin dagsins tekstur setur okkum er kanska: hvør jørð eru vit – Ella: hvør jørð halda vit okkum vera ella kenna vit okkum sum? Men kjarnan í dagsins boðskapi er ikki um hvørt jørð okkara er góð á at líta ella ei, um hon á at líta er turr, niðurtraðkað, góð ella full av ókrúti. Kjarnan í dagsins boðskapi er sáðmaðurin – sum í tolni vónar og í vónini oyðslar. Kjarnan er hvussu Guð er móti okkum – gávumildur og miskunnsamur og kærleiksfullur – og hvussu Guðs orð virkar í okkum – hvussu møguleikin fyri hundraðføldum ávøkstri altíð er til staðar. Tí nýtist okkum ikki at vera vónleys og óttafull. Eins og sáðið, ið sáað verður í jørðina tekur tíð at vaksa, so er tað eisini soleiðis við orðinum, ið verður sáað í okkara lendi. Tað má nørast og búnast, áðrenn tað kann bera ávøkst. Sumt tekur langa tíð, annað styttri tíð, men alt tekur sína tíð. Sumt festur røtur, tá ið vit syrgja, annað spírar, tá ið vit gleðast. Tað kann ikki skundast undir – tolni er neyðugt – og ikki nyttar, at taka tað upp, áðrenn tað er búnað.

Dagsins tekstur noyðir okkum somuleiðis at hugsa um tey orð vit nýta móti teimum vit hava kær, og annars teim, ið dagliga koma leið okkara. Sáðmaðurin sáar somu orð allastaðni – í vón um hundraðfaldan ávøkst. Lata vit hetta sama gávumildni seta dagsskránna í okkara lívi, í okkara samskifti hvør við annan? Eru okkara orð troystarorð, verður okkara tíð brúkt í tolni? Tí ein 'okkurt fyri okkurt' hugburður køvir skjótt møguleikanum fyri, at tað, vit bert kunnu ímynda okkum verður veruleiki, at tað óvæntaða ber ávøkst.
-------------
Jørðin við vegin er niðurtraðkað. Vit kunnu ímynda okkum eina gøtu, niðurtraðkað gras, sum einaferð hevur verið fruktagóð jørð. Gøtur koma, tá fólk ganga í bólki, aftaná hvørt annað. Tá vit ganga í bólki er vandin fyri at missa tað serstaka, tað, ið eyðmerkir okkum sum einstaklingar, til staðar. Vit kenna til hugtakið: bólkamentalitet har rødd bólksins køvir ta einstøku røddina, doyvir tað eyðkenda við tí einstaka. Bólksins rødd er málamikil og múrarnir, ið verða bygdir um bólkin – fyri at gera hann eksklusivan – eru ringir at bróta niður. Tá er tað lættari at fylgja við streyminum, at halda við fjøldini, at tosa sama mál, sum bólkurin, heldur enn at seta seg upp ímóti, at royna at bróta múrarnar niður, at tosa gott um onkran, ið stendur uttanfyri, at bjóða tí útistoytta og útistongda inn, at byggja portur í múrin, soleiðis at frítt er at fara – bæði inn og út.

Síðan koma vit til hellubotnin. At síggja til er alt sum tað skal vera. Men verður skavað eitt sindur í yvirflatuni, er tað kalt og hart innan undir. Eg sá einaferð ein málning, kallaður ”Sunnudagsfrakkin”. Bakgrundin er svørt, frakkin er reyður og sjónligur, hongur uppi; undir frakkanum er ein maska at síggja – ikki eitt andlit, eitt menniskja við serstakari persónmensku, men ein maska, sum allar aðrar maskur. Hellubotnurin og ”Sunnudagsfrakkin” minna um hvørt annað. Tann sjónligi frakkin vermir so væl eina løtu, eins og tær maskur vit kunnu goyma okkum aftanfyri eisini gera tað. Men aftanfyri maskuna goymir seg ofta eitt viðbreki og sárbært menniskja, hvørs lív sjáldan er tann glansmyndin, sum sýnd verður fram. Vit vilja so gjarna hava tamarhald á lívinum, í øllum hugsandi umstøðum; vit vilja so gjarna megna tilveruna av og í okkum sjálvum. Men lívið – í samspæl við onnur, sum standa í somu støðu – lærir okkum, at vit sjáldan, ja helst ongantíð, megna hetta. Tað kann vera kalt at standa nakin og vera sannorðaður um egnan veikleika. Maskan, sunnudagsfrakkin, vermir so deiliga væl – eina løtu.

Sumt av sáðnum verður kastað millum tornir. Og tornirnar hava fingið navn. Tær eita: lívsins sorgir, ríkidømi og njótingar. Sáðið verður køvt ímillum tornirnar – lívsins trupulleikar, girnd og ótti gera enda á ávøkstinum. Her verður lívið lýst – í síni heild. Sálmaskaldið sigur tað so beinrakið: Harmur og gleði í felag tey reika. Soleiðis er lívið – viðgongd og mótgongd. Men eru hesar lívsins umstøður tornir, sum køva sannleikan, sum kvala gleðiboðskapin? Nei, í sær sjálvum eru tær tað ikki og nýtast heldur ikki at verða tað. Men kunnu skjótt blíva tað. Sorg, ríkidømi og njótingar kunnu skjótt taka valdi av okkum soleiðis, at vit gloyma, at hjálp og troyst er at fá í sorgini, at onki kemur til okkara, um tað ikki er givið, at lívið í síni heild er ein gáva, givin okkum av Guði. Kærleiki til pening er rótin til alt ilt. Og tað finst ikki tann njóting, ið ikki kann keypast fyri pening. Tað er ómøguligt at liva uttan pening, líkasum vit aldrin sleppa undan at uppliva sorg ella ynskja okkum eitt lív uttan njóting. Men fær hetta valdið á okkum kann tað eta okkum upp. Tað kann enda við, at vit fara at dyrka okkara ríkidømi, at leitanin eftir njóting verður oyðileggjandi – fyri okkum sjálvi og okkara medmenniskju – og at sorgin verður eitt støðugt ynski um vælvild og samkenslu. Tá hava tornirnar tikið valdið á okkum, og troystin, ríkidømi og gleðin í Guði verður gloymd.

Men hóast hesar veikleikar, ella lívsins treytir, ið eru okkum menniskjum í holdi bornir, verður sáðið sáað! Hóast hetta, er vónin um hundraðfaldan ávøkst altíð til staðar.

Listamaðurin Michaelangelo, sum hevur skrýtt loftið í Sixtinska kapellinum, hevur mitt í loftinum málað skapanina av menniskjanum, har Guð og Ádam verða avmyndaðir. Nógv kann sigast um hetta meistaraverk, men eitt er at leggja til merkis, nevniliga hendurnar á Guði og Ádami. Guð strekkir hond sína út móti Ádami, Ádams hond er dovin og lin. Longu frá skapanini hevur Guð strekt hond sína út til okkum menniskju, væl vitandi um, at okkara lendi til tíðir er niðurtraðkað, tunt og hart. Og Guðs hond er altíð røtt út til okkara. Tí Guð oyðslar við kærleika og náði eins og sáðmaðurin oyðslar við sáðnum – við orðinum.

Og orð Harrans verður ikki sáað til fánýtis. Sum tað stendur skrivað hjá Jesaja profeti: eins og regn og kavi falla av himni og ikki fara aftur hagar, fyrr enn jørðin er vætað og vorðin gróðursom og hevur latið tað spretta og givið sáð til at sáa og breyð til at eta, soleiðis skal orð mítt, ið fer av mínum munni, ikki venda aftur við ongum, men útinna tað, sum mær líkar, og fremja tað, sum eg sendi tað til.

Ein sáðmaður fór út at sáa sáð sítt. Og hann sáar tann dag í dag. Hann sáar, hóast okkara jørð virkar turr og deyð, hóast hon er full av ókrúti og tornum. Jesus biður okkum leggja allar byrðar á seg og hann vil veita okkum hvílu – allar lívsins byrðar. Til samtíð sína segði hann og sigur enn í dag: Komið higar til mín øll tit, sum arbeiða og ganga undir tungum byrðum, og eg vil veita tykkum hvílu! Vit eru ikki gloymd – lat okkum tí eisini minnast okkara næsta. Tá vit eru niðurtraðkað, goyma okkum aftanfyri tann sjónliga, heita frakkan, ella tá lívið setur síni spor – tá er hann at finna, tá rættir hann hond sína út móti okkum, bíðandi og vónandi, at orðið eisini tá kann festa røtur og við tíðini og í tolni bera hundraðfaldan ávøkst.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeinigur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi og um allar ævir! Amen.