Skriva út

Trettandi (trettandi dagur jóla)



Stjørna leiddi vísmenn fyrst

Men tá ið Jesus var føddur í Betlehem í Júdeu, á døgum Heródesar kongs, sí, tá komu nakrir vísmenn úr Eysturlondum til Jerúsalem og søgdu: ”Hvar er hin nýføddi Jødakongurin? Tí at vit hava sæð stjørnu hansara har eysturi, og vit eru komnir at tilbiðja hann.” Men tá ið Heródes kongur hoyrdi hetta, varð hann óttafullur og øll Jerúsalem við honum; og hann sendi boð eftir øllum høvuðsprestum og skriftlærdum monnum fólksins og spurdi teir, hvar Kristus átti at verða føddur. Og teir søgdu honum: ”Í Betlehem í Júdeu; tí at soleiðis stendur skrivað hjá profetinum: ”Og, tú Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda; tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael”. Tá rópaði Heródes vísmennirnar til sín á loynum og spurdi teir gjølla um tíðina, tá ið stjørnan var komin til sjóndar; og hann sendi teir avstað til Betlehem og segði við teir: ”Farið avstað og sóknist væl eftir barninum; og tá ið tit hava funnið tað, sigið mær so frá, at eg eisini kann koma og tilbiðja tað”. Men tá ið teir høvdu lýtt á kongin, fóru teir avstað; og sí, stjørnan, sum teir høvdu sæð har eysturi, gekk framman undan teimum, líka til hon kom og stóð uppi yvir har, sum barnið var. Men tá ið teir sóu stjørnuna, vórðu teir heilt avbera glaðir. Og teir fóru inn í húsið og sóu barnið hjá Mariu, móður síni; og teir løgdust á knæ og tilbóðu tað; og teir lótu upp goymslur sínar og bóru tí gávur: gull og roykilsi og myrru. Og av tí at teir í dreymi høvdu fingið eina ávaring frá Gudi um, at teir ikki skuldu fara aftur til Heródesar, tóku teir eina aðra leið heim aftur til land sítt (Matt 2,1-12).

Fyri ikki so langari tíð síðani kom ein bók út, ið gongur undir heitinum ”Med snudehulkende hilsen fra William Heinesen – breve og erindringer”. Tað er Else Lidegaard, ið gjørdi fleiri sjónvarpssendingar um ”Stjørnuskaldið undir Varða”, ið hevur latið bókina úr hondum.

Einastaðni í bókini greiðir hon frá eini vitjan hjá Stjørnuskaldinum. William sat hetta góðveðurskvøld við klárum himni og peikaði út gjøgnum vindeygað í stovuni og hevði á munni: ”Har er Sirius júst nú, og har er Cassiopeia, og her er Karlsvognurin”.

Tá Else ikki reiðiliga visti, hvar tey ymisku himmallikamini vóru, sæð frá einum hvíldarstóli í stovuni, segði hann við hana eitt sindur speiskur á málinum: ”Kennir tú ikki stjørnurnar? Tær eru partur av landslagnum”.

Síðani fóru tey út fyri dyr at standa, út undir stjørnuskrýdda himmalin, ”har ein fær eina so vakra kenslu av albuarúmið”, eins og William orðaði tað.

Vit hava øll staðið eitt góðveðurskvøld undir heiðum himni og hugt upp í loft eygleiðandi bjørtu og bleiktrandi stjørnurnar. Og kenslan av ”albuarúmið”, henda ”kosmiska” kenslan andlit til andlits við óendaliga hválvið, ja, alheimin, hevur nomið okkum. Hesa ørandi kenslu áttu eisini vísmennirnir úr Eysturlondum.

Tað er valla nøkur frásøgn í Halgubók, ið hevur verið meira granskað og tulkað enn frásøgnin um vísmennirnar, ið komu til fjósið í Betlehem, leiddir av stjørnuni. Men, hvat vóru hetta fyri menn, ið Matteus evangelistur nevnir á grikskum máli ”mágoi” –”magikara”? Og hvat var hetta fyri ein stjørna, bjartari enn aðrar, ið sýndi seg fyri teimum? Er hetta uppspuni hjá evangelistinum?

Vísmennirnir úr Eysturlondum vóru stjørnugranskarar og stjørnutýðarar, ið óivað høvdu røtir í staðnum Bábylon, ið var ein av háborgunum, tá talan var um stjørnugransking í gamlari tíð. Teir høvdu hollan kunnleika um heimspeki og átrúna, og teir vóru leitandi menn, hvørs vísdómur vaks og mentist við tíðini og at enda leiddi teir til Jesus Krist. Teir høvdu borið eygað við eina bjarta stjørnu og vóru sannførdir um, at henda stjørna hevði nakað at týða, at hon var eitt tekin um eina stórhending í heimssøguni.

Teir kønu eru á einum máli um, at Jesus hevur verið borin í heim ár 7-6 fyri okkara tíðarrokning. Áhugavert er tað, at sambært gamla stjørnufrøðinginum, Johannes Kepler, og unga stjørnufrøðinginum, Konradin Ferrari d´Occhieppo, var júst um hetta sama mundi talan um eina sokallaða ”konjunktión”, at gongustjørnurnar, Jupiter og Saturn, møttust og sæð frá jørðini fjaldu hvør aðra, og í kjalavørrinum av hesum eina ”supernova”, ið er ein stjørna, sum spreingist, og harvið gerst bjartari og bjartari og varðveitir sín serstaka ljóma í vikur ella mánaðir.

Ápostólski faðirin, Ignatius, biskupur úr Antiokia, deyður uml. ár 100 eftir føðing Krists, hevur í brævið sínum til kirkjuliðið í Efesus eina so vakra og rámandi tulking av hesum. Hann sigur: ”Ein stjørna skein á himni bjartari enn allar aðrar stjørnur, og ljós hennara var ósigandi, og hon vakti undran, tí hon var so nýggj. Allar hinar stjørnurnar gjørdu saman við sólini og mánanum eitt kór uttanum stjørnuna, men hon bar við sínum ljósi av øllum. Og hvøkkur kom í, hvaðan henda nýggja stjørnan, so ólík hinum, mundi vera. Av hesum tók allur gandur at víkja, og hvør ein óndskapar leinkja at sorlast; fákunna varð tikin burtur, og hitt gamla ríkið gekk til grundar, tá ið Gud opinberaðist sum menniskja til tess at endurnýggja hitt æviga lívið – tá ið tað fekk sína byrjan, ið tilgjørt varð hjá Gudi. Av hesum kom røringur í alt, tí farið varð undir at taka av deyðan”.

Vísmennirnir vóru leitandi menn. Teir hildu leið sína til kongshúsið í gamla Ísrael, sannførdir um, at bjarta stjørnan bar boð um, at ein nýggjur kongur var føddur. Har hittu teir fólksins leiðandi og lærdu menn, høvuðsprestarnar. Náttúruvísindamennirnir fóru í samráð við gudfrøðingarnar og komu til ta niðurstøðu, at sambært aldargomlu fyrijáttanini var hesin kongssonur føddur í Betlehem: ”Og tú, Betlehem, Júdaland, als ikki ert tú minst millum høvdinga í Júda, tí at frá tær skal koma ein høvdingi, ið skal verða hirði fyri fólki mínum Ísrael”.

Hin fyrndargamla fyrijáttanin leiddi vísmennirnar seinasta teinin til Betlehem. Har funnu teir barnið hjá Mariu, móður síni. Fyrijáttanin var sostatt gingin út. Teir løgdust á knæ, tilbóðu barnið, og góvu tí gávur, gull, roykilsi og myrru. Teir leitandi høvdu nú funnið. Heimspekin, átrúnaðurin og vísdómurin vóru komin á mál.

Eftir gávunum at døma vóru vísmennirnir tríggir í tali. Seinni gerast teir kongar og fáa nøvnini Kaspar, Baltasar og Melkior. Søgnin sigur, at ein av teimum var blámaður, og at allir høvdu ymiskan aldur. Baltasar var ungur, Kaspar um miðan aldur og Melkior eldri. Evangeliið er við øðrum orðum ætlað øllum fólkasløgum av øllum ættum, tjóðum og tungumálum og menniskjum í øllum aldri.

Nøvnini koma eisini fyri í føroyska miðaldarsálminum, Ljómunum:

Ríkir menn úr eystri
sóu stjørnu í vestri
blonk og bjørt at sjá
hon teim vegin leiddi
á Gýðingaland teir sneiddi
so er sagt ífrá
ein æt Baltsar, ofraði gull við hondum,
annar æt Melkir, drottin hjálp úr vándum,
Jaspur hann bar roykilsi í hondum,
eystan komu kongar tríggir av londum.

Frásøgnin um vísmennirnar úr Eysturlondum er ikki bara vøkur og hugtakandi, men hon sigur okkum, at boðskapurin á jólum og boðskapurin gomlu jól er tann sami. At jólastjørnan, ið upprann við Jesu Kristi føðing er heimsins morgunstjørna. Heimsins morgunstjørna í týdninginum at Guds frelsa var ikki bara ætlað jødiska fólkinum, men øllum fólkasløgum.

Jólaboðskapurin varð eisini borin fólki okkara um Guds góðsku og mannakærleika (filantropia) í Jesusi Kristi. Tá ið guddómsorðið varð borið okkum um Guds frelsandi gerning í syni hansara, okkum menniskjum til æviga vón og bjarging, tók stjørnan í eystri at lýsa fyri okkum og vísti okkum vegin til kong konganna og harra harranna.

Vísmennirnir komu, tilbóðu barnið og góvu tí gávur: gull, roykilsi og myrru. Vit koma eisini hesa trettandu, leidd av stjørnuni, tilbiðja, og geva barninum, ið var føtt í einum fjósi, gávur: gull, roykilsi og myrru. Gullið er trúgv okkara, at vit varðveita jólaundrið og jólaloyndardómin í hjørtum okkara. Roykilsi er bøn og hálovan okkara, og myrran er okkara lýdni móti kongi konganna og harra harranna.

Stjørna leiddi vísmenn fyrst,
so teir funnu Jesus Krist;
okkum við ein stjørna leiðir,
okkum lívsins gøtu greiðir,
so vit finna Jesus Krist.

Gøtan liggur ljós og bein,
tí vár stjørna, bjørt og rein,
er Guds sannleiksorðið ríka,
sum man aldri, aldri svíkja,
lýsir heim í faðirs høll.

Góða trettandu!

Bønhúsið í Søldarfirði 2014