Skriva út

Sergudstænasta - Prestvígsla í Dómkirkjuni - Jens Mortan Mortensen

“Men sjálvur Guð friðarins halgi tykkum til fulnar, og gævi, at andi tykkara og sál og likam mega verða varðveitt í heilum líki, ólastandi við komu várs harra Jesu Krists! Trúfastur er tann, ið kallaði tykkum, og hann skal eisini gera tað.” (1. Tessalónikubræv 5,23-24)

Á hesum stóra degi, nú tú, Jens Mortan Mortensen, verður prestvígdur við bøn og handaálegging, bera vit tær hesi kendu orðini hjá ápostlinum Paulusi. Orðini eru slitsterk og siga, at trúfastur er tann, ið kallar, at Harrin sjálvur skal fremja verk sítt.

Hetta er útgangsstøði og stevnuskrá prestsins. Vit eru kallað til tænastu. Júst kallið gevur myndugleika. Ikki menniskjan í sjálvum sær, ikki kunnleiki ella aðrar dygdir. Kallið og vígslan eru borgan fyri virki og tænastu prestsins. Guð sjálvur kallar í og gjøgnum ta skipan, ið stjórnar og skipar kirkjuna og tað staðbundna kirkjuliðið.

Talan er um eitt serligt slag av arbeiði ella tænastu. Talan er um eitt embæti, ið hevur sum høvuðsendamál at boða evangeliið um Jesus Krist, læra fólkið hina heilnamu læruna og fara um sakramentini.

Kallið, prestvígslan, tað at verða skipaður í tænastu og innsettur sum prestur, gevur tær ein serligan myndugleika. Presturin er hirði kirkjuliðsins og hevur ábyrgd av, at kirkjuliðið fær góða andaliga føði.

Eyðvitað er presturin eitt vanligt menniskja. Men, tað er ikki allur sannleikin. Prestar eru vanlig menniskju við serligari ábyrgd. Við prestatænastuni fylgja nøkur serlig krøv. Hesi krøv sipa til lív og levnað, atferð og siðvenju.

Myndugleiki og eyðmjúkt sinnalag hóska væl saman. Myndugleikin er litin okkum í hendi til tess at ró og ordan skal valda í kirkjuliðinum. Eyðmjúkt sinnalag minnir á, at eingin í sjálvum sær er verdur hesa tænastu. Tað er náði Guðs, ið kallar og ber okkum í kallinum bæði í tænastu og verki.

Umráðandi er hjá presti at minnast, at øll menniskju hava hvør sítt kall ella hvør sín leiklut í Harrans tænastu. Kirkjan er likam Krists, og Jesus er høvur kirkjunnar. Í sær sjálvum og einsamallur er presturin rættiliga avmarkaður. Okkum tørvar eitt bakland. Okkum tørvar eitt kirkjulið at arbeiða saman við. Okkum tørvar bøn og forbøn, so verkið, vit skulu fremja, verður borið av og signað av Guðs Heilaga Anda.

Umráðandi er hjá øllum kristnum, at vit við ápostlinum kunnu staðfesta, at náði Harrans móti mær ikki hevur verið til fánýtis.

Tað er júst við náðini, at alt byrjaði. Har eingin náði er, hevur andin trongar umstøður. Ver ríkur í náði og fyrigeving, um neyðugt so fyrigev sjúti ferðir sjey ferðir.

Har eingin náði er, trælkar menniskjan undir ótta, fávitsku ella lógarinnar bókstavi. Hin kristna trúgvin sigur frá, at vit eru á jørðini, arbeiða á jørðini. Fólkakirkjan minnir í sínum navni á, at fólkið er okkara virkisøki. Vit eru ætlað at vera fólksins kirkja. Orðið kirkja greinar, at kirkjan fyrst og síðst er Guðs, hon er savnaður Harrans.

Vit eiga at vera góð hvør við annan og hvørt eitt menniskja. Vit eiga at fyrigeva, tendra ljós og birta vón. Vit skulu siga eitt gott orð um kærleika Guðs til tey, hvørs tilvera er trupul, har kærleikin fekk trupulleikar, har børnini gingu egnar leiðir, har foreldrini bera ótta um seg og síni.

Sum prestur er tað eini forrættindi at bera boðskapin um Jesus. Hann, ið skrivar dómin í sandin. Hann, ið høggur frælsisbrævið í klettin. Hann, ið strikaði øll føll manna og synd heimsins við sínum egna blóði. Hann, sum í stað okkara doyði sum rættvísur, fyri at vit, ið eru sek, skulu hava lívsmót og liva um ævir.

Vígslan gevur presti myndugleika at tala og áminna, aga og revsa. Men myndugleikan at døma fekk presturin ongantíð. Mær hoyrir dómurin til, sigur Jesus.

Eisini Jesus er góður við jørðina. Tað er júst kærleiki hansara, at hann kom til jarðar, ið gevur okkum møguleikan at koma til himmals, møguleikan at koma heim í Guðs æviga ríki.
Viðhvørt missir jørðin heildina úr eygsjón, hongur við smálutir og fløkjan er fullkomin. Søgan veit frá at siga, at menniskju mistu fótafesti, gloymdu jørðina og hildu, at himmalin var komin til jarðar, ella jørðin skuldi til himmals.

Ruðuleikin var fullkomin í Bábel á sinni. Nógv ár framman undan frásøgnini um Bábel, var syndaflóðin. Vit kenna frásøgnina um Nóa og hús hansara, ið bygdu eina ørk sum skjól mót glopraregni og týning. Loksins strandaði Ørkin hjá Nóa á fjallinum Ararat.

Viðurskiftini komu spakuliga aftur í rættlag. Fólkið vaks í tali, mentist og stóð saman. Mitt í vælferð og vøkstri vildu tey tryggja sær framtíðina, sjálvt um Guð hevði sett ælabogan á luftina sum tekin um, at ongantíð aftur skuldi koma flóð sum flóðin mikla.

“Vit skulu byggja okkum borg og torn, hvørs tindur røkkur til himins og gera okkum navnframar, so at vit ikki spjaðast um alla jørðina.” (1. Mós. 11,4)

Men úrslitið, ið tóktist gott at byrja við, fekk ein bráðan enda. Tað gongur eingin vegur frá jørðini til himmals. Tað gongur einans ein vegur úr himlinum til jarðar. Hesin vegur ber navn samsvarandi kærleika Guðs. Kærleiki Guðs eitur Jesus, og jørðin fekk ein frelsara.

Sum prestar skulu vit hava virðing fyri skiftandi tilveru manna. Vit skulu ikki altíð hava standard svar til øll um alt. Tað er styrki prestsins, um vit viðhvørt ikki vita nógv at siga. Viðhvørt er tøgnin einasta hóskiliga tala. Vit halda í hondina, sita saman við. Eisini presturin er viðkvæmur og grætur stillar løtur í einingi og í mannfjøld. Til tess at vera prestur er ikki neyðugt at vera hetja.

Eitt heitt hjarta og nærvera ger allan munin.

Men samanumtikið kunnu vit prædika og siga : “Hav gott mót, tú mansbarn, ið óttast og ongan útveg hómar. Harrin er hjá tær.”

At byggja sær sjálvum og sínum eitt Bábelstorn er ikki vegurin til eydnu og sælu. At knoða tigulsteinar og brenna teir í eldi dagin langa. Sjálvgóðska og sjálvrættvísi eru krevjandi arbeiðsgevara, og lønin er møði, sveitti og misnøgd.

Tað finst eingin trygd í tí menniskjansliga og jarðliga. Trygdin er ankrað á øðrum staði. Trygdin er, at Guð í Jesusi Kristi er komin til jarðar.

Ættarfaðirin Jákup droymdi á sinni um himmalstigan. Jákup var á fer frá tí kenda og heimliga. Eisini lívsleið hansara bar ymiskar blettir. Hann møddist á ferðini og legðist at sova.

“Tá droymdi hann (Jákup), at hann sá stiga, sum stóð á jørðini og røkk upp til himins; og sí einglar Guðs gingu upp og niður eftir honum.” (1. Mós. 28,12)

Hetta er boðskapurin, ið vit við myndugleika kunnu prædika, at einglarnir ganga upp og ganga niður eftir himmalstiganum. Einglarnir eru sendiboð Guðs og vernd menniskjans. Teir eru okkara tænarar, so vit í verki kunnu finna frið og ró, bæði tá vit arbeiða og eru móð, og tá vit hvíla. Vit verða borin av honum, ið kallaði okkum, borin av Jesusi Kristi.

So vaknaði Jákup úr svøvni og dreymi. Men hvat annað hevði hann sæð?

Jú, uppi yvir Jákupi við niðasta trin á stiganum stóð Guð sjálvur.

Vælsignað at kunna prædika henda boðskapin, at við niðasta trin á stiganum stóð Guð sjálvur.

Søren Kirkegaard hevur so inniliga rætt, tá hann sigur : “Skulu vit hjálpa einum menniskja, mega vit møta tí, har tað er.”

Biskupur leggur afturat : Eisini, um menniskjan er á niðasta trini á stiganum, moralskt, sosialt ella fíggjarliga.

Har stigin nemur jørðina, stendur Guð. Amen.