Skriva út

Sergudstænasta - prestvígsla- Marjun í Kálvalíð

Prestvígsla í dómkirkjuni - Marjun í Kálvalíð. 16. sunnudagur eftir tríeindardag

“Tá ið teir nú høvdu etið morgunmat, sigur Jesus við Símun Pætur: “Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?” Hann sigur við hann: “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.” Hann sigur við hann: “Røkta lomb míni!” Hann sigur aftur á øðrum sinni við hann: “Símun Jóhannesarson, elskar tú meg?” Hann sigur við hann: “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.” Hann sigur við hann: “Ver hirði hjá seyði mínum!” Hann sigur við hann á triðja sinni: “Símun Jóhannesarson, ert tú góður við meg?” Pætur varð syrgin, tí at hann segði við hann á triðja sinni: “Ert tú góður við meg?” og hann segði við hann: “Harri, tú kennir alt, tú veitst, at eg eri góður við teg!” Jesus sigur við hann: “Røkta lomb míni!”” (Jóhannes 21,15-17).

Skilagott er at varnast frá fyrsta degi sum vígdur prestur, at Guðs náði er avgerandi fyri kall og virki. Eingin orsøk er at undirmeta seg sjálvan og egnar dygdir, tí hvør í sínum lagi hava vit fingið evni og hugflog, ið avgjørt eru gagnlig bæði í tí borgarliga lívinum og í tænastu Harrans.

Ikki hástórt lyndi, ikki følsk eyðmýkt. Vit mega halda okkum til veruleikan og staðfesta, at vit eru dugnalig og megna nógv. Samstundis minnast vit veruleikan og staðfesta, at vit eru avmarkað, og eingin megnar alt. Men saman lið um lið í samvinnu og samstarvi megna vit tað mesta.

Prestvígslan í dómkirkjuni er tekin um, at tann vígdi presturin verður prestur og hirði í føroysku fólkakirkjuni og harvið ein partur av tí fjøld av hirðum, ið virka í Guðs kirkju á jørð, alheimskirkjuni. Soleiðis sæð er tænastan stór og uttan avmarkingar. Ein prestur er prestur alt samdøgrið og allar staðir uttan mun til tíð og stað.

Innsetingin í einum prestagjaldi ella í fleiri prestagjøldum er tekin um, at ein sóknarprestur í mun til prestin hevur eina bundna og avmarkaða uppgávu, ið er væl greinað og lýst. Ein sóknarprestur skal verða hirði hjá teimum kirkjuliðum, ið hava kallað prestin til tænastu. Ein sóknarprestur skal sum so ikki stjórna føroysku fólkakirkjuni, men í nærlagni og trúfesti stjórna teim kirkjuliðum, har sóknarpresturin er kallaður at gera tænastu sum prestur.

Skilagott er í hesi lýsing av sóknarprestinum at varnast, at fólkakirkjan í sínum bygnaði og sum ein partur av Kristi likami, hvørs høvur er Jesus, virðismetir ymiskleikan í tænastum, verki og kalli. Eitt likam, mangir limir. Ein tænasta, mangar uppgávur.

Svá Pætur ápostul orðar tað: “Eftir sum ein og hvør hevur fingið eina náðigávu, so tænið hvør øðrum við henni sum góðir húshaldarar yvir Guðs margfaldu náði. Um einhvør talar, tá tali hann sum Guðs orð; um einhvør hevur eina tænastu, tá tæni hann eftir teirri megi, sum Guð gevur, til tess at Guð má verða æraður í øllum lutum fyri Jesus Krist; hansara er dýrdin og mátturin um aldur og allar ævir.” (Fyrra almenna bræv Pæturs 4,10-11).

Hugsa vit um føroysku fólkakirkjuna, so útinnir kirkjufólkið ein virknan leiklut. Vit hava trúfastar kirkjutænarar, sum í nærlagni boða orðið í orðum, tænastu og verki. Vit hava kirkjuráð, sum skapa góðar karmar, so kirkjan kann vera ein virðiligur og tignarligur halgidómur, kirkjunnar Harra, Jesusi Kristi, til heiðurs og æru. Og fjøld av fólki gongur kirkjuni og kirkjunnar Harra til handa í trúfesti og nærlagni.

Sóknarpresturin er hirði hjá staðbundna kirkjuliðinum og hevur evstu ábyrgd av innihaldinum í kirkjuni. Sjálvt um talan er um eitt toymi, har leik og lærd samstarva, so er tað sóknarpresturin, sum er kallaður til tað serliga embætið, at vera prestur kirkjuliðsins.

Í allari virðing fyri øllum gagnligum verki er við eina prestvígslu vert at minna á, at sóknarpresturin í kirkjuliðinum hevur eitt serligt embæti, ið er hansara ella hennara burturav.

Viðhvørt tosa vit um tað almenna prestadømið, at øll eru prestar, ið eru doypt við kristnum dópi. Hetta er ein gamal setningur, ið gongur aftur til miðøldina, og tað var trúbótarmaðurin, Martin Luther, ið orðaði setningin á sinni. Eins satt tað er, eins misvísandi er tað, um útsøgnin verður sett í samband við ella nýtt til tess at seta niður á tað serliga prestaembætið, soleiðis sum vit kenna tað í fólkakirkjuni og í flest øllum meginkirkjum um heimin.

Ein sóknarprestur er serliga kallaður til tað heilaga starv og embæti at boða orðið, umsita sakramentini og útinna sálarrøkt. Tað er eitt serligt embæti, ið einans tey fáa, ið verða kallað til embætið sum hirðar kirkjuliðsins.

Í miðøldini verður hetta staðfest í Augsburgsku trúarjáttanini. Guðs orð er so týdningarmikið, at neyðugt er við skipaðum og virðiligum umstøðum og kørmum.

Um kirkjuliga embætið verður sagt: “Tí er innsett eitt embæti at læra evangeliið og býta út sakramentini, fyri at vit skulu koma til hesa trúgv. Tí at Heilagi Andin verður givin við orðinum og sakramentunum sum nýti, og – nær og hvar Guð vil – virkar hann trúnna í teimum, ið hoyra evangeliið: At Guð fyri Krists skuld, og ikki tí vit høvdu tað uppiborið, rættvísger tey, ið trúgva, at tey fyri Krist skuld verða náðað.” (Grein 5 í Augsburgsku trúarjáttanini).

Jú, neyðugt er at hava eitt embæti, eitt serligt sóknarprestaembæti, har hirðin bæði hevur ávísar skyldur og ávís rættindi. Tó, skilagott er at varnast frá fyrsta degi sum vígdur prestur, at Guðs náði er avgerandi fyri kalli og virki. Ikki einans vegna egnar dygdir, ikki einans vegna førleika, ið er nomin við lestri á lærdum háskúla. Dygdir, førleiki og lestur eru týdningarmikil, men tað er Guðs náði í Jesusi Kristi, sum virkin í kallan kirkjuliðsins ger prestin til sóknarprest. Náði Guðs og fullgjørda verk Jesu Krists í samanrenning við ítøkiliga kall kirkjuliðsins geva einum presti embætið og myndugleika sum sóknarprestur í prestagjaldi ella gjøldum.

Soleiðis sæð er tað kallið og prestvígslan, ið gera eitt menniskja til eitt menniskja við serligari ábyrgd í kirkjuliðinum, tað at hava um hendi hirðatænastuna í kalli sum sóknarprestur kirkjuliðsins.

Tá alt hetta er sagt, er tað gagnligt at minnast spurningin, ið Jesus setti Símuni Pæturi: “Símun Jóhannesarson, elskar tú meg meira enn hesir?”

Ein talandi spurningur, ið var torførur at svara, ja Pætur svaraði als ikki spurninginum. Elskar tú meg meira enn hesir?

Hjá einum presti og hjá øllum kristnum vitnum er vert at hoyra spurningin hjá Jesusi. Samstundis er vert at geva gætur, at Jesus fær ikki eitt nøktandi svar og má tess vegna spyrja tveir spurningar afturat.

So mangan hevur kristnin í kirkjusøguni gjørt tað stóra mistak, at vit flyta sjóneykuna frá Jesusi til okkara egnu trúgv, okkara andaligu góðsku og høgu siðvenju. Ella fyri at siga tað sama í neiligum tóna: Mangan hava vit tosað minni vakurt og møguliga harðliga um tey, sum vit í okkara egnu rættvísi mettu syndarlig og vikin frá sannari trúgv og sælu. Tey, ið ikki eru sum vit, eru ikki einans øðrvísi enn vit, - tey eru á skeivari leið.

So kemur sami spurningur til ordinandin, starvsfelagar hennara og biskupin: Elskar tú Jesus meira enn onnur?

Skilagott er ikki at svara við tað sama, um ætlanin er at svara jaliga. Ístaðin svarar biskupur sjálvur og ásannar, at sum yngri prestur vóru løtur, har hildið varð, at eg og onnur samsint elskaðu Jesus meira enn onnur.

Tíðin lekir øll sár, verður sagt, og neyvan er tað heilt satt. Men satt er tað, at vit eru mong í tænastu sum hirðar, ið hava endurmett niðurstøðuna, ið vit tóku við bláoygdum eygum tíðliga í tænastuni.

Nei, sannleikin er, at vit elska Jesus, men elska ikki Jesus meira enn onnur. Okkara kærleiki til frelsaran er hjartaligur, men mangan ivandi og skroypiligur. Tað visti Pætur, og tess vegna fekk Jesus eitt svar, ið var ein undanførsla. “Ja, Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg.”

Til tess at vera prestur er hetta svarið nóg mikið. Kærleikin til Jesus í barnsligum orðum. Harri, tú veitst, at eg eri góður við teg. Júst tað einfalda svarið føðir kallið og kallan Jesu: “Verð hirði hjá seyði mínum.”

Tað er júst kallið og tænastan, sum verða ítøkilig við eina prestvígslu. Sóknarpresturin fær kall til tænastu sum hirði kirkjuliðsins, og kall Jesu føðir uppgávuna og setningin: Verð hirði hjá seyði mínum! Røkta lomb míni!

Hetta breiða og fevnandi kallið skal presturin í sínum yrki gera sjónligt og ítøkiligt. Kristindómur er ikki einans ástøði, men verklig tilvera í lívi hins einstaka. Sannur kristindómur tilbiður Jesus í orðum og verki. Sannur kristindómur hevur himmalin í eygsjón og tænir jørðini, t.e. í kærleika til medmenniskjað at vera hjástaddur og taka tilveruna í álvara.

Ein hirði røktar fylgi við at vera saman við fylginum. At røkta fylgið í frástøðu er verkliga ómøguligt, tá ið talan er um røkt og umsorgan. Á sama hátt er ein sóknarprestur kallaður til tænastu í sóknini, t.e. í prestagjaldinum.

Sóknarpresturin skipar sítt kall og virki rættiliga sjálvstøðugt. Tó er gudstænastan sunnu- og halgidagar av størsta týdningi við evangeliskum lestri, orðsins boðan og sakramentum. Hetta er fremsta og størsta avbjóðing prestsins, og henni við lið eru nógvar aðrar uppgávur bæði av persónligum og almennum slagi.

Biskupsins leiklutur er ikki at avmarka, men minna á, at sóknarpresturin hevur eitt serligt kall í sóknini, t.e. prestagjaldinum. Hámessan er ein bundin uppgáva, ið er fremri enn allar aðrar uppgávur, ið eru spennandi og áhugaverdar. Alt annað kirkjuligt virksemi eigur at hava støði í og vísa til hámessuna. Eingin orsøk er at vera avmarkandi, men heldur íroknandi. Alt virksemi, ið veitir Jesu navni heiður og æru og er menniskjum til signingar, er gott og gagnligt. Men sóknarpresturin hevur sum tann einasti í sóknini kallið at prædika í hámessu og umsita sakramentini. Tess vegna er tað umráðandi, at hámessan fær ta tign og støðu, ið hon hevur uppiborið í kirkjuskipan fólkakirkjunnar.

Prestur skal vera væl fyrireikaður og upplagdur. Ikki strongdur ella móður uttan so, at støðan í kirkjuliðnum er svár og krevur serliga umsorgan vegna neyð og ógævu. Alt fyri Jesus, - og menniskjum til tænastu alla ta tíð, ið ikki er skipað frítíð.

So veiti Guð tær, Marjun í Kálvalíð, gleði og frið í kallinum. Gævi at tænastan er tær, øllum tínum og fólkinum til signingar og navni Harrans til heiðurs og æru.

Jesus fylgi tær, Marjun, lættar og svárar løtur, so tú sum hirði og sóknarprestur kennir ta gleði, at tú í tænastuni verður borin av honum, ið Guð gav heiminum sum frelsara. Borin av hirða hirðanna Jesusi Kristi. Amen.