Skriva út

10. sunnudagur eftir tríeindardag (trinitatis) (3)



Tekstir 1. Kor. 12,2-11 og Lukas 19,41-48.
Fyrra tekstarøð.

Prædikur til 10. sunnudag eftir tríeindardag(trinitatis sunnudagur)

Hann er friður okkara.

Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

“Harmur og gleði í felag tey reika,” syngja vit í einum sálmi. Soleiðis eisini her. Beint undan teksti okkara lesa vit, at Jesus heldur innreið sína í Jerúsalem við gleði og fagnaði. Men tá hann kom nærri og sá staðin, græt hann um hann og segði:”Hevði tú tó eisini vita, enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði! Men nú er tað fjalt fyri eygum tínum.” Jesus elskaði býin, tí græt hann.

Stórbýurin hevur sínar serligu trupulleikar. Har hvørvur hin einstaki í fjøldini. Har kann tað so lætt henda, at hin einstaki ikki kennir sína ábyrgd á sama hátt sum úti á landinum ella úti á bygd, har øll kenna øll. Freistingarnar verða eisini fleiri og størri, og summi detta tíverri burturímillum ella útí og gerast ólukkudýr. Vit verða drigin burtur frá Guðs fríðu náttúru við lívi og vøkstri. Lívið kann lættari gerast einsligt fyri mong, ópersónligt, skundugt og friðleyst.

Onkur hevur sagt, at skal listarmaðurin mála friðin, málar hann ikki ein stórbý, har menniskju búgva í hópi og annars skunda avstað bæði til eitt og annað, men heldur málar hann t. d. skógin, eingina, markina, tað stilla vatnið, ella tað lítlu bygdina við sínum friðsæla lívi.

Í smærri eindum koma menniskju hvør øðrum meira við, tí tey kenna hvør annan betur. Slagsíðan er so sjálvandi tann, at øll vita alt um øll, slatrið og sleygið gongur kanska betur, og ikki er so lætt at hvørva í fjøldini, tá ein hevur brúk fyri tí og at verja um sítt privatlív.

Sjálvandi skulu vit heldur ikki vera so bláoygd og siga, at alt er gott í smærri bygdum og alt er ringt í stórbýum. Hann kann eisini hava sínar fyrimunir og møguleikar. Mangt gott og gagnligt kann vera at fara til, sum ikki er møguligt úti á bygd.

Tað eru eisini tey, sum siga - og við einum vissum rætti - at ónøgd ella misnøgd er leiðin til framstig. Hevði menniskjan t. d. verið nøgd við at ganga, var hjólið ikki uppfunnið. Hevði menniskjan verið nøgd við hestavognin, vóru tokini ikki uppfunnin og bilarnir ikki uppfunnir. Hevði menniskjan verið nøgd við tokini og bilarnar, vóru flogførini ikki uppfunnin. Hevði menniskjan veri nøgd við árabátar og seglskip, høvdu vit heldur ikki havt teir væl útbúnu bátarnar og tey væl útbúnu skipini, sum vit hava og annars allar aðrar hentleikar, heilivág o.s.fr.
Ónøgdin ella misnøgdin skapar tann ófrið, ta óró, sum er treytin fyri øllum framstigum í heiminum.

Men hóast hetta hevur menniskjan eisini brúk fyri friði, ikki minst friði inni í sær sjálvari. Tí at liva menniskju ikki í samljóði við seg sjálvi, er lívið trupult hóast hentleikar og verðsliga vælferð. Kanska er tað tí at summi tykjast bara at verða meira misnøgd, tess betri tey hava tað materielt, og gerast bara alt meira og meira kravmikil og minni takksom.

Kann vera at ein og annar, sum er verðsliga væl fyri samanborið við so mong, og sum kortini er so misnøgdur, kravmikil og ótakksamur, átti at stegða á og spurt seg sjálvan:”Man mín yvirflóð og tráan eftir meira vera ein av orsøkunum til, at tey, sum veruliga treingja, fáa ov lítið?”

“Mín frið lati eg eftir hjá tykkum, mín frið gevi eg tykkum,” sigur Jesus. Eiga vit tann friðin, og liva vit í samljóði við okkum sjálvi, duga vit eisini betur at vera meira takksom fyri okkara verðsligu vælferð, og at síggja onnur virði enn bert tey materiellu.

Jesus græt, tí at stórbýurin ikki visti, hvat ið var honum at friði. Har var óró og rótloysi, havisjúka og líkasæla, ólevnaður og gudloysi. Tey livdu í blindum og høvdu ongan frið. Tey kendu ikki sína vitjanartíð.

Ein gomul lítil donsk bók eitur “Tá snarljósið sló niður.” Í hesi søgu verður greitt frá, at ráðhústornið í Keypmannahavn, sum tá í tíðini skuldi vera hægri enn øll kirkjutornini í býnum, skuldi fara til grundar, ja, allur býurin. Menniskju læu at hesi bók, tí at tað var jú ómøguligt! Nú vita vit, at stórir býir, ja, lond kunnu farast eftir lítlari løtu.

Jesus talar um fíggindar, sum ikki skulu lata stein eftir á steini í Jerúsalem. Fjøruti ár aftan á at Jesus helt innreið sína í Jerúsalem, helt ein annar maður innreið sína í henda sama bý. Tað var hin heidni herovastin, Titus, sum kom saman við heri sínum. Teir umgyrdu Jerúsalem og inni í sjálvum býnum var ræðuligt borgarakríggj. Hungursneyð og sjúka herjaði og mong doyðu. Eldur varð settur á býin, so at hann legðist í oyði. Eldur varð eisini settur á templið, og tað brendi til grundar. Mong vórðu dripin og onnur seld sum trælir.

“Eydnusælastur er hann, sum hevur frið við seg sjálvan, frið við sín Guð og frið við sín næsta,” hevur onkur sagt. Men hetta at hava frið við Guð, er tað nakað, fjøldin man hugsa so nógv um? Man tað ikki heldur vera so, at størsta eydnan er at fáa frið fyri Guði? At fáa loyvi at ráða sjálvur og at gera sum einum lystir uttan at hugsa um at tað er ein, sum vakir yvir okkum, og sum krevur okkum til roknskap fyri tað lívið, sum okkum er litið til her á foldum í stytri ella longri tíð?

Í Jerúsalem høvdu tey annað at hugsa um. Tey sóu ikki, at Kristus var komin at bera teimum frið frá Guði. “Hevði tú tó vita enntá á hesum degi tínum, hvat ið er tær at friði, men nú er tað fjalt fyri eygum tínum,” segði Jesus.

Í dag liggur ein kirkja - Tárakirkjan - á tí tí staðnum, har menn halda, at Jesus græt yvir Jerúsalem. Haðanífrá er vakurt og gott útsýni yvir býin.

Tað var tann stóri sorgarleikurin bæði fyri Jerúsalem og Jødafólkið sum heild, at Jesus mátti gráta um tað fólkið, sum upprunaliga var Guðs útvalda fólk, haðani frelsan skuldi koma, men sum ikki kendi sína vitjanartíð. Tey vistu ikki, hvat ið var teimum at friði. Við Grátimúrin standa ortodoksir Jødar og biðja, men tað er ein bøn uttan Jesus! Og í dag liggur ein muslimskur halgi- dómur á tí staði, har templið stóð, og sum fyri jødunum var hin alra heilagasti.

Spurningurin er so, um søgan skal endurtaka seg, tí at so mong tykjast at vilja at hava frið fyri Guði heldur enn frið við Guð. Er tað komið so langt, at Jesus má gráta um okkum, sum eru doypt til at hoyra honum til og at vera útvalda fólk hansara ídag? Hvør má svara fyri seg.
Ein søga sigur frá einum sølutingi ella eini uppboðssølu í einum býi. Tann, sum stóð fyri uppboðssøluni rópti:”Her hava vit vakurleikan! Kunnu vit fáa eitt boð? Hvør gevur fyrsta boð?” Kappast varð dúgliga um hesa vøru. Bæði ungar, eldri og gamlar konur buðu yvir hvørja aðra, so at prísurin reyk upp. So rópti hann aftur: ”Ríkidømi - kunnu vit fáa eitt boð upp á ríkidømi?” “Eg bjóði mín heiður!” rópti ein. “Eg bjóði eitt lív við hørðum arbeiði!” rópti granni hansara. “Eg bjóði mína heilsu!” “Mín svøvn!” “Mína samvitsku!” Ja, ein rópti enntá:”Eg gevi mína sál!” Nógv boð vórðu givin til tess at tryggja sær ríkidømi. Síðani rópti maðurin aftur:”Kunnleiki, heiður, njóting, tittlar, heiðursmerki, góð størv, virðing og góðvild frá menniskjum!” Mangt annað varð rópt. Fólk buðu høgar prísir til tess at fáa lut í øllum hesum. Tá uppboðssølan var av, trein ein maður fram á pallin og beyð mannfjøldini náðigávur til ognar fyri einki. Hann beyð teimum fyrigeving, frið, frelsu frá Guði, tolmóð tá ringast stóð til, bróðurkærleika, trúskap í tí smáa, trúgv á Kristus. Men hann hevði ikki meir enn latið munnin aftur, tá læi mannfjøldin háðandi at honum, og rópandi háðróp eftir honum bóðu tey hann í stundini sleppa sær burtur haðani. Tey vistu ikki, hvat ið var teimum at friði.

Umræður at kenna vitjanartíð sína. Ein tíð er, tá gleðiboðskapurin verður boðaður okkara millum. Talan er um eina gleðiliga tíð, tí at gleðiboðskapurin býður okkum lut í Jesu friði, men talan er eisini um eina álvarsama tíð, tí at sagt verður: Nú! Tað er nú, at Jesus vitjar teg og vil, at tú tekur ímóti honum í trúgv og lýdni. Tað er nú, at hann vil vera Harri í lívi tínum og ikki einaferð, tá tað hóvar tær betur. Nú er tíðin, tá Guðs orð verður boðað. Nú er tíðin, tá boðið verður til Harrans borð. Sum skrivað stendur í Opinberingsbókini:”Sæl eru tey, sum boðin eru til brúdleypskvøldmáltíð Lambsins.” Og kallið ljóðar:”Komið, tí at nú er alt tilgjørt.”

Hoyra vit kallið og taka við innbjóðing hansara - brúka orð hansara og sakramenti - skulu vit eisini fáa at sanna, at hann er trúfastur og miskunnsamur, og at hann fegin rættir okkum sína fyrigeving og sín frið. “Harmur og gleði í felag tey reika.” Tað er rætt. Soleiðis er mannalívið. Og soleiðis verður tað bæði hjá teimum, sum eiga henda friðin, og hjá teimum, sum ikki eiga hann. Men kortini: Eydnusælastur er hann, sum hevur frið við seg sjálvan, frið við sín Guð, og frið við sín næsta!

Æraður veri Faðirin og Sonurin og Heilagi Andin, sum tað var í upphavi, so nú og altíð og um allar ævir. Amen.
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Sálmar: 486 - 470 / 498 - 247 - 384 - 333.