Skriva út

Ólavsøkudagur - Ólavsøkuprædikan 2011

1. Tekstarøð : Matt. 16, 24-27.

Vit minnast á ólavsøku Ólav hin Heilaga, sum doyði á Stiklastøðum í 1030 fyri trúgv sína. Hann bar kristindómin til land sítt, og við honum kom eisini henda rørsla til land okkara. Heiðinskapur valdaði, og myrkrið legði sína køldu hond yvir londini. Tað er einki at ivast í, at við kristindóminum kom ein kveikjandi og lívgandi rørsla, ið lýsti upp í myrkrinum og gav menniskjum vón um eina nýggja tíð. Ein nýggj tíð var komin við rættvísi, náði og kærleika.

Soleiðis vórðu myrkur og heiðinskapur kveistrað til viks. Ljósið var kveikt í landi okkara við kristnu trúnni, og henda trúgv broytti brádliga hugsanarhátt og siðvenju í teimum londum, har trúgvin vann frama. Ólavur Heilagi doyði í stríðnum móti myrkrinum og fyri tí ljósi, sum broytti hug og sinn okkara. Eitt ljós var tendrað, ljósið frá Gudi. Tað er hetta, sum ólavsøkan ber boð um og merkir.
Annars er ólavsøkan tjóðarhátíð okkara. Bæði kirkjuligu og verðsligu vøldini halda hátíð, og tað gera fólk í landi okkara eisini. Alt ber brá av gleði, undirhaldi og kapping. Vit hitta vinir og kenningar, tosa um leyst og fast og fáa eina hugnaliga løtu saman. Hátíðardámur er á øllum.
 
Tann boðskapur, sum ólavsøkan ber brá av, er gleðiboðskapur. At Gud hevur skapað alt lív. Hann gevur lívsmøguleikar og lívstreytir fyri okkara land og øll lond í heiminum. Tað er vert at leggja dent á, at Gud, skapari himins og jarðar, er náðinnar og kærleikans Gud. Hann hevur umsorgan fyri skapningum sínum. Hann hevur ikki bara skapað alt, hann uppiheldur eisini øllum, sum hann hevur skapað og givið lív. Hann gevur okkum gott veður, góðar ytri umstøður at liva undir. Ja, hann gevur okkum føði, klæðir, hús og heim. Soleiðis skapar Gud ikki bara, men hann syrgir eisini fyri tí, sum hann hevur skapað. Hetta, at Gud gevur okkum góð kor at liva undir, eigur at fáa okkum at festa eygað á Gud, sum allar góðar gávur koma frá. Hann hevur evnað alt so hegnisliga og skilagott, at vit undrast um lívið, tess vakurleika og fjølbroytni. Vit sanna, at Gud er ein góður listamaður, ið gleðir eygu og oyru okkara. Frá honum koma gleði, umsorgan og náði, og frá honum koma lív og góðar gávur. At síggja hetta og virðismeta tað er trúgv og lívsvísdómur.
 
Vit kenna Gud, skapara himins og jarðar í syni hansara. Jesus hevur opinberað okkum henda Gud. Og tann Gud, sum Jesus hevur opinberað og sýnt okkum, er náði, miskunn og kærleiki. Hann hevur umbæri og mikla miskunn. Hesin Gud, Gud teirra kristnu, vil okkum tað besta. Hann er ikki ein Gud, sum ikki kann hava várkunn við veikleikum okkara, men ein Gud, sum kennir til mannalívið, soleiðis sum tað er, og hann kennir hvønn einstakan av okkum eisini. Hann tekur sær av okkum og ger okkara kor til síni kor, hann sleppur okkum ikki uppá fjall. Tað hevur alstóran týdning, hvørja mynd vit hava av Gudi. Tað hevur týdning fyri lív, tilveru og trivnað okkara í einum ivasomum heimi, sum verður hóttur av tí ónda. At fáa eyga á ein góðan Gud í skaparverkinum og í soni hansara hevur altavgerandi týdning fyri tað mannalív, sum vit eru sett at liva saman við næsta okkara. Tað hevur týdning, at vit fáa eyga á ein kærleiksfullan og náðigan Gud aftanfyri skaparverkið og son hansara, Jesus Kristus. Kristna evangeliið boðar og ber okkum henda Gud. Jesus er váttan um, at hesin Gud er náði, miskunn og kærleiki. Trúgvin sær hetta, vit og skil okkara megna ikki at síggja tað. Heimurin kann ikki geva okkum hesa trúgv, men bara kærleikans Gud. Henda trúgv er undur, sum bara Guds andi kann skapa og gera.

Kristin trúgv og lívsáskoðan hoyra saman. Vit eru sum kirkja sett at boða henda boðskap til lívs og frelsu fyri hvønn tann, sum trýr, elskar og vónar. Kristin trúgv og sannføring leiða okkum út í gerandisdagin at bera Guds góðu gávur til neyðstadda næsta okkara. Vit eru salt jarðarinnar og ljós heimsins. Hetta gera Gud og andin okkum til. Vit eru sett at bera frið, kærleika og sóma til tann heim, sum á mangan hátt verður hóttur av tí ónda. At kenna sína uppgávu sum kristin er at bera góðar gávur til tann næsta, sum hevur tørv á okkara hjálpandi hond. Martin Luther hevur sagt tað soleiðis, at vit eiga at verða ein Kristus fyri næsta okkara, ein næsti fyri næsta okkara. Tí er tænastan okkara uppgáva í tí heimi, sum vit eru sett at liva í. At bera góðar gávur til næstan er at bera Kristus til lívs og frelsu, og tað er at bera næstanum tann kærleika, sum fjalir fjøld av syndum. Hetta er at ganga í Jesu fótasporum og avnokta seg sjálvan. Tað er at tæna og geva seg sjálvan í tænastuni, øðrum til signingar. Soleiðis liva vit upp til krøvini og boðini, og soleiðis gera vit eftir Guds vilja. At kenna sína uppgávu í heiminum er tí at geva seg inn undir Guds vald og lata hann seta skránna fyri lív og tilveru okkara. Tað er at lata hann eiga hug og sinn.
 
Vit eru sum kristin sett í samband við Gud á himni og við næstan á jørðini. Trúgv og kærleiki okkara bera boð um hetta. Tey vitna um tey sambond, vit hava sum kristin. Alt er Guds gáva til okkara. Tað er Gud sjálvur sum virkar í okkum at vilja tað sanna, góða og uppbyggiliga. Vit kunnu ikki geva okkum sjálvum æru fyri ta trúgv og tann kærleika, sum vit eiga. Tað er alt samalt av Guds stóru náði. Andin og bara hann kann skapa trúgv og sannføring, og bara hann kann geva okkum lut í tí kærleika, sum fjalir fjøld av syndum. Hann aleina kann gera okkum til trúgvandi og elskandi menniskju.Talan er um undur, sum bara lívsins skapari og frelsari kann gera. Sonn kristin trúgv er at geva seg inn undir hansara vald og lata hann seta skránna fyri lív okkara. Tað er at geva miskunn, náði og kærleika til tey menniskju, vit møta á lívsleiðini. Gud vil, at vit liva kristna lív okkara í gerandisdegnum og tæna honum har í rættvísi og sannleika. Tí hoyra trúgv og gerningar saman, og vit eiga ikki at skilja andligt og tímiligt lív at. Tey eru samantvinnað og eiga at vera tað. Tænastan er okkara uppgáva í heiminum, talan er um næstakærleikans tænastu. Tað er hetta, sum er at tæna Gudi og næsta í kalli og stætti. Men trúgv okkara verður roynd av lívinum, um hon er bygd á hellubotn ella á kyksendi, um hon er sonn og haldgóð trúgv ella bert eitt eiti, vit pynta okkum við.
 
Men tað er eisini ein annar sannleiki, sum vit leggja dent á, og tað er, at lógin er agari okkara til Kristus. Vit koma við øðrum orðum øll ov stutt við lógargerningum. Tí er Guds lóg agari okkara til tann Jesus, sum er innihaldið í trúgv okkara. Vit kunnu eisini siga, at lógin er agari okkara til náðina, hon vísir veg til ta náði, sum er okkara einasti grundvøllur, ið heldur. Og tað merkir, at eingin slær til og livir upp til krøvini og boðini í lívsins viðurskiftum. Tí er okkara kærleiki ikki grundarlagið undir andliga lívi teirra kristnu. Okkara kærleiki gevur ikki frelsu og trúarvissu, men bara tann náði, sum kann fyrigeva og leggja tað besta í alt. Vit eru soleiðis víst til ta náði, sum fjalir fjøld av syndum, henda náði Guds er tað einasta, sum kann fáa okkum inn um himinsins grind. Talan er um náði omaná náði. Tað er til hesa náði lógin vísir, tí kann tað verða sagt, at lógin er agari okkara til Kristus. Og tað merkir, at náði hava vit øll fyri neyðini, øll uttan undantak. At siga hetta er at prædika tað treytaleysa evangeliið, sum tó ikki er uttan fylgjur fyri lív og tilveru okkara. Tað er at síggja sínar avmarkingar og hóma ta náði, sum Jesus umboðar og er.
 
Sannleikin er tann, at vit einki kunnu geva í viðurlag fyri lív okkara, og vit kunnu ikki sjálv vinna Guds tokka. Tað er bara evangeliið og náðin, ið opna okkum vegin til Guds og frelsu hansara. Hansara kærleiki er vegurin til lívið og Guds ríki. Hesin kærleiki varð krossfestur og doyði fyri okkum, men hann kann ikki doyggja aftur. Hann er grundvøllurin undir lívi teirra kristnu, og gevur okkum lut í nýggjari og ævigari framtíð, sum hann hevur til tey, ið trúgva og geva seg inn undir hansara vald. Tað er at viðkenna seg tann Gud, sum er skapari og frelsari. Hann gav lív á skapanarmorgni, og hann gevur lív hvønn morgun, vit vakna. Lívið er nýtt á hvørjum degi, eins og náðin er nýggj á hvørjum degi. Lívið er bæði gáva og avbjóðing. Tað er henda Gud, vit prædika og boða í kristnu kirkjuni á fold. Hesin Gud eitur Jesus, vit kenna ongan annan Gud enn hann. Hann, lívið og kærleikin hoyra saman. Tí er hann eisini vegurin, sannleikin og lívið.

Hann er vegurin til eitt meiningsfult lív í kærleika og sannleika. At kenna henda Gud er at trúgva á hann, og tað er at kasta seg í hansara armar og lata hann bera okkum gjøgnum lívið og deyðan, heim í teir ævigu bústaðirnar. Tað er henda Gud, vit boða í kirkjuni til lívs og frelsu. Hann er skapari og frelsari okkara, og hann er vegurin til lívið.
 
Góða ólavsøku!
Amen.