Skriva út

2. sunnudagur fyri føstu (seksagesima) (5)



Tekstir: 1. Kor. 12,2-9 og Luk. 8,4-15.

Prædika: Sáðið er Guds orð - hvat sáað vit?


Í navni Faðirsins og Sonarins og Heilaga Andans. Amen.

Sáðmaðurin í líknilsinum sáar tað góða sáðið, sum er Guds orð. Men hvørji orð sáðað vit?

Hetta við tunguni er nakað, sum vit mangan fara lætt um, meðan vit í kristinlívinum so mangan kanska leggja dent á so mangt annað minni týdningarmikið.

Sáað vit orð, sum geva hita og troyst, vón og treysti, áræði og lívsmót? Ella sáa vit orð, sum svíða, gera lívið tungt ella leggja lív í oyði? Orð, sum taka lívsmótið frá øðrum.

Ella tvørrandi orð. Tøgnin, tá eitt orð kundi havt frígjørt eina menniskju. Tøgnin, tá eitt orð kundi havt borið gleði? Hvør hevur ikki talað niðrandi við ella um onnur?

Tí man tað vera, at Søren Kirkegaard einastaðni sigur:”Eg vil heldur koma inn í ævinleikan við trimum skriftaðum morðum á samvitsku míni, enn við øllum tí slatri og baktalu ímóti medmenniskjum mínum, sum eingin ákærdi meg fyri, meðan eg livdi - kanska menniskju enntá buðu mær inn fyri at hoyra tað síðsta niðrandi, eg hevði at siga um onnur.” Slatur, sley og baktala dag út og dag inn, ónd orð, køld orð, særandi orð. Ella vit tagdu, tá vit áttu at rættleitt og ámint.

Men Guds orð troystar hin vónleysa og ólukkuliga, reisir hin falna, rættleiðir og áminnir.

Guds orð er livandi og máttmikið, verður sagt. Og tó mega vit viðganga, at tað mangan kann tykjast so deytt og máttleyst og at virka so lítið.

Tað verður undirvíst í tí í skúlum okkara. Tað verður prædikað í kirkjum okkara. Vit hoyra tað í útvarpi og sjónvarpi. So at eingin kann av røttum siga, at Guds orð ikki verður ríkiliga sáað. Tað verður sáað til høgru og vinstru og allar staðir, eins og vit hoyra í líknilsinum um sáðmannin.

Hvussu ber tað tá til, at Guds orð tykist mangan at bera so lítlan ávøkst?

Onkur vil kanska tveita ábyrgdina frá sær sjálvum og siga, at tað munnu vera prestarnir, sum hava sína stóru skuld í hesum. Høvdu teir bert prædikað við meira anda og kraft, vildi sæð øðrvísi út, og orðið vildi borið ávøkst.

So eru tað tey, sum siga: Prædikið harðliga. Greið orð um synd og deyða, djevul og helviti. Hetta, sum veruliga kann skræða syndarar úr svøvni. Tað er tað einasta sum hjálpir. Prædikið soleiðis.

Soleiðis eigur ikki at verða prædikað, siga onnur. At nevna djevulin og helviti hoyrir ongastaðni heima á einum prædikastóli í einum nútímans samfelag, við útbúnum fólki. Hetta verður enntá sagt av fólki, sum neyvan kunnu siga ein setning uttan eiðir og forbannilsir. Nei, tað skal verða prædikað milt og søtt um Guds kærleika og kærleika til næstan. Tað er sólarhitin, sum bræðir ísin.

Prædikið okkurt nýtt, rópar onkur annar. Latið vera við at prædika henda gamla boðskapin um synd og náði. Okkara tíð krevur, at tit eru meira áhugaverdir, at tit koma við nýggjum hugsanum, nýggjum sjónarmiðum. Ella latið vera við at prædika og havi heldur orðaskifti við kirkju- liðið.

Ella onkur annar sigur: Vit mugu hava onnur ljóðføri. Ella lat okkum fáa eina aðra meira fría, livandi og nýmótans gudstænastuskipan. Ella gudstænastan er ov long. Hetta kunnu enntá tey siga, sum kunnu sita fleiri tímar til alt møguligt annað.

Sjálvandi skulu vit vera opin og sjálvrannsakandi. Tíðir broytast, menniskju broytast, og tí má boðskapurin til tíðir latast í nýggjan búna. Í so máta kemur altíð at vera nakað av stríði millum ættarliðini.

Men boðskapurin má vera hin sami. Sum Jesus sigur einastaðni, at “prædikast skal umvending og syndanna fyrigeving fyri øllum skapninginum”.

Og beinagrindin má vera hin sama, somuleiðis innihaldið, so at vit ikki bara royna bæði eitt og annað, sum bert endar í hurlivasa og berum undirhaldi uttan veruliga grund og botn, rennur upp í slokk fyri síðani at følna, tí at har var einki veruligt tilfar og innihald - eingin “substansur”, men sumstaðni enntá bara undirhald og gangur, sum kitlar í holdið eins og í verðsligum dansihøli. Men hvørt til sína tíð.

Vit skulu sáa og geva tol. Sum sálmaskaldið syngur: Tolin bíða. Tað er júst hetta, sum er so torført hjá mongum okkara. Alla tíðina skal henda okkurt, og so verður lopið á leistum eftir øllum møguligum, sum skal fanga fólki, uttan altíð at hugsa um veruliga innihaldið. Men sum prædikarin sigur:“Betri er at vera tolin enn ovurhugaður.”

So mangan hugsa vit, at alt er bundið at okkum og tí, sum vit gera. Og tá er einki at siga til, at vit so lætt missa mótið ella gerast ótolin - tá einki tykist at eydnast, eisini tá vit halda okkum gera eitt gott arbeiði. Men vit skulu ikki missa mótið, men halda á við treysti.

Uttan mun til hvat ávís nútíðarmenniskju siga og halda, so hevur messan - gudstænasta við altargangi - alt frá tí at tey fyrstu kristnu komu saman, og kirkjan varð stovnað - altíð verið tað týdningarmesta og fram um alt annað lívsæðrin í gudsdyrkanini, tá talan var um at geva teimum styrki og hjálp til at liva tað dagliga kristna lívið í Guds, næstans og samfelagsins tænastu. Og soleiðis er enn. Allir hesir gomlu liðirnir í messuni, sum hava fylgt kirkjuni frá teimum fyrstu øldunum, og sum eru so innihaldsríkir og hava víst sína slitstyrki í rættiliga skiftandi tíðum.

Hvussu nógv annað gott, hvussu nógv stuttligari ella undirhaldandi ymiskt annað so kann vera fyri kenslurnar og holdið - messan - gudstænastan við altargangi við síni tign, friði og heilagleika var og er tað berandi í kirkjuni. Verður tað ikki so í framtíðini, fellur kirkjan sum Guds kirkja og fer í upploysn.

Alt annað, sum vit stápla upp á beinini av ymiskum aktiviteti innan kirkjuna kann vera og er bæði gott, gagnligt og skilagott, sjálvandi alt eftir hvat tað snýr seg um. Tó, einki av hesum kann koma ístaðin fyri messuna, men eigur at draga til messuna. Ger tað ikki tað, hevur tað - so gott, sum tað annars kann vera - ikki nátt sínum endamáli. Málið er messan, har Jesus umframt í orðinum, eisini kemur til okkara á ein serligan hátt í breyði og víni. Við orði og sakramentum vil hann geva okkum náði, frælsi og styrki til at tæna honum og medmenniskjum okkara.

Fram um alt annað má messan styrkjast. Messan má hava sína gongd uttan mun til stóra ella lítla undirtøku.

Vit eiga at syrgja fyri, at tað góða orðið verður sáað ríkiliga, havandi sáðmannin í líknilsinum, sum oyðslaði við sáðið sínum, í huga.

Vit eiga at syrgja fyri, at gleðiboðskapurin áhaldandi verður boðaður, eisini soleiðis at skilja, at vit vara tungu okkara fyri at tala ilt og sáa tað góða sáðið eisini í dagligari talu.

Vit eiga at syrgja fyri at dópur og aðrar kirkjuligar tænastur fara fram, at altarborðið er borðreitt, og leggja okkum serliga nær við hesum fram um alt annað, hvat so ávís menniskju annars vilja krevja av okkum, og sum kanska í ávísum mannaeygum vildi givið størri “success”.

Hetta mega vit leggja okkum eina við fyrst og fremst og gera til lítar. Og tað skulu vit gera uttan at spyrja um tað nyttar nakað, men í álitið á Gud lata hann um restina. Uttan mun til um ymist annað savnar meira fólk, má tað koma í aðru, triðju ella fjórðu røð um tíð er til avlops og hitt fyrst er gjørt til lítar.

Líknilsið sigur okkum, at jørðin er ymisk, og tó skal áhaldandi verða sáað bæði í góða og ringa jørð. Men vit skulu ikki leggja okkum út í vøksturin ella meta um, hvør veksur betur enn ein annar, sum sálmaskaldið syngur:
Sáa og væta, tað kunnu vit eina...
vøkstur og signing er títt verk aleina,
Harri, tín skaparhond virka tað skal!

Vit kunnu bert sáa orðið, men Andin skapar lív og trongd- ina í mannahjørtum eftir orðinum og sakramentinum. Har tað ikki hendir er alt til fánýtis, eisini um kirkjurnar eru fullsettar og buldur av trummum og øðrum ljóðførum fyll- ir rúmið.

Og er tað ikki ein háðan ímóti Gudi at siga, at einki er at koma eftir í kirkjuni, har vit bæði hava tann lívsæla gleðiboðskapin og hina heilagu kvøldmáltíðina, har sjálvur Jesus býður okkum til borðs?

Tað hava altíð verið upp- og niðurgangstíðir, og mangur og ein hevur spáað um fall kirkjunnar. Men hon hevur staðið og stendur enn, og “helheimsins portur skulu ikki fáa vald á henni,” sum skrivað stendur.

Meðan heimsríki og “ideologiir” fullu og enn falla, varð og verður kirkjan tó standandi og “standa skal til dómadag,” sum sálmaskaldið syngur, tí hon er Guds.

Tí skulu vit ikki missa mótið, tá ikki alt gongur eftir vild, men við trúfesti útinna tænastuna, og so lata úrslitið og vøksturin upp í hendur hansara, í hvørs tænastu vit eru.

Ongantíð betri um vit eru fjølment, men avgerandi er, hvat vit savnast um.

Sáðið veksur sín stilla vøkstur og hevur sína tíð. Tí skulu vit ikki í ótolni tráa eftir at síggja nakrar broytingar frá degi til dags.

Sjálvt um vit ikki síggja nakra broyting ella ikki koma at uppliva hana, so skulu vit tó vita, at tað kortini hendir okkurt alla tíðina, tí at skrivað stendur, at “Guds orð vendir ikki tómt aftur.”

So vilja vit tá ikki bert dvølja við tað, sum miseydnast og fer fyri skeyti, men eisini gleðast um tað, sum eydnast og ber ávøkst. So er Guds orð hóast alt livandi og máttmikið, sum skrivað stendur:”Himmal og jørð skulu ganga undir, men orð míni skulu als ikki forganga. Orð Harrans varir um allar ævir.”

Við treysti vilja vit tí bæði í verki og talu sáa tað góða sáðið, sum er Guds orð.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Gudi várum, Faðir, Syni og Heilagum Anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður ein sannur tríeindur Gud, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.
Heilagi Faðir! Vit takka tær fyri títt heilaga orð. Orð títt er sannleiki. Lat tað lýsa okkum vegin til sannleika og sælu! Amen.

Sálmar: 329 - 279 / 357 - 146 - 385 - 332.

27.02.2011 kl. 12 (Sjónvarpað).