Skriva út

3. sunnudagur í føstu (1)



Hetta heilaga evangeliið eftir seinnu tekstarøð til triðja sunnudag í føstu skrivar Jóhannes evangelistur í áttanda kapitli, ørindini 42 til 51:
--
Sannleikin er illa lýddur, vil eitt gamalt orðatak verða við.

Vit kenna helst øll søguna ella ævintýrið hjá H.C. Andersen um tann fáfongda keisaran við teimum nýggju klæðunum.

Hann fekk tveir spiloppmakarar at gera sær nýggj klæði, og teir arbeiddu í langa tíð. Men har var onki. Eingin tordi at siga nakað, og keisarin bleiv latin í hesi klæði, sum ikki vóru til, og eingin tordi at muta ímóti.

Men tá var skaðin longu hendur.

Tí tá keisarin kemur út á gøtuna at visa seg fram, spyr eitt barn, hví keisarin er nakin.

Tað er tí vit siga ”tann nakni sannleikin”, hóast hesin nakni keisarin var alt annað enn sannleikin.

Men er sannleikin ikki altíð nakin, kunnu vit spyrja? Hevur hann brúk fyri nøkrum at lata seg í?

Sannleikin er ikki sum lygnin, ið hevur brúk fyri geva seg fyri at vera nakað annað, enn hon í roynd og veru er.

Sannleikin er tí altíð sannleikin, hvat vit so meina um hann ella ikki.

Menniskjan hevur altíð tráað eftir sannleikanum, og vit vita úr gamla Grikkalandi, at teir gomlu filosoffarnir har tosaðu um at leita eftir tí góða, tí vakra og tí sanna.

Hetta, var tað menniskjan skuldi stremba eftir: Tí góða, tí vakra og tí sanna!

Hetta er tó neyvan altíð so lætt. Í dagsins teksti er Jesus komin í orðadrátt við jødarnar, og vit ikki kunnu ikki siga annað enn, at Jesus ikki er blíður í orðum. M.a. sigur hann við jødarnar, at teir hava djevulin til faðir, sum hann kallar manndrápara.

Nú skulu vit ansa eftir ikki at fata tað, vit lesa, til nakað alt ov konkret ella tíðarleyst, tí dagsins tekstur hevur einki við nútímans viðurskifti við jødar ella aðrar fólkabólkar at gera sum heild, hóast dagsins tekstur oftani er misbrúktur ímóti serliga jødum og sum grundgeving fyri at forfylgja hetta fólkið.

Nei, tvørturímóti stingur teksturin djypri enn so og viðger nakað heilt grundleggjandi í mannalívinum, nevniliga munin millum sannleikan og lygnina. Ella munin millum tað ónda og tað góða.

Í Bíbliuni vita vit eisini, tað ónda verður líkasum gjørt til ein persón við djevlinum, har hann longu í Aldingarðinum lokkar kvinnuna við eini lygn, og tað fyrsta misbrotið eftir syndafallið er eisini eitt manndráp, tá Káin drap beiggja sín Ábel. Og tað er helst tí, Jesus kallar djevulin manndrápara.

Og tað er eisini líka við, at Jesus sipar til teir menninar, hann stendur tosar við, tí seinni í sama kapitli í Jóhannesevangellinnum lesa vit, at teir gera seg til reiðar at steina Jesus, men at hann smeyg sær undan teimum.

Teir altso ikki lært av sínum mistøkum, tí longur frammi í sama kapitli hava menninir tikið eina kvinnu, sum ákæra fyri at hava drivið hor. Hon skal steinast, men tá Jesus biður tann, sum sjálvur er uttan synd um at kasta tann fyrsta steinin, lata teir kvinnuna sleppa.

Men nú ætla teir so at steina Jesus. Hann skal ikki sleppa so lætt.

Fortreytin fyri myndugleika er trúvirði, og í tekstinum roynir Jesus at sannføra teir leiðandi jødarnar um, at hansara upphav er ein himmalskur faðir. Jødarnir siga, at teirra faðir er Ábraham – hetta halda teir, gevur teimum bæði myndugleika og trúvirði.

Paulus brúkar m.a. í 4. kapitli í Rómverjabrævinum Ábraham sum dømi um bæði myndugleika og trúvirði.

Og so er tað, at Jesus tekur dýran til, og sigur, at teir hava djevulin sum faðir – tí sum Jesus sjálvur sigur, at teir ikki hava Ábraham á síni síðu: “Men nú royna tit at fáa dripið meg, ein mann, sum til tykkara hevur talað sannleikan, sum eg hoyrdi frá Guði. Hetta gjørdi Ábraham ikki!”

Og teir svara aftur, og kalla Jesus ein sámariubúgva, sum illur andi býr í.

Jødarnir fara eftir manninum heldur enn eftir bóltinum!

Teir eri trongdir upp í ein krók og góðtaka snøgt sagt ikki, at hetta skal vera sannleikin – og tí velja teir lygnina – og siga at illur andi er í Jesusi.

Tað er ikki av tilvild, at menniskja frá fyrstu tíðum hevur leitað eftir tí, hon kallar sannleikin. Tí ein munur millum sannleikan og lygnina er, at sannleikin er og verður altíð størri enn lygnin, av tí at sannleikin altíð er objektivur. Tvs. uttanfyri menniskjuna sjálva. Tað at trúgva sannleika, er at trúgva upp á nakað, sum er størri enn tú sjálv/ur og sum er uttan fyri teg sjálva/n. Og tað er tí vit savnast saman í kirkjum og samkomuhúsum og í dag lata eitt barn verða borið til dópin, har tað fær ta stóru gávu, at vera limað inn í Guðs kirkjulið her á foldum og fær hendan limaskap sum gávu. Tí inn í Guðs ríki koam vit bara sum lítil børn, har vit við at trúgva sannleikanum taka ímóti tí, sum er størri enn vit sjálv.

Lygnin harafturímóti, hon verður subjektiv við tað, at lygnarin sjálvur hevur íspunnið tað, hann kemur við, eins og djevulin gjørdi, tá hann freistaði Evu í Edens Hava og tá hann freistaði Jesus, tá Jesus fastaði 40 dagar í oyðimørkini. Ein lygnari noyðist altíð at fyrihalda seg til lygnina og skal minnast væl til hana, tí lygnin hevur bara sítt upphav í sær sjálvum í mun til sannleikan, sum kemur uttanífrá.

Eg segði at menniskjan altíð hevur tráað eftir sannleikanum, og tað er kanska ikki so løgið, at fremmandaorið fyri átrúnað, nevniliga religion, upprunaliga merkir, at binda saman aftur, tvs. at vit við okkara trúgv stremba eftir at binda saman aftur við tí, ið farið er.

Altso nakað ið er og hevur verið, og ikki nakað vit finna upp á. Tí tá tað kemur til trúgv og leitan eftir tí góða, og vakra og sanna, er ikki neyðugt at uppfinna tann djúpa tallerkin umaftur. Skuldu vit ivast í, hvussu vit byrjaði hesa leitan, eru vit tíbetur í tí hepnu støðu, at vit hava ta bønina, sum Jesus sjálvur lærdi okkum, ið eitur Faðir vár, har vit m.a. biðja, ”Veri vilji tín”.

Tí tað at vera menniskja kann innibera bæði viðgongd og mótgongd, og tá er gott at vita, at vit við at biðja Faðir vár geva okkum fult og heilt til, so vit kunnu leggja orðini hjá honum í dagsins teksti í geyma, har hann sigur: Um nakar varðveitir orð mítt, skal hann um aldur og ævir allar ikki síggja deyðan!

Tað eru fólk, sum siga, at sannleikan finna tey innan i sær sjálvum.

At eingin skal koma og siga teimum, hvat tey skulu trúgva, tí tey líkasum hava ein innara religiøsitet.

Hetta er eftir míni meining at halda í so nógv um seg sjálva/n.

Tí kristindómurin er ein átrúnaður, ið serliga appellerar til oyrað. Um at hoyra – og um at lurta.

Tí sum so býr kristindómurin ikki í okkum. Hann er ein gáva vit fáa. M.a. við dópinum , og síðani við dópsupplæringini, tað at vit hoyra orðið gjøgnum okkara lív. Kristindómurin er størri enn vit – og tað er tað orðið,m vit skulu hoyra.

Tí í fyrstuni var Orðið, og Orðið var hjá Guði og Orðið var Guð, lesa vit í sama evangelliinum eftir Jóhannesi, tvs. at Orðið, sum er sannleikin, kemur altíð áðrenn lygnin, eins og tað góða altíð kemur tað ónda.

Sannleikin er ofta illa lýddur, sigur orðatakið, og onkur hevur sagt, at tað torføra við at hoyra Jesu orð, er ikki tað, vit ikki skilja, men júst tað vit skilja. Tí vit vita øll, at tað er torført at gera sum Jesus hevur boðið okkum, at elska fíggindar okkara, geva teimum tað dupulta, ið teir krevja av okkum, ella at taka okkum av hansara minstu brøðrum og síggja teir sum Jesus sjálvan. Tað er ikki altíð so lætt!

Men hóast hetta verður ynskt av okkum, so er gott at vita, ikki minst í hesi føstutíð, har vit minnast, at Jesus tók okkara skuld á seg, at tað er sum í gomlum sálmi eftir sálmaskaldiå Grundtvík, har lívið verður samanborið við eina rættarmál, ”At okkara dómari hevur ført okkara sak”.

Tað er tað sanna orðið til okkum í dag, har lygnin og tað ónda mugu víkja, tí sannleikin, sum kemur uttanífrá og sum vit fáa gjøgnum Orðið og kirkjunnar sakramentir – dópin og altargangin – har vit veruliga møta tí, vit kunnu kalla tað góða, tað vakra og tað sanna.

AMEN