Skriva út

Hvítusunnudagur (koma heilaga andans) - prædika



Havnar kirkja- 2018:

Lat okkum biðja:

”Komi títt ríki til okkum, andi tín til okkara verð, hjálp okkum vera tann kirkja, sum í tíni mynd skapað er, Guð hoyr mína bøn, hjálp mær røkka vítt, Guð hoyr mína bøn, kærleikisboðið títt.

Lær meg at elska av hjarta so kært, lær meg at tæna, sum tú hevur lært, lær meg at ganga, har tú bygdi brúgv, lær meg livandi trúgv.
 
Amen.

Eg elski teg! At hoyra hesi orð frá onkrum, sum vit eru góð við, ger nakað serligt við okkum. At vita, kenna og hoyra, at vit eru elskað, broytir okkum.
 
At hoyra orðini ” Eg elski teg ” frá børnum okkara, makanum ella foreldrunum kann ofta vera forloysandi. Tað er so týdningarmikið, at tey, sum vit eru góð við, vita tað.

Maðurin og eg vóru og hugdi eftir filminum Utøya fríggjakvøldið í biografinum. Hesin óhugnaligi veruleikin, sum er gjørdur til film. Í filminum fylgdi man serliga einari gentu, sum, tá ið hon ikki var vís í, um hon slapp av oynni við lívinum, ringdi til mammuna. Mamma, segði hon: Eg elski teg. -

Og eg elski pápa. Hesi orð vóru so avgerandi fyri hana at fáa sagt. Eg elski teg, og eg elski pápa.
Um hon ikki kláraði at koma frá oynni við lívinum, so vildi hon hava, at tey visti, at hon elskaði tey. Vit, sum hava roynt at sitið við sjúkralegu, har lívið rann út, hava helst kent sama tørv at fáa sagt orðini: Eg elski teg, áðrenn viðkomandi fór frá okkum.

At vita seg elskaðan er nakað, sum gevur okkum dirvi at liva. At taka avgerðir. At vera til. At vita, at tað eru menniskju, sum leggja í meg, sum eru góð við meg – er ein gáva. Ein gáva, sum vit kanska alt ov ofta taka sum eina sjálvfylgju.

Viðhvørt, so taka vit tað enntá sum eina sjálvfylgu, tá ið vit hoyra, at Guð elskar okkum. Vit síggja tað kanska ikki sum nakað dýrabært, men sum nakað, sum vit ikki hugsa nærri um, ella leggja meir í.

Eg elski teg! Soleiðis sigur Guð við teg í dag. Hetta er hvítusunnuboðskapurin til tín. Á páskum prógvaði hann sín kærleika. Í dag, á hvítusunnu, sigur hann: Sært tú nú, hvør eg eri, og hvat eg havi gjørt fyri teg? Skilur tú nú, at eg kom fyri at frelsa teg? Fyri at bjarga tær? Eg elski teg við einum ævigum kærleika, og tí vildi eg geva mín einasta, elskaða og syndafría son, fyri at bjarga tær frá deyða og ævigum undirgangi?

Hvat merkir tað, at Guð elskar okkum? Jú, tað merkir, at áðrenn tú elskaði hann, elskaði hann teg. At áðrenn tú kendi hann, doyði hann fyri teg. Tað merkir, at hóast tú ikki vilt hava nakað við hann at gera, so doyði hann fyri teg. Og tað inniber, at einki tú sigur, ger ella hugsar, kann gera, at Guð fer frá tær ella elskar teg minni. Hansara kærleiki er bundin at tær í allar ævir. Hann kann ikki steðga við at elska teg.

Eg kann ”siga” hetta við teg. Men heilagi andin má opinbera Guðs kærleika fyri okkum.

Annars verður tað, sum við hinum, sum skrivaði á talvuna: Eg elski teg. Og so segði hann: tá ið orðini standa har, so eru tað bara orð. Men tá ið maðurin sigur tey við konuna, tá fáa tey lív. Ella, tá ið heilagi andin er til staðar, so verða orðini í Bíbliuni, Guðs orð til okkum. Ikki orð um Guð. So verða tey til lív og sannleika fyri okkum. - Ein opinbering av Guðs kærleika vekur tín kærleika til hansara og sonin, Jesus. Tí sigur Johannus evangelistur: Vit elska, tí at hann elskaði okkum fyrst.

Men líkaso týdningarmikið tað er, at Heilagi Andin sannførir teg um, at Guð elskar teg, líkaso avgerandi er tað, at Andin sannførir teg um, at tú ert ein syndari. – Tú mást skilja og síggja og trúgva, at tú vart ella ert í eini vónleysari støðu. Tú mást skilja, síggja og trúgva, at tú ert fullur í synd, og synd sleppur ikki inn í Guðs ríki. Tí er tað so tragiskt, tá ið vit, sum kirkja, er bangin fyri ella halda aftur við at boða hin fulla boðskapin, alt guðs ráð um, syndanna fyrigeving. Um at vit eru glatað, dømd til helviti, um ikki sonurin fríar okkum. Tað er líkamikið, um tú ert hampiligur, líkamikið hvussu nógv vælgerandi endamál tú ert í holt við, líkamikið hvussu tú fert við tínum medmenniskjum, men hevur tú ikki fatað, at tú ert ein syndari, sum hevur tørv á Guðs fyrigeving, so er himmalin latin aftur fyri tær.

Ja! Hetta er ein fordømandi boðskapur. Eg veit tað væl. Og tað er so nógv lættari at lata vera at boða henda boðskapin, tí menniskju ynskja ein boðskap, sum kiltar tey í oyruni. Men tað er ikki ein sannur boðskapur. Um boðskapurin um synd, náði og fyrigeving ikki ljóðar í tínari kirkju, so fær úr henni og turka dustið av skónum og vend ongantíð inn aftur í ta kirkjuna. Tí hon leiðir teg ikki til Guð.

Við at hyggja at teimum famøsu Guð signi Føroyar sendingunum sæst, at prestar, pastorar og samkomuleiðarar boða og siga ikki allir tað sama. Heldur ikki til týdningarmiklar spurningar í kristintrúnni. Spurningar sum viðvíkja deyða og ævigari glatan til dømis. Og eg havi tosað við fólk, sum eru komin í neyð, tí tey vita ikki, hvørjum tey skulu trúgva. Skal eg trúgva tí hirða, sum sigur, at einki helviti er til, ella skal eg trúgva hirðanum, sum lærir okkum, at helviti er ein ræðuligur veruleiki? Hvat skal eg velja? Hvørjum skal eg lurta eftir? Ein álvarslig áminnning til okkum, sum eru hirðar í kirkjuliðnum um okkara leiklut. - Og vit, sum eru hirðar í kirkjuliðnum skulu fáa tess harðari dóm, tí vit vórðu sett til at leiða menniskju til Kristus og ikki frá honum.

Hetta er eitt dømi uppá, at tú skalt ongantíð bara lurta eftir hvat prestur, samkomuleiðari ella pastorur sigur, men tú mást sjálvur lesa í orðinum, biðja og tosa við Guð. Tak tína trúgv, tín kristindóm í álvara. Tí hann hevur sagt: at tann sum biðjur skal fáa. Tann, sum bankar uppá skal vera latið upp fyri. Hann vil svara tær uppá tíni ivamál og tínar spurningar, um tú bara søkir hann við heilaga andans hjálp.

Hevur tú skilt, at tú kanst ikki vera Jesus fyri uttan? At tú kann ikki vera tað, sum hann hevur gjørt fyri teg, fyri uttan? Er hetta vorðið so stórt fyri teg og so dýrabært, at tað hevur broytt lív títt?? Livir tú í hesum sannleikanum?? Er hetta tín veruleiki? At óansæð hvussu lívið sær út, so ert tú sannførdur um, at Jesus elskaði teg og elskar teg óavmarkað?? Tú má fáa eina opinbering av hesum. Eg biðji um, at tú skalt fáa eina opinbering av hesum, tí tað er avgerandi, tí tað eru so nógv menniskju, sum eru vorðin særd, og sum ikki uppliva kærleika. Vit liva í eini tíð, har vit eru stórforbrúkarar av menniskjum. Vit brúka onnur fyri at fáa okkum fram. Og tá ið vit eru liðug við tey, so blaka vit tey burtur, tí nú hava vit ikki tørv á teimum meir. Vit uppliva, at menniskju siga, at tey elska okkum, men so særa tey okkum. Vit uppliva enntá at menniskju siga, at tey elska okkum, og so fara tey frá okkum. Mong uppliva, at makin, sum lovaði at vera hjá tær altíð, hann fór. Nærum annaðhvørt hjúnarband endar í hjúnarskilnaði. Hetta ger, at menniskju sár. Hetta ger, at kærleikin er kanska ikki so høgt í metum hjá okkum, tí eg kann altíð uppliva, at kærleikin heldur uppat. Hann tagnar. Og man fær kanska ein keðiligan hugburð til kærleikan, til menniskju, til lívið, tí elskar onkur meg bara inntil….Inntil eg traðki við síðunnur av….. Inntil nakað betri kemur……Inntil man ikki orkar ella tímir meg meir. Og tú stendur eftir við sorg, tí tú helt, at kærleikin vardi við. Og tað, at tú ert vorðin særdur av menniskjum ger, at tú førir hesi sárini yvir á Jesus. Og tú torir ikki at lata hann elska teg, tí so er vandin til staðar, at hann fyrr ella seinni eisini gevur upp og fer frá tær. Kanska heldur tú, at hann elskar teg bara so leingi tú ger alt rætt. Men tað er ikki so. Og hevur tú ikki hoyrt tað fyrr, so mást tú hoyra tað í dag: Jesus elskar teg. Hann elskaði teg, áðrenn tú kendi hann. Hann elskar teg, óansæð hvat tú ger. Eisini um tú ikki vil hava nakað við hann at gera, so elskar hann teg. Men hann er so góður við teg, at hann vil ikki noyða teg at elska seg aftur. Men hann bíðar og ynskir, at tú elskar hann aftur.

Noyða teg vil hann ikki. Og kann man tað?? Kann kærleiki noyða nakran? Eg kann ikki noyða nakran at elska meg, men kærleiki er altíð frívilligur. Vit elska, bara tí, at hann elskaði okkum fyrst.

Eg takki Guði fyri Heilagi anda. Takki honum fyri, at hann er tann, sum sannførir. Hann er tann, sum gera orðið til lív fyri okkum. Hann má skapa trúnna í hjørtum okkara.

Ein prestur skrivaði nakað, sum eg las nú ein dagin.

Tað var ein, sum æt Francke. Hann byrjaði sum 16 ára gamal at lesa teologi í Erfurt. Men hann kendi tað so, at hansara teologiski kunnskapur var bert teori. Og hann sigur: ”Viðvíkjandi míni kristintrúgv, so var hon kólnað. Einaferð tá ið hann eftir sítt langa teologistudium skuldi verða innsettur sum prestur og føra menniskju til trúgv á Jesus, mátti hann viðganga at av øllum tí, sum hann hevði lært um Guð var einki eftir. Hann sigur: Eg trúði ikki eingongd uppá Guð í himlinum. Eg vildi so fegin trúð, men eg kundi ikki. Hann bað Guð um hjálp og varð bønhoyrdur: Tá hoyrdi Guð meg, meðan eg enn lá á knæ. Og hann tók ivan. Eg kundi ikki bara kalla Guð fyri Guð, men mín faðir. Mín pápa. Allur ivi var burtur. Og eg varð fyltur av gleði. Tá ið eg legði meg á knæ, trúði eg ikki, at Guð var til. Tá ið eg reisti meg aftur, so vildi eg játta trúnna, um tað so hevði kostað mær lívið. Ein annar hevði eina líknandi hending. Hann hevði sum ungur teologilesandi ein málning av tí líðandi Kristusi, undir málninginum stóð á látin: So nógv havi eg gjørt fyri teg, hvat hevur tú gjørt fyri meg?? Tá fall hann á knæ og avgjørdi at liva, líða og doyggja fyri Kristus.

Hvat hendi við hesum og nógvum øðrum menniskju, sum upplivdu, at knappiliga so sóu tey, hvat Kristus hevði gjørt fyri tey? Knappiliga, so upplivdu tey Guðs kærleika. Og knappiliga gjørdust tey sannførd, um Guðs veruleika. Jú, tey upplivdu tað, sum stendur í Rom 5,5: tí at kærleiki Guðs er útheltur í hjørtum okkara við heilagum anda, sum okkum er givin.

Heilagi andin ger munin. Hann er triðji persónurin í Trýeindini, sum vit hátíðarhalda í dag. Hann er tann, sum ger, at vit yvirhøvur kunnu trúgva. Uttan hann er einki lív, er eingin trúgv. Vit eru bundin av Guðs anda.

Vit tosa mangan um veking. Um hvussu orðið var boðað og Guðs andi var so sterkur og sannførdi menniskju um synd og fyrigeving náði og menniskju vórðu frelst. Men tað, sum millum annað var eyðkenni fyri vekingina í 1800 talinum var kærleikin sum var millum tey kristnu. Tey livdu Guðs boð um at elska hvønnannan. Hetta boðið gav Jesus áðrenn hann fór. Hann segði: eg vil, at tit skulu elska hvønnannan, sum eg havi elskað tykkum.

Og tað skuldi vera eitt tekin fyri øll onnur. Fyri tey ivandi, fyri tey vantrúnu, fyri øll um, at Jesus Kristus er veruligur.Joh 13,35

Sí hvussu tey elska hvønnannan. Soleiðis var sagt um tey fyrstu kristnu. Tað verur sagt um apostul johannes, at hann til seinast var so veikur, at hann mátti verða borin til tað kristnu samkomuna. Hann segði: Børn, elski hvønnannan. So var hann spurdur, um hann ikki hevði annað at siga, hann svaraði: Hetta sigur alt!

Tá ið andin fær sannført okkum um, at Guð elskar okkum, so fáa vit yvirskot, vilja og brennandi hug til at fara út í heimin, út í okkara dagligdag, á arbeiðsplássi og elska menniskju. Má tað vera sagt um okkum trúgvandi, um Jesu Kristi kirkju, má tað vera okkara vitnisburður yvirfyri heiminum: Síggj, hvussu tey elska hvønnannan.

Lat okkum biðja:

Gev mær eitt hjarta, sum logar, eitt brennandi kærleikans bál, brúka mítt lív til at verma tað køldu og einsomu sál, Guð hoyr mína bøn, hjálp mær røkka vítt, Guð hoyr mína bøn, kærleiksboðið títt, lær meg at elska av hjarta so kært, lær meg at tæna, sum tú hevur lært, lær meg at ganga har tú bygdi brúgv, lær meg livandi trúgv.

Amen.