Skriva út

Hvítusunnudagur (1)



Tekstir: Áps. 2,1-11 og Jóh. 14,22-31.
Fyrra tekstarøð

Prædika: Gerningur heilaga andans.

Í navni faðirsins og sonarins og heilaga andans. Amen.

Vit kristnu halda hina heilagu hvítusunnuhátíð til minnis um, at heilagi andin kom yvir ápostlarnar og tí eisini er við hini kristnu kirkjuni.

Men hvør er hesin heilagi andin umframt at vera triði persónurin í tríeindini, og hvør er gerningur hansara?

Presturin, Frede Møller, sigur í eini prædiku frá, at hann í studentaskúlaárunum saman við øðrum studentum einaferð vitjaði ein eldri prest. Undir samrøðuni spurdi ein av studentunum prestin, hvussu hann bar seg at, tá ið hann skuldi greiða konfirmantunum frá, hvat ið heilagi andin var fyri nakað. Presturin fór upp til talvuna, tók eitt kritpetti og skrivaði hesi trý orðini: Eg elski teg. Og so segði hann:"So leingi sum hesi orðini bara standa á talvuni, eru tey deyð og uttan týdning. Men í somu løtu ein ungur drongur sigur hesi orðini við eina unga gentu, verður øðrvísi. Tey verða til lív, tí at andi kemur í tey."

Ein annar prestur, Johannes Møllehave, greiðir frá – somuleiðis í eini prædiku – at hann einaferð hoyrdi somu orð í tveimum ymiskum týdningum. Orðini vóru hesi:"Tríggjar mánar!" Men í munninum á tí eina, við røddini ella andanum hjá tí eina, vórðu hesi orð søgd við gleði og vón, men hjá hinum við sorg og vónloysi. Og hann greiðir soleiðis frá:"Fyrst sat ein móðir inni á skrivstovu míni við einum dreingjabarni, sum eg skuldi doypa. "Hvussu gamal er hann?" spurdi eg. Hon smíltist lukkulig og segði:"Tríggjar mánar!" Og í hesum orðum lógu gleði, dreymar og framtíðarvónir um tað barn, sum tey við tógvið stríð høvdu fingið – tónalagið avdúkaði hetta.

Bara tveir tímar seinni sat ein sjúklingur í sama stóli, ein sjúklingur, sum varð sendur heim av sjúkrahúsinum við boðunum um at ikki var meira at gera. Hann hevði fingið deyðadóm sín. "Hvussu langa tíð kann hetta koma at vara?" spurdi eg. "Tríggjar mánar!" svaraði hann, men við einum heilt øðrum tónalagi, heilt øðrum anda. Orðini avdúkaðu sorg, ótta og brostnar vónir."

Orð eru ljóð, men orð eru eisini andi og lív. Vit hava góðar dagar, dagar, tá ið alt tykist ljóst og gott. So kunnu koma dagar, tá ið vit kenna lívið at vera myrkt og dapurt, tómt og innihaldsleyst. Og so kann eitt orð koma til okkara og geva okkum lívsmótið aftur av nýggjum, vekja okkum, lýsa fyri okkum og fløva.

Á sama hátt er tað við orðinum frá Guði, tá ið andin fær latið upp orðið fyri okkum.
Soleiðis vita eitt sindur um, hvør ið andin er: Hann er tann, sum ger eina menniskju livandi, og hann er tí eisini tann, sum ger ein felagsskap livandi, eina samveru, eitt mál, eitt orð.

Vit halda nú hvítusunnu og hoyra um hvítusunnuundurið, har heilagi andin verður ímyndaður sum tungur av eldi.

Eldurin kann vera oyðandi, men hann kann eisini lýsa og verma.

Og soleiðis er heilagi andin. Hann vil gera Guðs orð livandi. Andin vil gera boðskapin livandi fyri okkum og blása lív í teir deyðu bókstavirnar, sum Jesus sigur í tekstinum:"Heilagi andin....skal læra tykkum alt og minna tykkum á alt, sum eg havi sagt tykkum."

Andin vil sannføra okkum um Guðs trúfesti og kærleika í Kristi, og at tað sum Kristus gjørdi, tað gjørdi hann fyri okkum. Hann vil vísa okkum á eina loysn og frígera okkum, so at vit kunnu gleðast um Jesus og frelsaragerning hansara og ikki vera niðurtyngd av synd og skuldarkenslu, sum annars bara vildi darva okkara virkismátt.

Hann vil geva okkum lívsgleði og frælsi. Hann vil vísa okkum, at hóast vit eru syndarar og ikki megna so væl at halda boð hansara, so vil Guð kortini fyri Jesu skuld kennast við okkum sum børn síni og elska okkum.

Og so kann tað andaliga tó eisini rúma óndum kreftum. Nýggja Testamenti talar eisini um menniskju, sum hava ein illan anda – ein anda, sum hertekur menniskju, og fer illa við teimum.

Men tann andin, sum evangeliini tala um, at Jesus vil senda, tá ið hann er farin burtur, er ikki ein hertakandi og oyðandi, men ein frígerandi, lívgandi andi.

Alt ov ofta bera menniskju hvør øðrum ein oyðileggjandi og kaldan boðskap, tí vit duga so illa at varða tungu okkara. Ein boðskap, sum skapar mistreysti, mislag og brýtur niður.

Men kristindómurin harafturímóti hevur ein kærleiksfullan og vermandi boðskap: Hin alvaldi Guð hevur tikið teg at sær. Jesu lív og gerningur siga frá, at tú ongantíð fellur uttan fyri kærleika hansara og umsorgan. Hann reisir hin falna og gevur teimum mótleysu mót. Hann vil endurreisa sjálvsvirði hjá teimum, sum vanvirða seg sjálvi ella verða vanvird av øðrum. Hann vísir miskunn.

Meiningin við kristna boðskapinum er m. a. at hjálpa teimum veiku og troyttu, at troysta tey, sum gráta, at byggja upp, at skapa samljóð og trivna.

Tí ljóða orðini eisini til okkara:"Elskar nakar meg, tá varðveitir hann orð mítt."

Hvørji eru so hesi orð? Fyrst at Jesus er heimsins frelsari – okkara frelsari frá synd og ævigum deyða – og síðani boðini um at elska hvør annan. Boðini um at hava umsorgan fyri hvør øðrum. Boðini um at vera til hjálpar og uppbyggingar. Og hetta skulu vit ikki gera bert fyri okkara egnu skuld, so at vit einaferð skulu verða bjargað inn í Guðs ríkið, tí at tann gerningin hevur Jesus útint og einki er at leggja aftrat, men fyri næstans skuld og í takksemi fyri Guðs kærleika og náði í Kristi.

Hvítusunnuundrið, tá ið heilagi andin kom yvir ápostlarnar, og teir talaðu á ymiskum tungumálum, og ymiskar ættir og tjóðir tí hoyrdu síni egnu tungumál, er í grundini tekin um, at kristindómurin er altjóðaogn og er hevjaður upp um landamørk, ættir og tjóðir.

Heilagi andin vil skapa ein felagsskap millum fólk og tjóðir hóast ymiskleika – eisini ein felagsskap millum tær ymsu kirkjurnar.

Hvítusunna er har Guð við anda sínum skapar lív. Og har tað hendir, eru vit ikki longur avbyrgd í okkara lítla flokki, sum hevur nóg mikið í sær sjálvum og bara dyrkar seg sjálvan, men tá eru vit í einum felagsskapi, sum hevur sama Harra og trúnna á Krist sum frelsara okkara til felags og tí limir í somu Jesu Kristi kirkju, sum varð fødd á tí fyrsta hvítusunnudegi. Tí siga vit eisini, at hvítusunnudagurin er føðingardagur kirkjunnar. Tá byrjaði kristniboðanin eftir boðum Jesu um at gera øll fólkasløg til lærusveinar hansara við at doypa og læra.

Nú á døgum verður við jøvnum millumbilum ymsastaðni talað so nógv um at átrúnaður, har ímillum eisini kristindómurin, skal vera privatur og skal haldast burtur frá tí almenna og ikki minst tí politiska rúminum. Vit skulu ikki nýta átrúnaðarligar próvgrundir og grundgevingar í politiskum virksemi, verður sagt.

Men hvussu kann tað lata seg gera at lata vera, tá ið kristindómurin í síni náttúru als ikki er privatur, men er lív, skapar felagsskap og skal berast út um allan mannaheimin? Og hvussu kann tann, sum trúgvandi er, lata vera við at taka kristindómin við sær út í tað almenna rúmið og inn í tað politiska lívið uttan at gerast tveir persónar – tvíbýttur ella sinniskloyvdur? Og hvussu skulu slík forboð kunna lata seg gera uttan at skerja fólkaræði enntá í navni fólkaræðisins?

Men so skal leggjast aftrat, at harfyri er eitt politiskt tinghús ikki eitt kirkjurúm ella møtisalur, har prædikað verður, og Bíblian verður havd á lofti í tíð og ótíð, men júst eitt politiskt rúm, har politiskar avgerðir verða tiknar eftir tí sannføring ein hevur, og atlit verða tikin at øllum samfelagsborgarum, kristnum sum ikki kristnum, trúgvandi eins væl og gudsavnoktarum. Lóggivið má verða hareftir. Rúm má vera fyri ymiskum áskoðanum og vónandi ber kortini til at liva saman lið um lið við virðing fyri hvør øðrum og í semju. Soleiðis má tað vera í einum fólkaræði.

Og skilt á henda hátt kunnu vit tala um at skilja ímillum politik og átrúnað – tað verðsliga og andaliga valdið, annars ikki.

Rætt er tað, at kristintrúgvin er persónlig, og tað er nakað annað enn privat. Tú mást sjálvur ella sjálv taka við kristna boðskapinum ella vraka hann, men hann verður tó aldri nakað, sum tú bara kanst hava fyri teg sjálvan, hóast tú mangan hoyrir fólk siga:"Eg havi kristindóm mín fyri meg sjálvan. Hann kemur ikki øðrum við."

Í fyrstu syftu kann hetta tykjast sum ein lítillátin og eyðmjúk útsøgn, men er í grundini ein sjálvsøkin og mótstríðandi útsøgn, sum enntá kanska avdúkar andaligt leti ella líkasælu – ella í hvussu so er eina stóra misskiljing.

Kristindómurin kann ongantíð vera privatur, tí at tað liggur í sjálvum kristna boðskapinum, at hann skal boðast og livast í dagligum lívi og yrki.

Tí varð kirkjan sett á stovn við embæti, orðið og sakramentum. Hon skuldi vera sjónlig. Hvítusunnan – henda andans hátíð – ber okkum júst boð um hetta, tí at andin skapar lív – eitt lív, sum bæði skal hoyrast og síggjast.

Lov og tøkk og allur heiður veri tær, Guði várum, faðir, syni og heilagum anda, sum altíð hevur verið, er og altíð verður, ein sannur, tríeinur Guð, hálovaður frá fyrsta upphavi, nú og um allar ævir! Amen.

Sálmar: 241 – 235 // 232 – 229 – 385 – 239.