Skriva út

5. sunnudagur eftir páskadag



Prædika í Vesturkirkjuni

Sálmar 10,459,411,310,353,355,369

Hvat er meiningin við lívinum? Tað er ein viðkomandi spurningur hjá okkum menniskjum at seta, ein spurningur, sum ein og hvør okkara átti at sett okkum sjálvum. Hesin spurningur kann verða settur, tá ið vónloysið tykist stórt, ella tá ið vónin lýsir bjørt. Tá ið vit seta spurningin um lívsins meining, so er tað okkara mest grundleggjandi spurningur. Tí er tað heldur ikki óvæntað, at Jesus setir henda spurning og svarar honum. Svarið, hann gevur, er ikki svar í kjaki við jødisku leiðararnar ella í stríðsmáli við lærisveinarnar, heldur ikki finna vit svarið í fjallatalu Jesu. Jesus viðgerð lívsins meining í eini bøn. Henda bønin verður kallað høvuðsprestabønin. Hesa bøn bað Jesus skíriskvøld. Saman við lærusveinum sínum hevði hann júst etið páskamáltiðina. Tankar hansara leita til krossfestingina, sum fer at henda teir næstu 24 tímarnar. Jesus veit, at hann skal fara frá lærusveinum sínum, og tí hóskar hesin tekstur væl at vera lisin, nú vit hósdagin hava Kristi himmalfarsdag. Jesus stígur tí fram fyri Gud, sum ein prestur vildi gjørt tað, fer í forbøn fyri lærusveinunum, at biðja fyri teimum. Vit fáa her innlit í Jesu persónliga bønarlív og stóru umsorgan hansara fyri lærusveinunum og okkum við. Jesus sigur: Men hetta er hitt æviga lívið, at teir kenna teg, hin eina, sanna Gud, og tann, sum tú sendi, Jesus Krist. Meiningin við lívinum er, at tú hevur samband við Gud og son hansara, Jesus. Tað er tað stutta av tí langa. Lívsins hægsta mál er at kenna tann eina sanna Gud og son hansara Jesus Krist. Hvat vil tað siga at kenna? Um tú kennir eitt menniskja, tá veitst tú nakað um persónin. Tú veitst, hvar hesin býr, hvar hann hevur slitið sínar barnaskógvar, hvat hann ger til dagligt og hvør familjan ella ætt hansara er. Sagt á annan hátt, vit hava nógvar upplýsingar um viðkomandi. Tað er munur á at vita um eitt menniskja og so at kenna tað. Eg kann taka eitt dømi. Øll vita hvør Aksel V. Johannesen er. Vit kenna hann sum politikara og sum løgmann. Hann er kendur her á landi, tí hann er ofta at síggja á sjónvarpsskíggjanum. Persónar, ið eru alment kendir, kunnu møta nógvum fólkum í býnum, og hesi fólk vita nógv um tey. Fólk nikka og heilsa, men hin kendi kennir tey ikki. Kennskapurin gongur bara ein veg. Tí kann tað neyvan kallast kennskapur, men heldur kunnleiki. Øðrvísi er, tá ið fólk veruliga kenna hvør annan, tá gongur tað persónliga sambandið báðar vegir. Hvat merkir tað at kenna Gud? At kenna Gud er ikki sum at kenna bókstavaraðið ella trúarjáttanina. Ein kann kenna alt til Gud – hava lisið tjúkkar bøkur um Gud og so álíkavæl ikki kenna hann. Jesus sigur, at eitt menniskja kann kenna Gud, í tí merking at hava felagsskap við Gud sum eitt barn til móðir sína. Tá ið hjúnafelagi tín sigur, at hon fegin vil læra teg betur at kenna, so merkir tað neyvan, at hon vil vita, hvat nummar tú brúkar í skóm, ella skjúrtu. Nei, tá tosar hon um samskifti í trúnaði, at hon vil læra teg sum persón at kenna . Tað er hetta, Jesus biður um, at vit mega fáa, ikki ein útvortis kunnleika, sum vit kunnu lesa okkum til, men ein kunnleika, sum kemur av, at vit liva saman við honum, við at lesa orð hansara, við at tosa við hann dagliga í bønum okkara, og við at leita til borð hansara. Tann eini, sanni Gud, er tann einasti, ið kann geva okkum satt frælsi, sannan heilagleika og sanna gleði her í heiminum og í tí komandi. Tí er lívsins hægsta meining at kenna hann. Tað er okkara stoltleiki at kenna tann eina sanna Gud. Ikki ein sjálvrættvísur ella hástórur stoltleiki, sum vit hava nakað at breggja okkum av. Nei, tað er Guds æra. Gud er tann, ið hevur tikið hitt kristna menniskja avsíðis, og hesum menniskja hevur Jesus givið til kennar, hvør Gud er, og sum hann sigur: Eg havi opinberað navn títt fyri teimum monnum, sum tú gavst mær úr heiminum; teir vóru tínir, og tú gavst mær teir, og teir hava varðveitt orð títt. Jesus nýtir seinna helmingin av bønini uppá okkum. Jesus visti sjálvur, hvørja mótgongd og freistingar heimurin vildi geva teimum, sum ikki bara flóta við streyminum, men halda seg til lívið í Gudi. Vit eru í heiminum, men ikki av heiminum. Tað merkir, at vit skulu skilja okkum út frá heiminum, av teirri grund, at vit eru øðrvísi, tí Jesus er vegvísari okkara. Vit eru eftirfylgjarar, ið halda seg til Guðs lóg, ið halda seg frá skattasviki, sum eru trúgv móti sínum hjúnafelaga, menniskju, sum taka sær av teimum veiku í samfelagnum, sum verja alt lív eisini í móðurlívi. Tað er ikki tí, at tey kristnu vilja vera annarleiðis, at tey eru tað, men tey eru bara annarleiðis. Eins í ævintýrinum hjá H.C. Andersen um hin ljóta dunnuungan, sum ikki vildi vera øðrvísi, men av náttúru var hann tað. Tí var hann burturvístur, og hetta vil ein kristin eisini koma at kenna, tí hevur hann tørv á guddómligari forbøn. Tí biðir Jesu fyri okkum, ikki fyri heiminum, men fyri okkum, ið eru tikin úr heiminum. Hetta kann tykjast løgið. Hví hevur heimurin ikki tørv á forbøn, er Jesu líkaglaður við heimin? Nei, avgjørt ikki. Jesu kom í heimin, hann livdi í heiminum og doyði fyri heimin. Alt hetta vísir á markleysa kærleika hansara til heimin. Men í høvuðsprestabønini hugsavnar hann seg um ta kristnu kirkjuna, tí tey vilja koma at uppliva freistingar og forfylgingar, útspilling há og spott fyri at standa á trúarinnar grund, tekstin er tí há aktuellir, hvør torir at siga nakað, uttan at fáa 1000 orð aftur, kæra kirkjulið Guð hevur ikki givið okkum mótloysis anda men kraftar anda. Skal heimurin hava ein møguleika at koma at læra Jesus at kenna, mugu tað vera vit, ið eru ljós og salt. Vit mega kenna Jesus og tað lív ið hann hevur at geva, eitt lív í fyrigeving, tí er tað so stór uppgáva hjá okkum sum foreldrum at læra børn okkum trúarvegin, hvør fyrimynd eri eg, Jesus ið sá hitt einstaka menniskjan, síggi eg mítt barn, í dag fyri berum skíggjum, Jesus ið fyrigav, tori eg at biðja barn mítt um fyrigeving tá ið eg havi stigi við síðurnar av, so tey læra hvat fyrigeving er, havi eg lært børn míni at folda sínar hendur í bøn, uppgávan er stór, Guð gevi okkum megi Lívsins hægsta mál, meiningin við mannalívinum er at kenna tann eina sanna Gud, tað er ikki ein religión men ein relatión. Tað ger meg hjartans lukkuligan og fyltan við takksemi, hvønn dag at vita og uppliva, at samband mítt við Gud er ein relatión, sum hvílir á Jesu fullgjørda verki á Golgata fyri meg. Eg skal ikki liva upp til nakað fyri at gera meg uppibornan at bera heitið Guds barn. Jesus hevur gjørt tað, ið gerast skuldi. Við trúnni á Jesus livi eg her og nú saman við mínum himmalska faðiri, og eg veit, at Jesus biður fyri mær og okkum øllum, at vit mugu vera varðveitt inni hjá honum: so tá ið vit fáa ferða boð kunnu siga sum sálmaskaldið Og eina ferð vit fáa boð, tá síðstu ferð vit anda. Úr heiminum vit fara so, hjá tær um ævir standa, hetta er hin kristna vónin. Lov og tøkk