Skriva út

3. sunnudagur fyri føstu (septuagesima) (1)



Tekstur Matt. 25,14-30 Seinna tekstarøð.

Dómkirkjan

Innseting Ann Dahl Hansen sum sóknarprestur í Suðurstreymoyar eystara prestagjaldi og innseting Uni Næs sum Føroya dómpróstur)


Sálmar 43 58 357 240 79 19   - 
------------------------------------------------
Prædikuteksturin til henda sunnudagin er tann um talentirnar, sum eg las frá altarinum. Tá ið vit tosa um talentir, hugsa vit um framúr góð evnir og gott hegni til at loysa uppgávur. Men tað sigur líknilsið ikki. Tí talentirnar vóru heldur tænasturnar, sum hesir tríggir fingu at umsita eftir sum hvør hevði hegni og evni til. Talentirnar eru ikki evnini, men tænastan, teir fingu.
Vit kunnu so umhugsa, hvussu vit umsita tænastur, sum eru litnar okkum til. Evnir og hegni eru ikki avgerandi. Avgerandi er, um vit eru trúføst og trúgv í tí, sum okkum er litið til.
Í dagligum felagsskapum millum menniskju liggja uppgávur, sum útsenda eitt kall til okkara um at taka okkum tíð og seta evnir og hegni og førleika inn uppá at taka uppgávuna uppá okkum. Tað kann vera ein uppgáva í 5-talenta stødd. Men tað kann líka so væl - og kanska oftast – vera ein 1-talenta uppgáva.
Tænastur og uppgávur kunnu vera so mangar. Tað kunnu vera virðir, sum vit umsita privat ella alment. Ella ein uppgáva í arbeiðslívinum, har krøv verða sett til trúskap móti teimum, sum hava litið okkum uppgávuna til. Tað avgerandi er tá, at vit eru trúgv og sonn. Tí trúskapur móti tí, sum okkum er litið til, er tá avgerandi fyri, hvussu arbeiði okkara kemur at nema við tey menniskju og tann felagsskap, sum tænastan viðvíkur. Líknilsið vil halda okkum føstum í, at tað er okkara persónliga ábyrgd at vera sonn og trúgv.
Nú kundi tú sagt, at hetta er almindiligur moralur og ein spurningur um at skikka sær væl. Og tað er tað eisini. Men Jesus - og við honum tann bíbilski boðskapurin - letur kallið til ábyrgd og trúskap vera grundað í Gudi. Vit eru ansvarlig fyri Gudi. Og tað er gott, tí í tí liggur, at Gud tekur okkum fyri fult. Og tað umfatar alt lív okkara. Men harafturímóti er tað ótrygt og rekur okkum út í ósunna konkurrensu, um vit kanna okkum ein privatan teig, sum vit stika av fyri Gudi. Tað velst tá um, hvat salg av samvitsku, vit hava. Luther segði um ta røttu samvitskuna: hon er bundin niður av Guds orði.
Tað kemst av tí bíbilska boðskapi, at vit eru skapað av Gudi til Guds. Og tá ið vit við trúgv á Jesus Krist hoyra honum til, so hava vit eisini sagt ja til at vera kristusmenniskju, sum lurta eftir tí kallisignali, sum tær ymisku tænasturnar útsenda.
Hetta hevur týdning fyri meiningina við lívi okkara. Um hon er forankrað í einum lívsforstáilsi, har Gud er Gud og ikki eitt tómt eiti, so upplivist tað meiningsfylt, tá vit í trúskapi virka fyri onnur, taka uppgávuna uppá okkum, antin hon er í fimm talenta ella einatalenta vavi. Ákæran móti tí eina tænaranum var ikki vánaligt arbeiði, men at hann lat uppgávuna liggja.
Boðskapurin í líknilsinum kann eisini peika víðari. Tí talentirnar kunnu vera at umsita og formidla evangeliið um frelsu við trúgv á Jesus Krist – bæði í orði og levnaði. Ein tílík tænasta – alt eftir evnum og umstøðum – hongur uppií Kristusrelatiónini.
Og júst í hesi gudstænastu kunnu vit hava grundir til at umhugsa hesa dimensiónina av teimum ymisku tænastunum - ella talentunum, um tú vilt. Tí gudstænastan hevur sín serliga dám og hátið av tí, at Ann og Uni hava bjóðað sær til átaka sær ta serstaku tænastu, sum prestatænastan er, og Uni haraftrat dómpróstatænastuna.
Serstaka tænasta teirra og okkara í prestakjóla er tó bert ein partur av tí tænastu, sum øll kristusmenniskju hava fingið úr hvør sínum samkomusamanhangi. Vit trúgva, at vit í dópinum upplivdu at verða endurfødd til livandi vónar og at erfara gudsbarnastøðu. Tá fingu vit stafettina, sum Kristus handaði lærusveinum sínum at bera víðari – eisini til okkara. Og vit eru boðin at bera hana víðari. Um tann boðskapur, sum stafettin er, sleppur at bera við mannahjørtu, so verður tað til vælsignilsi. Tá fáa menniskju eitt trygt ýti at miðja seg eftir gjøgnum lívið, so at ein trygg lívsmeining kann varðveitast í lívsins umskiftingum. Tí – sum eg nevndi - tá tænasta fyri tað, sum er gott, er innbygt í lívsforstáilsi og lívspraksis, so mennist meiningin við lívinum. Kallið – ella líka so gjarna: innbjóðingin til at taka talentina uppá seg, er ein gudgivin innbjóðing.
At enda: Okkum nýtist ikki at hoykna undir talentunum, uppgávunum. Tí lyftið frá dópinum fylgir við: Sí, eg eri við tykkum allar dagar alt til veraldar enda. Og júst í veikleika okkara, tá vit hildu, at evnir og hegni ikki rukku til, og vit tí góvu skarvin yvir, tá verður Kristus standandi nær og eggjar okkum til nýtt mót við fyrigeving síni. Tí í fyrigeving Krists er innbygt nýggj framtíð og er tann vegin nýggjur kjansur og møguleiki til eitt virkið lív. Amen
---------------------------
Við hesa innsetingargudstænastu er samstundis almenna tænasta mín at enda komin. Tað hava verið 41 gevandi og fjølbroytt ár. Eg vil hervið bera mína tøkk til kirkjuliðini her í prestagjaldinum. Allastaðni havi eg møtt trygga og opna móttøku, sum er ein fortreyt fyri at kunna virka við gleði. Tað sama eg galdandi kollegum og kirkjutænarum. Við teirra samstarvi havi eg kunnað verið prestur her. Takk fyri tað.
Og próstatænastan. Eg takki øllum prestunum og kirkjuráðunum í Føroyum, sum í teimum ymisku uppgávunum møttu mær soleiðis at tænastan kundi gerast. Eg hugsi eisini um Marnu á próstaskrivstovuni, um próstadømisráðini, stiftsstjórnina og biskup. Eg takki fyri tykkara stuðul og umfatandi medarbeiði.
Og at enda: Uttan Maritu, konu mína, hevði hetta slett ikki borið til. Takk fyri, at tú við tínum lívsforstáilsi, tínum identiteti tókst lut í tænastuni.
Nú taka Uni og Ann so sínar tænastur uppá seg. Ann hevur verið her eina tíð, men nú er hon sett á rættan hátt. Og Uni átekur sær hesa fyri hann nýggju tænastu. Eg ynski tykkum báðum trúgv og vísdóm og treysti til tænastur tykkara. Jesus fylgi tykkum. Eg eri vísur í, at hann fer at lata tykkum erfara, at tann bønin er hoyrd á hægsta stað. Hjartaliga tillukku tit bæði og familjur tykkara.