Skriva út

4. sunnudagur í advent (1)



Prædikutekstur: Jóh 3,25-36.

Vesturkirkjan


Hann vaksa, eg minka

”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.”

Tað er Jóhannes Doyparin, sum talar. Hetta er hansara skilnaðarrøða. Í dag fylgja vit hesum serliga manni í Guds frelsusøgu, til hann nú verður settur til viks, og hann skal koma í ljósið, sum Jóhannes og hansara fólk hevði bíðað eftir. Jesus er á veg.

Guds er æran
Hesi orð Jóhannes doyparans, vit hava fyri okkum, segði hann við lærusveinar sínar, tá ið teir vóru varðugir við, at Jesus savnaði fleiri menniskju, enn lærumeistari teirra. Jesus doypti ongan, lesa vit seinni í Jóhannesar-evangeliinum, men lærusveinar hansara.
Tá í tíðini mettust menniskju og øvundaðu hvør øðrum. Og nú í tíðini gera tey tað sama. At kappast í andaligleika, í trúgv og tænastu, er ikki bara synd, men tápuligt. Tað er at taka sær æru, sum hoyrir Gudi til.
Jesus spurdi einaferð: ”Hvussu kunnu tit trúgva, tit sum taka ímóti heiðuri hvør av øðrum, og søkja ikki tann heiður, sum kemur frá hinum einasta Guði.” (Jóh 5,44). Og Paulus sigur: ”Metist ikki!”. (1. Kor 10,10). Einki fáa vit frá Gudi, um motiv okkara eru ikki Guds æra, men okkara. Heldur skulu vit æra Gud og tey, Gud hevur sett yvir okkum og við okkara lið. Okkara egnu æru vil Gud taka sær av.

Nú er so nógv bygt á kapping í samfelagi okkara. Í skúlanum verða karakterir givnir, og tað skapar kapping millum næmingarnar. Eingin ítrótt er uttan kapping. Innan tónleikalívið verður eisini kappast. Og tað er mangan sunt, um vit bara ikki seta okkara virði sum menniskju og sum Guds børn í tað, sum onnur halda um okkum. Okkara virði er tað, sum Gud hevur givið okkum, tá ið hann skapti okkum í síni mynd, og tá ið hann gav okkum tað besta, hann átti, sín egna son, at vit skuldu frelsast frá syndini, Djevlinum og deyðanum og gerast hansara børn.

Sunn kapping millum menniskju kann fáa tað besta fram í okkum. At nøkur ganga undan og kanska skara framúr er bæði sunt og gagnligt fyri okkum. Eisini á tí andliga økinum. Tað er almannakunnugt, at sum foreldrini eru - serliga hvussu lív og levnaður teirra er, og ikki so nógv tað, tey siga - hevur sera stórt árin á barnið. Ganga foreldrini í Guds hús, eru sannlíkindi góð, at barnið fer at gera so við. Tey, sum í búnum aldri ganga í kirkju og á møti eru fyrst og fremst tey, sum eru komin hagar sum børn og ung. Soleiðis er tað. Foreldirni nýttust ikki at hava sagt tað nógva, men tað, tey vístu, festi seg.
Men harfrá og so sjálvur at tráa eftir æru og heiðuri frá menniskjum fyri eins gudstrúgv og tænastu, tað er nakað heilt annað, og er tað, tekstur okkara ger upp við. Guds er æran, bæði at vit hava evni og vilja á so mongum økjum, og at vit hava Heilagan Anda og kunnu trúgva á Jesus. Alt tað góða, sum hoyrir tilveruni til, kemur frá Gudi og er Guds gáva.

Lærusveinar Jesu vóru fongdir av síni egnu æru eins og lærusveinar Doyparans. Teir mettust beinleiðis í samtalu sínámillum, hvør teirra var størstur. Ja, einferð legði ein mamma til tveir teirra seg á knæ fyri Jesusi og spurdi hann, um ikki synir hennara eftir uppreisnina frá deyðum kundu sleppa at sita hvør við sína lið hansara í ríki hansara. Jesus svaraði, at tað “at sita við høgru og vinstru lið mína, ... er ikki í mínum valdi at geva; men tað verður givið teimum, ið tað er lagað av faðir mínum.” (Matt 20,23).

Jóhannes doyparin
”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.”
Hesi orð prógva, hvør tann maður er, ella rættari: hvat Gud hevði gjørt í tí manni, sum gekk í klæðum av kamalhárum við leðurbelti um lendarnar, og sum livdi av grashoppum og villum hunangi.
Jóhannes var sendur undan at fyrireika Ísraelsfólk til Jesu komu. Hann hevði fingið góða andaliga ávirkan heima. Foreldrini, Sakarias og Elisabet, vóru bæði gudrøkin, og faðir hansara prestur og skriftkønur. Um Jóhannes segði eingilin, tá ið Sakaris fekk boðini um, at hann skuldi gerast pápi, at sonur hansara skuldi ”verða mikil fyri eygum Harrans.” Um hann lesa vit, at hann varð fyltur av Heilagum Anda alt frá móðurlívi av (Luk 1,15). Um barndóm og ungdóm hansara lesa vit, at ”barnið vaks og varð sterkt í andanum; og hann var í oyðimørkunum til tann dagin, tá ið hann steig fram fyri Ísrael.” (Luk 1,80). So hann fekk umframt Andans fylling, harða venjing likamliga og sálarliga í teimum serligu korum, hann vaks upp í.

Um ár 27 e. Kr. meðan Annas og Keifas vóru høvuðsprestar, ”tá kom orð Guðs til Jóhannesar Sakariassonar í oyðimørkini. Og hann steig fram og fór um øll bygdarløgini við Jordan og prædikaði umvendingardóp til fyrigevingar syndanna.” (Luk 3,2).
Hvør starvs- og stættarbólkur hoyrdu nú henda vekingarmannin. Hóast tala hansara var avdúkandi og rámandi, so flokkaðust fólk tó um hann. Hann segði, sum var, og hetta dámdi nøkrum, men ikki øllum. Jóhannes kallaði fólkið bæði høg og lág at venda um frá syndini og at trúgva á Jesus.
Frelsuboðskapur hansara var ”at geva fólki [Guðs] kunnugleika um frelsu í fyrigeving synda teirra.” (Luk 1,77). ”Og tey vórðu doypt av honum í ánni Jordan, í tí tey játtaðu syndir sínar”, og hann áminti tey og segði: ”Berið tá ávøkst, sum samsvarar við umvendingina.” (Matt 3,6.8).

Hin størsti dagurin í tænastu hansara var hin dagin um ár 30, tá ið Jóhannes doypti Jesus. Hann vildi ikki doypa sín egna frelsara, tí, sum hann segði, so var hann ikki verdugur at loysa tveingirnar hjá honum ella bera skógvar hansara. Men Jesus vildi tað so. Jóhannes boðaði menniskjum nú, at Jesus var hann, tey skuldu trúgva á, og hetta var hann, sum hann sjálvur trúði á. Jesus var Gud hansara:
- Jesus var yvir øllum, Jóhannes undir honum!
- Jesu hevði fingið allar lutur upp í hendur, Jóhannes kundi bara taka ímóti.
- Jesus var komin omanífrá, Jóhannes av jørðini!
- Jesus var Kristus, Jóhannes sendir undan honum!
- Jesus var brúðgómurin, Jóhannes bara vinur hansara!

Vinur brúðgómsins var at rokna sum ein millumgongumaður millum brúður og brúðgóm. Hann skipaði fyri brúdleypinum, tók sær av innbjóðingunum, leiddi veitsluna og førdi parið saman. Hansara uppgáva var eisini eftir veitsluna at opna fyri brúðgóminum, tá ið hann bankaði uppá at sleppa innar til brúður sína. Var tað ikki rætti maður, sum bankaði á, skuldi hann ikki loyva honum innar. Var tað rætti maðurin, skuldi hann opna fyri honum, og so var uppgáva hansara lokin. Nú bankaði Jesus uppá at vinna sær eina brúður, sum er kirkja hansara. Jóhannes opnaði hurðina, og so var hansara tænasta liðug.

Heródes Antipas
Ikki so langa tíð eftir hetta, rakar umvendingarboðan hansara Heródes Antipas, sum var fjórðingshøvdingi. Jóhannes átalar hann fyri alt tað illa, hann hevði gjørt og fyri, at hann hevði skilt seg frá konu síni og tikið sær gifta konu til sín. Heródias, sum hon æt, var kona Heródes-Filip, sum var hálvbeiggi hansara. Heródes setur Jóhannes fastan, og Heródias kastar hatur á Jóhannes og endar hann dagar sínar fyri svørðsegg.
Orðsins svørð hevði rakt Heródes, málmsvørðið Jóhannes. Orðið frelsti Jóhannes, og málmsvørðið setti seinni Heródes frá. Skuldsettur var hann fyri samansvørjing, og var hann tí vístur av landinum. Søgumaðurin frá fyrstu øld, Josefus, sigur, at mong trúðu, at tað var Guds revsing fyri skemdargerðina móti Jóhannesi Doypara.

Eftir at Jóhnnes var avrættaður, hevjaði Jesus hann upp. Eingin hevur fingið tað viðmæli, sum Jóhannes fekk. ”Sanniliga sigi eg tykkum, av kvinnubornum er eingin størri enn Jóhannes doyparin komin í heimin”. (Matt 11,11). Tænasta Jóhannesar var sum vinur brúðgómsins at leiða Ísraels fólk aftur til Guds í Jesusi Kristi.

Boðskapur Jóhannesar
”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.”
Boðskapur Jóhannesar kann standa sum yvirskrift yvir trúgv, lív og tænastu hansara. Tað stóra við Jóhannesi er ikki hansara egnu evni og førleiki, men Gud. Av tí at Gud við orði og Anda sínum hevði fingið slíka ávirkan á Jóhannes, varð hann tað, hann varð.
Tá ið lærusveinar hansara algoystir koma til hansara og kæra fyri honum at fleiri komu til Jesus at verða doypt av lærusveinum hansara, gleddist hann og gav Gudi æruna. Einki er betri at hoyra hjá einum Guds barni, enn at fólk og helst nógv fólk leita til faðirin á himni. Okkara uppgáva sum kirkja er at fáa faðiri okkara so nógv børn sum møguligt og stuðla teimum í andliga vøkstri teirra.

Skal tað eydnast Gudi at gera sama undur við okkum, sum hann gjørdi við Jóhannesi, nýtir hann lógina og evangeliið, sum ávikavist avdúkar synd og boðar náði. Gud má sleppa við orði sínum og Anda at avklæða okkum við at sannføra okkum um syndir okkara, eisini tær loyndu og duldu og smáu og íklæða okkum við at sannføra okkum um, at við Jesu deyða og uppreisn er fyrigeving at fáa. Hesa gávu fáa vit við at venda okkum til Jesus í bøn.
Skulu vit minka, mugu vit kenna til syndina, sum sær ikki Gud og góðtekur ikki heldur Gud; skal Gud vaksa, mugu vit kenna til náðina í Jesusi Kristi.
Tann, sum ikki tekur við hesum orðum, er rætt sum ein sjúkur maður, sum ikki veit, ella ikki vil vita, hvussu sjúkur hann er, og sum tí ikki kann vera grøddur. Tí hvat skal hann við heilivági, tá ið hann ikki er sjúkur? Soleiðis er tann gudleysi.
Í hugmóð síni billar tann gudleysi sær inn at vera góður ella nóg góður, og hann veit ikki, at góðska okkara ikki kann frelsa okkum í komandi dóminum. Orðið sigur til okkum í dag fyri at gleða tann trúgvandi og fyri at áminna hin vantrúgvandi: ”Tann, sum trýr á sonin, hevur ævigt lív; men tann, sum er syninum ólýðin, skal ikki síggja lívið, men vreiði Guðs verður verandi yvir honum.”

Til seinast!
Í sambandi við Jesu dóp lesa vit: ”Dagin eftir stóð Jóhannes har aftur og tveir av lærusveinum hansara. Og í tí hann hugdi at Jesusi, sum kom gangandi, sigur hann: ”Sí, Guðslambið!” (Jóh. 1,36)
Annar av hesum lærusveinum var Andrias. Hann fer eins og Jóhannes aftaná Jesusi. Andrias finnur so bróður sín, Símun Pætur, sum eisini gerst Jesu lærusveinur. Pætur helt á, og kom hann at vísa túsundum á Jesus. Hann fekk náði til at økja um andaliga systkinaflokkin ikki við at vísa á seg, men á hann, sum fyri hann var deyður og upprisin. Boðan hansara var: ”Guð stendur dramblátum ímót, men eyðmjúkum veiti hann náði.” (1. Pæt 5,5).
Sum Jóhannes doyparin og lærusveinarnir Andrias og Pætur, hava Guds vitni upp gjøgnum søguna víst á Jesus, eisini andaligu fedrar okkara. Má Gud so hjálpa okkum í trúfesti at bera okkara tíð vitnisburð Doyparans: ”Hann eigur at vaksa, men eg at minka.” Soleiðis, ikki annaðleiðis!
Ein dag vil Gud sjálvur hevja tey upp í dýrd sína, sum eyðmýktu seg fyri Guds orði og Anda. Tá, og fyrst tá, síggja vit týdningin av orðum Jóhannesar, tí tá ikki trúgva vit, men síggja vit, at Gud er alt í øllum, og at lambið, sum Doyparin vísti á, er fyri miðum hásætinum. Amen.